Aftur til Hvalbiar eftir 100 árum

Í mai í ár vórðu júst hundrað ár liðin, síðan fyrsta Bláa Kross felagið varð stovnað í Føroyum. Felagið varð stovnað í Hvalba, og nú stívliga hundrað ár eftir skipar Blái Krossur fyri hundrað ára hátíðarhaldi í Hvalba við nógvum ymiskum á skránni

100 ára hald

Leygardagin, 18. september og sunnudagin, 19. september, skipar Blái Krossur fyri hátíðarhaldi í Hvalba í samband við, at tað í ár eru liðin 100 ár, síðan presturin, Franz Busch í Hvalba, stovnaði fyrsta Bláa Kross felagið í Føroyum.
Síðan presturi kom til Suðuroyar í 1896, hevði hann trúliga skipað fyri Blá Kross-fundum, sum vóru kristiligir fundir, har dentur varð lagdur á fráhaldsmálið.
Nú í vikuskiftinum fer Blái Krossur so hundrað ár eftir stovnanina at hava ymisk tiltøk í fimleikarhøllini og í Missiónshúsinum í Hvalba.
Hátíðarhaldið byrjar í fimleikarhøllini leygarmorgunin klokkan 10, tá ið haldið verður sett. Tórhild Bjarkhamar, fyribyrgingarleiðari hjá Bláa Krossi, fer at viðgera spurningin, hvussu vit hjálpa børnum sum líða. Tá ið Tórhild er liðug við sítt innlegg, fer Poul Jákup Lundsbjerg, sum nú er leiðari á BlákrossCaféini, at greiða frá sínum lívi.
Eftir, at Tórhild og Poul hava greitt frá, kunnu fólk seta spurningar og gera viðmerkingar.
Klokkan 14 leygardagin fer Absalon, búktalari og Ásbjørn, gyklari, at hava okkurt stuttligt til børnini, sum eisini fáa okkurt heim við frá Bláa Krossi.
Hetta tiltak verður eisini í fimleikarhøllini.
Leygarkvøldið klokkan 20 verður møti í Missiónshúsinum í Hvalba við Alfred Olsen, har sangkreftir úr Porkeri eisini eru við.
Tað verður Jaspur Langgaard, sum er aðalskrivari í Bláa Krossi Føroyar, ið endar møtið.
Sunnudagin, 19. september, verður kirkjugongd í Hvalbiar Kirkju, har Sverri Steinhólm, prestur prædikar.
Sverri er eisini formaður í landsnevndini hjá Bláa Krossi.
Blái Krossur Føroyar sigur, at øll tiltøkini í Hvalba leygardagin og sunnudagin eru ókyepis.
- Vit vóna, at nógv fólk fara at nýta høvi at hátíðarhalda henda dagin í Hvalba saman við okkum, siga tey á skrivstovuni í Saltangará.
Um bygnaðin hjá Bláa Krossi Føroyar kunnu vit í stuttum siga, at aðalfundurin er hægsti myndugleikin í felagsskapinum. Síðan kemur landsnevndin, har Sverri Steinhólm sum nevnt er formaður. Aðalskrivari er Jaspur Langgaard, og fíggjarleiðari er Kristian á Reynatrøð.
Undir hesum bygnaðinum ? ella sum fundament undir honum ? liggja eitt nú Blákrossheimið, har Olga Magnussen er leiðari og BlákrossCaféin, har Poul Jákup Lundsbjerg er leiðari.
Blái Krossur Føroyar hevur eisini ein fyribyrgingarleiðara, sum er Tórhild Bjarkhamar.
Í snøggum faldara, sum Blái Krossur hevur givið út í sambandi við, at felagsskapurin nú hevur 100 ár á baki, skrivar Johs. Andr. Næs nøkur orð um tíðina, tá ið Blái Krossur festi rót í Føroyum.
Hann skrivar:
Mangir fráhaldsfelagsskapir við ymiskum sjónarmiðum gjøgnum tíðirnar hava verið stovnaðir ymsastaðni í heiminum við ymiskum reglugerðum ? eisini í Føroyum. Blái Krossur er ein av hesum felagsskapum. Hann er stovnaður við kristnu trúnni sum grundstøði. Felagsskapurin varð stovnaður í Sveits í 1877. Hann kom til Danmarkar í 1894 og til Føroya í 1904.
Men, sigur Johs. Andr. Næs, at frásøgn er um, at nakrar kvinnur í Havn longu í 1895 royndu at stovna ein Bláa Kross felagsskap, men hesum kom lítið og einki burtur úr.
Sum áður nevnt, var tað presturin, Franz Busch í Hvalba, sum stovnaði fyrsta blákrossfelagið í Føroyum.
Í faldaranum verður sagt:
Við sínum kristna boðskapi hevði hann víst til tey fráhaldsfeløg, ið vóru frammanundan ? eisini á tað, sum tá var í Hvalba. Nú í 1904 vóru tey feløgini øll deyð - eisini tað, sum hevði verið í Hvalba, og tí var høvi til at stovna eitt blákrossfelag.
Felagið, sum varð stovnað í Hvalba, 15. mai. 1904, varð stovnað sum ein deild í stóra danska Bláa Kross-felagsskapinum.