Frá politikki til lestrarlív

Jákup Sverri Kass hevur seinastu árini verið lesandi í Århus. Frá at vera yngsti løgtingslimur og yngsti fyrrverandi løgtingslimur er hann nú vorðin til ein av teimum mongu lesandi í jútska stórbýnum.

Århus: Yngsti løgtingslimur Føroya nakrantíð, Jákup Sverri Kass, slítur nú sínar skógvar og síni súkkludekk í Århus. Í 2001 legði ungi havnarmaðurin politiska lívið á hillina fyribils, og valdi at fara undir lesnað.
Á dagsskránni stendur nú enskt og evropafrøði á Handilsháskúlanum í Århus. Tvey ár eru longu farin afturum bak, so enn vantar Jákup Sverra (knapt) trý. Men hann er farin undir útbúgvingina við góðum treysti.
- Eg havi altíð viljað havt eina longri útbúgving, tí eg haldi, tað er týdningarmikið, at tú hevur okkurt at halda teg til. Eisini í politikki. Tað er skjótt, at ein heldur, at tað er lætt at sita og taka avgerðir í politiska lívinum, men tað er tað ikki, sigur fyrrverandi løgtingslimurin fyri Sjálvstýrisflokkin.
Av tilvild
Tá Jákup Sverri í 1998 varð valdur inn á ting, hevði hann longu søkt sær pláss á universitetinum í Keypmannahavn.
Løgfrøði var tá hansara hjartamál, men tá tingsessurin stóð honum í boðið, valdi hann, at útseta lesnaðin í fyrsta umfari.
- Tað var rættiliga tilvildarligt, at eg kom inn á ting.
Eg kom inn, sum eykamaður fyri Helenu Dam á Neystabø, sum fór í landsstýrið, greiðir Jákup Sverri frá.
Eftir at hava sitið eitt ár á tingi, byrjaði Jákup Sverri at lesa løgfrøði. Hann fór niður til Keypmannahavnar í tríggjar mánaðir, og kom so aftur til Føroya fyri at halda fram sum sjálvlesandi og fyri at røkja tingsessin. Men eftir einum ári varð løgfrøðin slept.
- Tað varð alt ov strævið. Fyrst at lesa løgtingslógir og so at seta seg inn í danskar lógir gjørdist ov nógv, so tí valdist eg at gev-ast, og bert halda meg til politikkin.
Tá Jákup Sverri sum 21 ára gamal fyri fyrstu ferð sessaðist í djúpa løgtingssessin var tað við ungdómsmálum fyri eygað.
- Eg vildi fáast við mál, sum eg helt meg hava skil fyri. So ungdómsmál tóktist vera tað mest upplagda ístaðin fyri at fáast við eitt nú fiskidagatøl, (men sjónarringurin breiðkaðist skjótt) flennur tann nú 26 ára gamli havnarmaðurin.
Broyttist
At gerast politikkari sum 21 ára gamal, og sita í einum av landsins heitu, fólkavaldu stólum, hevur sjálvandi mangt ymiskt við sær.
- Eg var fyrireikaður uppá at vera í tinginum við tað, at eg hevði áhugan. Men sálarliga, so var eg ikki meira enn ein vanligur 21 ára gamal maður. Og tað broytti meg eisini, greiðir Jákup Sverri frá.
- Og júst hetta gjørdi, at tað var gott at koma til Danmarkar og vera ein vanligur 24 ára gamal.
Í 2000 gjørdi Jákup Sverri saman við unnustuni (nú konuni) av, at árið eftir, skuldi leiðin leggjast til Danmarkar. Og tá Helena misti landsstýrissessin, reyk Jákup Sverri úr tinginum.
- Og soleiðis gjørdist avgerðin hjá mær nógv lættari.
Hjem til Århus
Tá skjøtil nú skuldi setast á lestrarlívið vóru ymsar broytingar eftir tey trý árini í politikki. Ístaðin fyri at fara til Keypmannahavnar at taka løgfrøðina uppaftur, fall valið heldur á Århus og enskt og evropafrøði.
- Eg gjørdist troyttur av løgfrøði. Eg var koyrdur í senk, og satt at siga tímdi eg als ikki at hyggja aftur í tær bøkurnar.
Við at vera virkin í politikki, vaks áhugin fyri samfelags-málum og Evropa. Lesturin hjá Jákup Sverra snýr seg millum annað um lógir og EU viðurskifti. Um hvussu Evropa er uppbygt sum lond og sum felagsskapur, og hvørjir møguleikar og vansar liggja í einum slíkum felagsskapi. Umframt enskt sum handilsmál.
Tá lesturin um trý ár er liðugur, kann Jákup Sverri seta cand.ling. merc á visittkortið. Og eftir lokna útbúgving er ætlanin at flyta heim aftur til Føroya.
- Beinanvegin!, leggur Jákup Sverri skemtandi afturat.
