Bogi Eliassen
?????????????
Orðið terrorisma ella yvirgangur, sum tað eitur á móðurmáli okkara, er vorðið ein partur av okkara alheimsgjørda daglidegi. Fyri júst trimum árum síðani 11. september 2001 hendu ræðuleikar í USA, serliga í New York, tá tvey ferðamannaflogfør yvirtikin av yvirgangsmonnum vórðu brúkt sum missilar, og flogin inn í bæði tornini á World Trade Center. Avleiðingarnar minnast vit helst øll, og oftani hava vit sæð myndir av brennandi bygningum, fólkum sum tveittu seg út og tá ið byningar rapaðu. Hendingin sum skakaði heimin, ella í hvussu so er vesturheimin, sum ikki er vanur við at nógv fólk verða dripin so meinngsleyst, byrjaði tað sonevnda kríggið móti altjóða yvirgangi. Tað skakandi í hesum atsóknum var eisini, at talan var um altjóða yvirgang, soleiðis at skilja, at roynt var ikki t.d. at raka USA í Miðeystri, men heima hjá sær sjálvum. Oftani sær hetta stríðið eisini út sum eitt stríð ímillum kristnu og jødisku trúnna mótvegis islam.Serliga átrúnaðarligir fanatikkarar á báðum síðum royna at fáa tað til at verða eitt religiøst kríggj. Havi sjálvur staðið á Ground Zero, har hesir mætu bygningar einaferð stóðu, og jú ein kennir seg lítlan, sjálvt tá einki er eftir.
Fyri at skilja hvat 11/9 2001 hevur merkt fyri heimssamfelagið er neyðugt at hyggja nærri at hvat vit høvdu áðrenn. Eftir seinna veraldarbardaga og til endan av áttatiárunum høvdu vit sonevnda kalda kríggið, sum í stóran mun býtti heimin í tveir partar. Her vóru USA og Sovjet risaveldini og flestu lond noyddust at velja at stuðla øðrum partinum. Hetta var somuleiðis eitt tíðarskeið, har nógv tjóðskaparlig frælsistríð herjaðu og nógv nýggj lond komu aftrat, serliga í Afrika og Asia. Ein partur av politikkinum hjá loysingarrørslunum tá, var at fáa stuðul frá øðrum risaveldinum, fyri at fáa sítt egna land. At Sovjet og USA bardust um hetta sást, og sæðst, m.a. í Korea og Vietnam. USA stuðlaðu eisini mujahedinunum í Afghanistan í teirra stríði ímóti tí Sovjetisku innrásini, hesir somu mujahedinarnir eru í dag trúgvastu hermennirnir hjá Osama Bin Laden. Hetta dømi vísir hvussu skjótt samstarv broytist.
Tá kalda kríggið var av, var heimurin ikki tvíbýttur longur, opið var fyri breiðum samstarvi og alheimsgerðin tók dik á seg, væl hjálpt av tøkniligu menningini, sum lætti um samskifti og ferðing.
Optimisman var stór fyrst í 90?unum. Liberalisman hevði vunnið hugmyndafrøðiliga slagið, og allir eysturheimurin bleiv víð opin eftir meira enn 40 ár í einum kommunistiskum projekti, sum eingin kendi ræðuleikarnar av fyrr enn øll skipanin rapaði.
Altjóða menningin tók sum sagt dik á seg, men samstundis sást at munurin millum fátæk og rík í heiminum bara økiskt. Alheimgerðin fekk ikki heimin at taka henda søguliga møguleikan, at við samstarvið at betra um heimin. Flóttafólkastreymar gjørdust meira vanligir, tøkniliga menningin viðførdi at eisini fátæki triðjaheimsborgarin sá, at lívið var eitt heilt annað enn hansara møguleikaleysa stríð. Ideologiska stríðið var av, men hvat so? Vit sóu longu í gamla Jugoslavia, at trúgvin avgjørdi hvør hataði hvønn, og t.d. loysingarfólkini í Tjetjenia halda seg til islamisk virðir. Vit hava sæð hetta í nógv ár í Norðurírlandi, og tað hómast í Skotlandi, um hugsað verður um grannar okkara, at átrúnaðurin avgerð hvør heldur saman.
Munurin er tó, altjóða yvirgangurin verður brúktur um allan heim, meðan yvirgangurin fyrr ofta avmarkaði seg til statsmarkið. Yvirgangurin hjá Bin Laden hevur til endamáls at jarðleggja vesturheimin og grundgevingin er ofta víðgongd átrúnaðarlig. Men hann hevur eisini megnað at ført hetta stríð við einføldum, men sera væl tilrættarløgdum átøkum, sum t.d. at ræna ferðamannaflogfør og brúka tey sum missilar, hevur megnað at snýtt serliga framkomið eftirlit og fregnaramboð við at brúka einføld brøv, sum eisini lýsir hvussu viðkvom okkara samfelagsskipan í veruleikanum er.
Úrslitið av 11. september hevur verið at ein altjóða innrás bleiv gjørd í Afghanistan, tí Talebanstýrið vardi Al Qaeda og í allar aðrar mátar eisini var eitt harðrent stýrið. Hareftir bleiv ein innrás gjørd í Irak, tá navnframi Saddam Hussein ikki vildi geva frá sær síni hópoyðingarvápn.
