StÍF er um nakar steypaliðið burturav í føroyskum manshondbólti. Strandingar hava síðstu mongu árini verið fremsta liðið í steypakappingini hjá monnum, og aftur í ár sær tað út til, at teir verða við, [...] til meskarnar. Strandingar vóru rættuliga ágrýtnir í verjupartinum og fóru allatíðina út í gestirnar úr Havn, og tað tóktist ikki hóva kyndilsmonnum. Í hinum endanum hevði heimaliðið eisini sínar trupulleikar [...] hann síðani sendi í meskarnar. Kyndil hevði framvegis trupulleikar í sínum álopsspæli, og mangan tóktist tað sum um, at teir grønu úr Havn spældu nógv truplari, enn neyðugt var. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki
Gaman í fekk hann tvær útvísingar, men hetta er meira ein avleiðing av hansara spælistílið, har hann ongantíð sparir seg í nærdystum. Mugu styrkjast Kyndil helt við sigrinum framhaldandi fast í møguleikanum [...] móti Neistanum. Einki er at ivast í, at kyndilsleiakararnir eru grammir eftir stigunum í hesum dysti, og harafturat hava teir helst einki ímóti at leggja fót fyri grannunum í gullstríðnum. Higartil hevur Neistin [...] undanfarnu kappingarárini munnu helst ikki vera gloymdir enn, men í øllum førum skal nógv broytast, um hoyvíkingar skulu gera sær vónir um luttøku í oddastríðnum og steypafinalum. Sunnudagin var tað Kyndil, sum
GÍ og HB hava verið og eru í einum ættarliðsskifti. Tað eru tvey ár síðani, at HB var í finaluni, og tað eru fýra ár síðani, at GÍ var í finaluni. Hjá HB eru fýra framvegis í 1. deildarhópinum, sum vóru [...] Petur Olsen, sum var við tá, er framvegis í 1. liðshópinum, men vit hava skilt tað soleiðis, at hann verður ikki førur fyri at spæla í morgin. Í 1997 var GÍ aftur í Gundadali. Ta ferðina smurdu teir VB av [...] HB vann 2?0 á KÍ. Tá GÍ tvær ferðir var í Gundadali í 1996 og stríddist við HB, áðrenn teir høvdu vunnið steypafinaluna, vóru fýra spælarar, sum fara á vøllin í dag, á liðnum. Teir eru Poul Ennigarð, Rúni
aftur til Føroya, eftir at teir leygardagin høvdu verið í Ungarn og spælt í Intertoto Cup. Liðformaðurin heldur, at teir hava verið eitt sindur troyttir í vikuni. Teir hava vant eitt sindur á Tórsvølli, og [...] teir eru greiðir yvir, at um teir skulu vinna nakað í ár, so skal tað vera í steypakappingini. Tí er tað heilt opið. Vit vunnu landskappingardystin í Gøtu 2?1, men tá var tað sera tætt, staðfestir HB l [...] Hyggja vit eftir støðutalvuni í landskappingini, so er eingin ivi um, at HB er favorittur at vinna steypafinaluna í morgin. HB tykist vera á veg móti FM heitinum, meðan gøtumenn higartil hava havt ilt
ger, serliga í skaldsøguni Glataðu spælimenninir, orð til tónar og søgu til symfoni. Ikki bert í bygnaðinum, men eisini í innihaldi lýsir tónleikurin tað áhaldandi skifti millum alt og einki í tilveruni. [...] Marjun Dalsgaard Tað eru 105 ár liðin, síðan William Heinesen varð borin í heim, og á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn var í tí sambandið møguleiki fyri at hoyra fyrilestur um skaldskapin hjá Williami, [...] til stuttleika í seks eintøkum til vinir og kenningar, eins og hon hevði við sær eina mynd, sum mamma hennara hevur tikið av Williami og Lisu Heinesen, Janus Kamban og Karsteni Hoydal í føroysku fjøllunum
