Grindadráp til umrøðu í danska Fólkatinginum

?Tað er ongin orsøk til at finnast at grindadrápi útfrá einum siðsemiligum sjónarmiði, sigur formaðurin í danska djórasiðsemiráðnum


 

?Grindadráp í Føroyum kann ikki samanberast við tað, sum fer fram á einum donskum sláturvirki.

? Men í Føroyum er nógv gjørt fyri at bøta um grindadrápi.

Tað eru danskir djóraserfrøðingar samdir um.

Spurningurin um grindadráp hevur aftur verið til umrøðu í Danmark.

Men hesuferð hevur umrøðan verið á hægsta stigi - í sjálvum Fólkatinginum.

Málið tók seg upp herfyri, tá ið fólkatingslimurin, Aase D. Madsen úr Dansk Folkeparti, vildi hava Frank Jensen, lógmálaráðharra, at svara nøkrum spurningum um grindadráp.

Fólkatingslimurin vildi hava at vita, um tað bar til hjá lógmálaráðharranum at vátta, at føroyingar hava bøtt um grindadrápið tey seinastu árini.

Hon vildi eisini hava at vita, um drápshátturin nú kundi samanberast við mátan, sum stór djór vórðu dripin uppá á donskum sláturvirkjum.

Og at enda spyr hon um eisini djóralæknar, granskarar og djórasiðseminevndin góðtaka grindadráp, soleiðis sum tað nú fer fram.

Í einum rættiliga drúgvum svari hevur lógmálaráðharrin biðið Føroya Landsstýrið um eina frágreiðing.

Men harumframt hevur hann eisini biðið danska Djóraverndarfelagið, danska Djóralæknafelagið og djórafrøðingin, Karl Kinze á danska Djórasavninum siga sína meining um grindadráp

At enda bað hann Christinu Lockyer frá fiskirannsóknarstovuni, siga sína meining um grindadráp. Men hvørki hon, ella Djóralæknafelagið hava svarað.


Drápið nógv batnað

Allir teir tríggir serfrøðingarnir, sum hava svarað, eru á einum máli um, at grindadráp kann ikki samannerast við støðuna á einum donskum sláturvirki.

Teir halda, at grindadráp eigur heldur at samanberast við veiði.

Danska Djórasiðseminevndin hevur ikki viðgjørt grindadráp.

Men formaðurin í felagnum, Peter Sandøe, granskingarprofessari, vísir á, at tey seinastu árini er nógv gjørt fyri at bøta um grindadrápið. Bæði skulu hvalvágir góðkennast og tær verða hildnar viðlíka. Samtundis er hvalváknið bannað og ein nýggjur grindakrókur er mentur

Annars heldur hann, at grindadráp skal samanberast við veiði og tað kann ikki samanberast við tað, sum fer fram á einum sláturvirki .

? Slátridjór verða ald og kunnu flytast á sláturvirki og verða dripin undir skipaðum umstøðum.

?Hinvegin verða hvalirnir fangaðir livandi og síðani dripnir.

?Men tað merkir eisini, at trupulleikin við lamskotnum djórum ikki kann samanberast við vanliga veiði.

Hann vísir eisini á, at grindahvalur er ikki eitt hótt djóraslag.

Hann sigur eisini, at verður rætt atborið, tykist drápshátturin at vera rættiliga effektivur.

Í hesum sambandi vísir Frank Jensen, lógmálaráðharri, á, at nýggjar kanningar hava víst, at heilin á hvali fær blóð ígjøgnum æðrar, sum liggja tætt rundanum mønuna og ikki ígjøgnum pulsæðrar í hálsinum.

? Tí er mønustingurin als ikki ein so ómenniskjansligur drápsháttur, sum nógv hava hildið, tí samstundis verða blóðæðrarnar til heilan skornar av, og hvalurin missir tí vitið við tað sama og følir tí heldur ikki pínu.

Formaðurin í djórasiðseminevndini sigur, at í grundregluni kann grindadráp samanberast við at slakta eftir tí serliga jødiska og muslimska mátanum.

? Men tveir høvuðsmunur eru kortini mótvegis átrúnaðarligum slakti, tí har verður dýrið dripið í eini handavending við einum einasta skurði.

? Men tá ið hvalur skal skerast á háls, kann tað verða neyðugt at skera longri og at skera fleiri ferðir, áðrenn lívið fæst av honum.

Samanumtikið heldur hann, at enn meiri kann gerast fyri at bøta um grindadrápið, eitt nú við at læra fólk at skera á háls.

? Men tað kann eisini bøtast nógv um mátan, sum danir brúka djór uppá.

?Útfrá einum djórasiðsemiligari áskoðan, haldi eg, at gongdin í Føroyum er sera positiv, har grindamenn sjálvir royna at bøta um drápsháttin og at gera hann tíðarhóskandi.

? Eg haldi ikki, at tað er nakar serligur munur á grindadrápi og øðrum, góðtakiligum brúki av djórum.

?Og útfrá einum djórasiðsemiligum sjónarmiði, haldi eg ikki, at tað er nøkur orsøk til at finnast at grindadrápi, sigur Peter Sandøe.

Eisini djórafrøðingurin, Karl Kinze vísir á, at drápshátturin er nógv batnaður og at ávísur reiðskapur er bannaður, ella munandi avmarkaður.

Hann heldur ikki, at grindadráp er ein djórafrøðiligur spurningur, men at tað er ein spurningur um áskoðan.

Danska djóraverndarfelagið sigur, at í grundregluni eru tey ikki ímóti, at villini súgdjór verða gagnnýtt.

?Men tað skal gerast forsvarliga.

Og felagið heldur ikki, at grindadráp er forsvarligt, tí hvalurin verður strongdur, hvalvákn og krókur verða brúkt og at hvalur ikki skal drepast frá báti.

Men danski lógmálaráðharrin vísir júst á, at hvalváknið er bannað og at tað bara er í heilt serligum føri, at tað er loyvt at drepa hval frá báti.

Hann vísir eisini á, at altjóða hvalaveiðifelagsskapurin, IWC, viðurkendi í 1995 tær ábøtur, sum grindadrápið hevur verið fyri.