Eftir 11. september bleiv alt eftirlit hert, tí nú var vandi á fer. Flestu lond settu eisini strangar reglugerðir og lógaverk í gildi viðvíkjandi yvirgangsviðurskiftum. Í vesturheiminum hava nógvar av hesum broytingunum elvt til kjak um hetta ikki var ov nógv. Í triðja heiminum hava tiltøkini merkt, at mannarættandi, sum barst hevur verið fyri í fleiri áratíggir verða sett til viks og harðrendir leiðarar hava kunnað skýrt alla mótstøðu fyri møguligan yvirgang. Soleiðis er tað mín meting, at innan mannarættindi er borgarin í triðja heiminum farin eftir hæli. Men vit hava eisini sæð, at altjóða rætt-indir ikki hava verið givin krígsfangunum úr Afghanistan, eins og vit hava sæð píning av fangum í Irak.
Eg havi onga samkenslu fyri yvirgangi, men meti, at tað er neyðugt at vit í fyrsta heiminum viðurkenna, at vit verða noydd at taka størri altjóða ábyrgd, soleiðis at fólk fáast burturúr svárastu armóð. Hetta krevur samskipaða menningarhjálp við krøvum, neyðhjálp og ikki minst marknaðaratgongd til okkara marknaðir. Tað er givið at talan er ikki bert um fátæk fólk sum stuðla Al Qaeda og berjast fyri Al Qaeda, men eftir mínum tykki er Al Qaeda so sterkt, m.a. tí muslimsku londini ikki eru sterk í heimsamfelagnum. Flestu teirra eru merkt av fátækradømið, og har kann Al Qaida m.a. mála eina framtíðarmynd av einum muslimsk stýrdum heimi, har hesi fólk verða ráðandi í einum heimi stýrdur av muslimskum virðum, og ikki sum í dag av vestanlondunum eftir vestligum virðum.
Alheimsgerðin hevur viðført, at vit eru ein partur av heiminum, hvørt vit vilja tað ella ikki. Fátækradømi er ein álvarslig hóttan ímóti einum støguðum heimi, tí fátækradømi ofta hevur við sær bæði flóttafólkastreymar og kríggj. Hetta fátækradømi er við til at stuðla heimsins yvir-gangi. Eg eri av tí áskoðan, at tað er rætt at fáa beistaríkisstjórnir frá, so sum Taleban og Saddam, men havi ilt við at skilja, at hetta er nokk. Um eitt altjóða ella t.d. amerikanskt herlið fer inn í eitt land, er ikki nøktandi bert at tveita stjórnina á dyr, tí eftir eitt slíkt stýrið kemur altíð eitt valdstómrúm, sum m.a. bæði í Afghanistan og Irak førdi við sær eitt umfatandi óskil, sum kanska var reint lógloysi.
Skulu vit gera innrásir fyri at fáa einaræðis- og beistaharrar burtur, skal hetta gerast við langtíðarætlanum. Ein langtíðarætlan er ikki 2 ella 4 ár, men minst 10 ár. Men mest umráðandi er, at vit skapa eitt alheims-samfelag við minni fátækradømi, og er tað nakað vit skulu læra av 11. september, so er tað at heimurin er fyri øll og ikki bara okkara. Ynskja vit ein betri heim, mugu vit hugsa um allan heimin og ikki bert okkum.
Heima hjá okkum hava vit eisini beinleiðis avleiðingar av altjóða yvirgangi. Havnirnar skulu nú yvirgangstryggjast, og góðkennast á ein IMO lista. Tað er vorðið somikið strangt, at skip sum hevur verið í eini ikki góðkendari havn, kann verða blacklistað, soleiðis at tað ikki sleppur inn í aðrar havnir. Sjálvt um tað kann tykjast púra burturvið, so er kravið, sum ein partur av at tryggja seg ímóti yvirgangi, sum partur av alheimssamfelagnum, at sjálvt smáar havnir skulu verða væl vardar. Altjóða yvirgangur ger størst skaða tá hann kann rakað óvæntað, tí mugu samfeløgini í dag hava betri eftirlit, enn vanligt var undan 11. september 2001. Vit kenna sjálvi ótryggleikan á okkum, serliga tá vit eru úti í heimi. Stendur ein einsamøll taska við eitt ómannað borð á einum flogvølli, byrjar ivin beinavegin at stinga seg upp, hvat er hatta? Kalda Kríggið hevði kjarnorkubardaga sum ein støðugan ótta, nú er hesin óttin óvæntaður yvirgangur og hann er kanska størri, tí eingin ávaring kemur og álopini er tilætla sivilum. Ræðuleikarnir vit júst hava sæð við gíslatøku og hópmorðum á einum russiskum skúla, er eisini eitt dømi um hvussu tilvildarligt tað er, hvørji verða rakt, men úrslitið er at foreldur koma at hava ein støðugan ótta at senda børnini í skúla. Vit fáa helst ongantíð vissu fyri hvørt tað var tilætlað at drepa børnini, men tað er givið, at tá yvirgangsatsóknir beinleiðis leggja eftir børnum, tykist onki mark at verða. Tað hevur verið frammi, at henda atsóknin hevur verið tilrættarløgd av fólki uttanfyri Russland, men útint av fólki búsitandi í Ruslandi og kann talan sostatt verða um part av staðiliga altjóða yvirganginum.. Hinvegin sæst, at Putin longu brúkar henda ræðuleika at legitimera brúk av valdi, tó talan er bólkar, hann ikki situr væl um sátt við.