liðið hoknar«, yrkti Janus Djurhuus. Og sjálvdan man tað hava passað betri enn í hesum førinum. Edvard Hermansen metir tó, at størri parturin av teimum atkvøðunum, sum ikki komu aftur í mun til seinasta val [...] fullveldissinnaðir, sum stevnan annars er til. Sjálvgjørt Heldur ikki Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýrisflokkinum ivast í, at úrslitið var sjálvgjørt. Hann ásannar, at tað var óhepið at formansskiftið [...] helst ongar ætlanir um løgtingsval í ótíð. Men stutt er eftir av skeiðnum, og val skal haldast í seinata lagi 30. apríl. Tann dagin hevur løgmaður fyrr nevnt, og Sámal Petur í Gurnd, visir á, at 30. apríl 2002
fleiri ferðir fyri í deyðbóltsstøðum, at leikarar nærum bardust í brotsteiginum, uttan at hvørki dómari ella linjuverjar tóktust latast um vón. Alt í alt ein heldur linligur dystur í Gundadali, har HB ongantíð [...] Dystirnir í Runavík millum B36 og NSÍ eru vanliga sera javnir, í nýggjari tíð hevur ongantíð verið talan um stórsigrar. Hóast javnir, so er eisini sjáldan, at javnleikur er úrslitið í Runavíkini, har liðini [...] eru allir tríggir skaddir í løtuni, og óvist tykist vera, nær teir verða tøkir aftur. Einki er at taka seg aftur í, at hetta er ein stóru missur fyri runavíkingar, tí talan er í øllum trimum førum um leikarar
leiðsluni í felagnum nakað at hugsa um, at liðið við trimum av sterkastu útlendsku spælarunum í føroysku kappingini liggur á aftasta plássi á stigatalvuni. Sum nevnt her í blaðnum áður, er havnarfelagið í samráðingum [...] sama gjørdust málini rættuliga nógv í tali, og satt at siga skolaðu bóltarnir inn í málið hjá Neistanum. Í hinum endanum komu eisini rættuliga nógv mál, men neistamenninir vóru ikki eins dugnaligir til [...] Atlantic Airways-kappingin Kyndilsmenn tryggjaðu sær leygardagin silvurið í fremstu mansdeildini í hondbólti, tá ið teir vunnu ein greiðan sigur á Neistanum. Teir grønu úr Havn lógu á silvurplássinum undan
fekk av at vita frá einum illa skerdum StÍF-liði í fyrru hálvfinaluni í Coca-Cola kappingini. Í mun til tann dystin hevði StÍF nú aftur Marian Cirloganescu í málinum, eins og Sveinur Justinussen var aftur [...] skuldi venda tungu gongdini, sum liðið tykist vera í í løtuni. StÍF fekk skjótt eyðkenda verjuspælið at koyra, og við einum sera væl spælandi Marian í málinum, varð sjálvsálitið at kalla pilkað úr skotroyndunum [...] stórt undan dystinum. Enn eitt tap bar við sær, at liðið fyribils var koblað av oddastríðnum í deildini, og tað var í øllum førum ikki tað, sum strandingarnar ætlaðu. Hinvegin hevði liðið kanska ein sálarligan
partar av nýggja fyribyrgingar myndugleikanum í Føroyum. Fyribyrgingarráðið hevur nú virkað í eitt ár, men fer veruliga undir sítt virksemi frá fyrsta degi í komandi ári. Eins og við Rúsdrekka- og narko [...] Hin fyrsta dagin í komandi árið, 2002, er tað einki, sum eitur Rúsdrekka- og narkotikaráðið longur. Orsøkin til hetta er, at landsins myndugleikar hava valt at skipa soleiðis fyri, at tað í framtíðini verður [...] og narkotikaráðið varð sett á stovn í 1990 av Olaf Olsen, sum var landsstýrismaður um hetta mundið. Frá fyrsta degi av hevur rúsdrekka- og narkotikaráðið verið virkið í Føroyum. Men nú hetta harrans ár gongur