var so tómligt inni, at eg hálvavegna var bangin fyri, at hann fór at selja meg, tá nú ongar klædnavørur vóru inni. Hann sigur jú sjálvur, at hann kann selja alt ? Men har var einki at óttast. Inni í »gamla« [...] framtíðin hevur at bjóða honum, nú hann ikki skal niðan í SMS hvønn dag. Hann hevur fleiri jørn í eldinum og onkur minnist kanska, at hann í blaðnum herfyri boðaði frá, at hann fer at selja føroyskt vatn [...] Keypmannahavn, enn minni í Havn, sigur handilsmaðurin, sum dugdi so væl at siga kundum, at ein klædningur hekk og bíðaði eftir teimum, at teir næstan trúðu honum. Kreppuárini vóru spennandi Tá ein hevur verið
havið, og vit smádreingir lærdu, at hetta var ikki spæl, men lívsins álvara. Frá barnsbeini av lærdu vit eisini at vera í báti og at søkja sjógvin. Minnist, at mamma plagdi at biðja pápa taka okkum við, tí [...] árini, fyrst Sámal, síðani Karin, Lena og nú Dia. Eg má siga, at tungt kennist tað, nú systkinaflokkurin tynnist so skjótt, men vit mugu bara ásanna, at soleiðis eru lívstreytirnar. Menniskjan verður borin [...] húsarhaldið, at pápi var bóndi og eisini átti væl av jørð. Jørðin og tað hon gav, var grundarsteinurin undir húsarhaldinum og so var eisini høgligt at fáa fisk. Men nógv arbeiði skuldi gerast fyri at føða og
til landsstýrismannin fyri at bera so í bandi, at hetta er blivið veruleiki. Skapandi vinnur fáa nú veruligar tryggar karmar at virka undir, og eg fegnist samstundis eisini um, at landsstýriskvinnan í mentamálum [...] frá: Vit hava tørv á at siga søgur og greiða frá um okkum sjálvi og onnur, greiða frá tí vit uppliva, fata og kanska ikki fata. Hetta megnaði hon so meistarliga og ikki undarligt, at bók hennara varð gjørd [...] Haveka var tað eisini skelkandi at síggja fyrstu fimarnir á lørifti, har fólk rýmdu úr sálinum, tí tey hildu at tok og annað kom út úr løriftinum. Tað var trupult hjá fólki at skyna á, hvat var veruleiki og
púrasta óvart á, at henda bygdin í framtíðini skal skrivast Agrar og ikki Akrar, sum vanligt hevur verið. - Eg eri sannførdur um, at spurdi nevndin fólkið her um navnið, so var eingin ivi um, at fólkið vildi [...] sendu tey skriv út til nøkur øki at spyrja um ávís bygdanøvn. Millum hesar myndugleikarnar var Sumbiar kommuna, har Akrar eisini eru partur av. Sjálvur minnist Niclas væl, at tey í bygdaráðnum fingu eitt skriv [...] eita Lamba, og at Hellur skuldi eita Hellurnar. Hann var eisini at síggja í einum innslagi í Degi & Viku í februar mánaði, har hann greiddi frá arbeiði sínum at fáa tey røttu bygdanøvnini aftur til hansara
framíhjárætt at vera tolkur hjá Christian bæði á páskalegu í Danmark og á vanligum samkomufundum í Føroyum. Christian hevur ein hátt at siga Guds sannleikar uppá, sum fáir aðrir hava. Hann megnar at siga gamlar [...] tænasta í Guds ríki er at prædika Guds orð.” Samstundis sannaði hann, at hann hevði brúk fyri at koma at kenna Guds orð og bíbliuna betur. Tí fór hann á Moody Bible Institut í USA eitt ár, og har frá fór [...] a. at luttaka á ungdómssamfelagsmøtunum í Runavik um vikuskiftið. Hetta er triðja ferðin hann vitjar í Føroyum, fyrstu ferð var í 1964. Tá vitjaði hann í Betesda og í Ebenezer. Hann minnist væl, at tað
