miðnámsskúli í Vági skapar onki. Men tað hevði eitt røktarheim gjørt. Tom Silvurdal úr Vági er verkfrøðingur. Hann er býarverkfrøðingur á Tvøroyri, men hann býr í Vági og hevur áhuga í tí, sum rørist í oynni [...] verður fluttur til Hovs og lagdur í ein depil saman við heilsuskúlanum. Afturfyri skal eitt røktarheim byggjast í Vági á stykkinum, sum varð ætlað til skúlan. Í Sosialinum í gjár metti Dennis Holm, at mið [...] síni børn í miðnámsskúlan í Vági er tað sama sum at vinka teimum farvæl, tí tá ið tey hava fingið sína útbúgving, hava tey ongan livandi møguleika at fáa arbeiði aftur í Suðuroy. Tað geva nógv foreldur
hátíðarhaldi í Hvalba í samband við, at tað í ár eru liðin 100 ár, síðan presturin, Franz Busch í Hvalba, stovnaði fyrsta Bláa Kross felagið í Føroyum. Síðan presturi kom til Suðuroyar í 1896, hevði hann [...] lagdur á fráhaldsmálið. Nú í vikuskiftinum fer Blái Krossur so hundrað ár eftir stovnanina at hava ymisk tiltøk í fimleikarhøllini og í Missiónshúsinum í Hvalba. Hátíðarhaldið byrjar í fimleikarhøllini leyg [...] at øll tiltøkini í Hvalba leygardagin og sunnudagin eru ókyepis. - Vit vóna, at nógv fólk fara at nýta høvi at hátíðarhalda henda dagin í Hvalba saman við okkum, siga tey á skrivstovuni í Saltangará. Um
síðan, er nógv hent. Jákup sigur, at nýggjastu ketlarnir hjá virkinum eru sera bíligir í brúki; teir brenna lítla olju, og dygdin er í serflokki. Í dag standa fleiri enn 900 ketlar hjá Hógv uppi í Føroyum [...] 6-8 fólk. Høvuðsframleiðslan er ketlar, men virkið tekur sær eisini av øðrum uppgávum, eitt nú HVS-innleggingum í sethús og størri bygningar. Haraftrat hava teir sett upp ventilatiónsskipanir í nógv ár [...] fjarhitaeindir. - Vit hava í longri tíð arbeitt við at menna eina fjarhitaeind, bæði til føroysk viðurskifti og til útflutnings. Hann sigur, at nakrar eindir standa longu uppi í Havn, og í nærmastu framtíð verða
tónaskaldið Hans Jákup Højgaard var borin í heim á Toftum. Í hesum sambandi skipaði ein bólkur settur av Nes kommunu fyri fýra tiltøkum. Tað fyrsta var ein konsert í Fríðrikskirkjuni tann 15.august, har H [...] hon hevði jú sungið hjá Hans Jákup lærara. Til jólafestir og aðrar samkomur, har nógv fólk var samlað, bleiv altíð trivið í at syngja fleirræddað. Onkur byrjaði, so tóku hini undir. Ongir nótar og ongin [...] eldru fólkini syngja sangir, sum tey høvdu sungið í brotum, tá eg var barn. Og tað gjørdist ein sonn hátíðarløta í Fríðrikskirkjuni, har sanggleðin var í hásæti. Fyrri partur av konsertini byrjaði við einum
tað seinasta árið niðri í Danmark, har hann fær prógv sum prentari. Tá hann kemur heim aftur í 1961, fer hann at arbeiða hjá Einars Prent. Í 1967 fær hann arbeiði í prentsmiðjuni í Gamla bókhandli, og har [...] har er hann, inntil hann í 1976/77 gevst sum prentari og fer at virka sum ferðandi evangelistur í brøðrasamkomunum í Føroyum, og ein kann sanna í dag, at verk evangelistsins kom at vera lívsyrkin hjá f [...] teym inni á Hulki. Louis Palau fundarøðin í 1988, og fylgisveinafundarøðirnar hjá Billy Graham úr Essen í Týskalandi í 1991 og frá Puerto Rico í 1995. Svenning er ikki einans evangelisturin á røðarapallinum