Broytingin
At fara frá at vera løgtingslimur til ein vanligan føroyskan lesandi í Århus gjørdist sjálvandi ein broyting.
- Valið fall á Århus, tí býurin hevur gott orð á sær, sum lestrarbýur. Hann er meira »føroyskur« og jydar meira fyrikomandi enn eitt nú í sælendingar, heldur Jákup Sverri.
- Sjálvandi var skiftið eisini stórt. Bæði sálarliga og materialistiskt. Materialistiskt á tann hátt, at noyðast at selja bilin og keypa eina súkklu, og so at fara frá góðari, fastari løn til SU á 4000 krónur. Men eg hevði so ikki sett meg í skuld á nakran hátt, so tað var ein fyrimunur.
Tað vóru eisini fleiri í skúlaflokkinum, sum hildu tað vera løgið, at Jákup Sverri hevði sitið í løgtinginum, sjálvt um hann bara var 24 ára gamal.
- Men tað var forfrískandi at koma frá Føroyum og vera ein almennur persónur til Danmarkar og vera meira ella minni anonymur. Tað var deiligt, at sleppa at liva eitt lív sum ungur.
Einaferð politikkari...
Føroya yngsti fyrrverandi løgtingslimur, heldur seg hava lært nógv ta tíðina, hann sat á tingi. Og nógv, sum hann eisini fær brúkt í lestrinum hjá sær her í Århus. Men um hann stillar uppaftur, er enn ein opin, ósvaraður spurningur.
- Tað kann vera, at eg stilli uppaftur. Og um eg geri, so verð-ur tað helst fyri Sjálvstýrisflokkin. Orsøkin til, at eg sigi helst er, at flokshug-sjónin skal hóska til stevnuskránna, bæði í skrivaða og førda politikkinum, greiðir Jákup Sverri frá.
Sjálvt um hann er lesandi á flatlondum, so fylgir hann væl við í politikkinum heima í Føroyum.
- Eg haldi, at føroyska politikkinum vantar visónir. Nú verður vassað í tí sama. Fullveldissíðan hevur start seg blinda í fullveldismálinum, meðan sambandssíðan hevur start seg blinda í danska ríkisfelagsskapinum. Har vanta langsiktaðar ætlanir, og har hevði eg kunnað hugsað mær at sæð meira av EFTA og EU samstarvi á dagskránni.
Jákup Sverri er ikki í iva um, at ein útbúgving gevur betri barlast til at fara uppí politikk.
- Í og við útbúgving, so verður tín sjónarringur breiðkaður, so tú sært longri enn til næsta bøgarðin, um eg so má siga. Útbúgvingin gevur tær at grundarstøði, so tú sært tingini uppá ein annan máta. Hon borgar fyri bókligum førleika og praktiskari vitan, har tú letur eyguni upp fyri, hvat gongur fyri seg úti í heiminum.
Spennandi tíð
- Tíðin, tá eg sat á tingi, var ein spennandi tíð. Serliga við fullveldismálinum. Men hvørki Føroyar ella Danmark vóru búgvin til fullveldi, tí tað var so merkt av populismu ? frá báðum pørtum, heldur Jákup Sverri, sum leggur afturat, at alt krútið var brent av beinanvegin.
Sjálvur hevur hann eina hugsjón, sum peikar ímóti eini stigvísari gongd ímóti sjálvstýri, har Føroyar í størri mun taka avgerðir og avleiðingar sjálvar.
- Eg síggi einar sjálvsstøðugar Føroyar, tá vit hava yvirtikið tað síðsta málið og gjalda okkara rokningar sjálvi. Ikki fyrr enn tá kunnu vit samráðast við Danmark á jøvnum føti.
Men um ella nær Jákup Sverri fer at gera seg galdandi aftur í politiska talvinum í Føroyum er óvist. Tað kann eisini væl vera, at hann als ikki fer uppí politikk aftur, ella at hansara arbeiði fer at hava nakað við politikk at gera.
- Eg ynski at arbeiða innan tað privatavinnulívið. Kanska ráðgeving, har ein fær innlit í marknaðaruppbygningar. Ella kanska á uttanlandsdeildini hjá Landsstýrinum.
Eitt er so vist. Nú heldur ungi havnarmaðurin seg til lesnaðin, og ætlar sær ikki at blandast uppí føroyska politiska meldurin enn á sinni. Útbúgvingin skal fyrst fáast av skafti.
- Og tað var eisini ein av orsøkunum, at eg valdi at fara at lesa. Við útbúgvigini fái eg eisini møguleika fyri eini aðrari framtíð enn, at vera tengdur at politikki altíð, sigur Jákup Sverri Kass at enda.
?????
FAKTA
Fulla navn: Jákup Sverri Kass
Føddur: 19. januar 1977
Arbeiði: Lesur enskt og evropafrøði á handilsháskúlanum í Århus á øðrum ári
Giftur við Poulu, og saman eiga tey dóttrina, Súsanna, sum er eitt ára gomul