Gamla klichein um at Dario Fo fær okkum at flenna, men eisini at hugsa, er sonn. Men tá eg so seti meg at hugsa, eri eg at enda bert ikki samdur við Dario Fo. Evni Dario Fo vil hava okkum at hugsa um her, [...] politisk satira. Dario Fo byrjaði at lesa til arkitekt, men gavst, júst áðrenn hann gjørdist liðugur. Frá 1941 til 1945 byrjaði hann at fáa áhuga fyri pallsmíð, og byrjaði at venja dialogar. Hann las Gramsci [...] tey ríku. Dario Fo tók eftir kríggið upp aftur lestur, men byrjaði longu sum lesandi at stuttleika sær við at siga frá søgum, júst sum tær hann hoyrdi sum barn. Hann arbeiddi stundum sum assistentur á
longri útbúgving, tí eg haldi, tað er týdningarmikið, at tú hevur okkurt at halda teg til. Eisini í politikki. Tað er skjótt, at ein heldur, at tað er lætt at sita og taka avgerðir í politiska lívinum, men tað [...] Ístaðin fyri at fara til Keypmannahavnar at taka løgfrøðina uppaftur, fall valið heldur á Århus og enskt og evropafrøði. - Eg gjørdist troyttur av løgfrøði. Eg var koyrdur í senk, og satt at siga tímdi eg [...] fer at gera seg galdandi aftur í politiska talvinum í Føroyum er óvist. Tað kann eisini væl vera, at hann als ikki fer uppí politikk aftur, ella at hansara arbeiði fer at hava nakað við politikk at gera
orð á sær fyri at vera treytaleyst góð, og bara tað at fara at kanna hetta varð uppfatað eitt sindur sum at drýta í egið reiður. Men tað gekk alt væl, til vit komu við tilmælinum um at gevast heilt. Tá [...] trojanskur hestur hjá honum, sjálvt um eg havi lagt mær nær at siga honum frá, at eg eri ikki í hansara báti. Eg havi eisini roynt at greitt honum frá, at um hann vil grindini væl, so skal hann heldur venda kanónini [...] ongar ætlanir um at gevast at arbeiða, og eg ætli mær at halda fast við mínar langtíðar granskingarverkætlanir. Tað er eitt stórt privilegium at hava eitt arbeiði, sum er so hugtakandi, at tað eins væl kundi
sjálv og börn okkara, at ognirnar hjá pengamonnunum verða frystar alt fyri eitt, og at skipanin gevst at kanna seg sjálva. Almenningurin vil, at Fíggjareftirlitið verður koyrt frá og at aðrir eftirlitsstovnar [...] átti at havt vitað, at hann fleyt á eini lekabukku, men hann segði: Vit skulu bara halda á at rógva, so síggja vit, hvat hendir. Best er at gera sum minst. Tað vóru ráðini hjá Nýliberalismuni, at gera [...] lögreglustöðini hjá heimskapitalismuni, tí at rokningin, sum lá eftir á matstovu hennara, var so stór, at eingin hevur ráð at gjalda hana, men stjórnin, sum sat til fyri kortum, segði ikki sum teir sálarsjúku
stórur, tungt er at missa, men vit hava nógv at verða takksom fyri, at vit kundu hava tykkum millum okkum so leingi, vit vita, at tað er tann eina vegin tað ber, tá aldurin byrjar at tyngja, men vit vilja [...] og vit løgdust, minnist vit løturnar við sanginum “Nú dagurin at enda er”. Sum árini gingu fór heilsan hjá mammu tíverri at bila. Tá so eisini beinini góðu eftir, var tað neyðugt at mamma fekk hjálp [...] sum gekk burtur við Nólsoynni, bert 16 ára gamal, hetta var við til at ímynda hansara uppvøkstur og lívið framyvir, pápi kom tí at vaksa upp saman við sínum 5 systrum. Pápi, sum andaðist í 2001, var heimkærur