lívið. Svenning av Lofti sigur, at nógv ymisk fólk hjálpa til í hesi tænastu, og ferðafólkini er sera fyrikomandi og taka væl ímóti faldaranum. Í ár hevur Billy Olsen í Havn samskipað útbýtingina av faldaranum [...] fáa yvirlit yvir nær tey ymisku ferðamannaskipini koma og fara, hvussu nógv ferðafólk eru við, og hvat mál tey tosa. Øll hesi árini hava fólk staðið við landgongina á ferðamannaskipunum og givið ferðafólkunum [...] útferðir, av tí at tey fara í bussarnar á Molanum og verða sett av aftur á Molanum. Men tá skip liggja úti á vágni, er møguleiki at býta til teirra, tí tey verða sigld inn á Bursatanga í smábátum. Somuleiðis
longu í gamla Jugoslavia, at trúgvin avgjørdi hvør hataði hvønn, og t.d. loysingarfólkini í Tjetjenia halda seg til islamisk virðir. Vit hava sæð hetta í nógv ár í Norðurírlandi, og tað hómast í Skotlandi [...] skakaði heimin, ella í hvussu so er vesturheimin, sum ikki er vanur við at nógv fólk verða dripin so meinngsleyst, byrjaði tað sonevnda kríggið móti altjóða yvirgangi. Tað skakandi í hesum atsóknum var eisini [...] hetta sást, og sæðst, m.a. í Korea og Vietnam. USA stuðlaðu eisini mujahedinunum í Afghanistan í teirra stríði ímóti tí Sovjetisku innrásini, hesir somu mujahedinarnir eru í dag trúgvastu hermennirnir
tími, vit vóru seinkað, so har traff ein nógv kend fólk áðrenn vit fóru í flogfari. Túrurin heim í flogfarinum gekk væl, vit komu í Vágar og fóru so tey flestu í bussin, nøkur høvdu bil sjálvi. Komin til [...] føroyingar í krígstíð og aftan á kríggið. Men tíðin gekk undan, vit fóru í skundi í bussin, har okkara vinarligi og góði bilførari setti ferð á ímóti flogvøllinum. Aftan á middag fóru vit í flogfari, har [...] annars sá tað gott út. Tað passaði væl, tað vóru nakrar rykkingar í flogfarinum, síðani var alt gott og flogfari lendi í øllum góðum í Reykjavík. Úr Reykjavík fóru vit til Akranes, har vit fóru á eitt
líka í frontin. Alma steðgar eitt sindur á og tekur so aftur í aftur, at kanska mistu teir lívið fyri ein bardaga í Miðvágstúni? Alma veit nógv at siga frá sínum langa lívi. Orsakað av plásstroti í blaðnum [...] yvirgangsatsóknini í New York. Og tað merkti eisini hendan hátíðardagin í Miðvági, minnist Alma. Mist nógvar Alma er fødd í Sandavági, har hon vaks upp. Mamman var úr Vestmanna, og Í Vestmanna var Alma [...] Rímiligt eru stórar broytingar hendar í Almusa tíð. Alt er vorðið lættari, og nógv er vorðið betri. Men kortini undrast hon á, at fólk ongantíð hava tíð til nakað í dag. Og altíð eru tey so móð og so stressað
Rúni Nolsøe. Spurdur hvussu tað ber til, at HB hevur so mikið greiða leiðslu í landskappingini, sigur Rúni Nolsøe, at tað eru tað helst fleiri orsøkir til. Hann heldur, at HB-liðið í ár er sterkari enn [...] enn gullið er í hús, men gerast vit meistarar sunnudagin, so ivist eg ikki í, at tað verður veitsla sunnukvøldið, sigur hann. Óvanlig støða hjá B36 Venjarin hjá B36, Jóannes Jakobsen, er í einari óvanligari [...] undan brakinum í Gundadali sunnudagin. Tað er nevnliga so, at hann fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum hevur alt fólkið hjá sær tøkt til ein dyst. Tó er Niels Joensen farin av landinum í lestrarørindum