William Heinesen á Norðurbryggjuni

Norðurbryggjan beyð mikukvøldið eitt kærkomið høvi at nema sær kunnleika um okkara stjørnuskald sum persón og sum rithøvund

Marjun Dalsgaard

Tað eru 105 ár liðin, síðan William Heinesen varð borin í heim, og á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn var í tí sambandið møguleiki fyri at hoyra fyrilestur um skaldskapin hjá Williami, eins og Annika Hoydal hevði eina meiri persónliga lýsing av skaldinum.
Tað var einki stórfingið yvir tiltakinum. Heldur var tað eitt kærkomið høvi, at nema sær kunnleika um okkara stjørnuskald bæði sum persón og sum rithøvund.
Bergur Rønne Moberg greiddi frá, hvussu William Heinesen nýtti tónleikin í sínum skaldskapi, og aftaná segði Annika Hoydal frá, hvussu hon minnist William, tá hon hitti hann sum barn og ung.
Framløgan hjá Anniku Hoydal bygdi á fløguna, ið hon gav út, tá William Heinesen fylti 100 ár, sum kallast "Kære William". Her hevur Annika tikið út yrkingar og brot úr skaldskapinum hjá Williami, sum hon syngur, eins og hon greiðir frá sínum minnum um hann við at tosa beinleiðis við hann um tær ferðirnar, hon hevur hitt hann. Hetta eru til dømis løtur, tá William vitjaði pápa hennara Karsten Hoydal, og teir sótu í køkinum og tosaðu um veðrið, um hvussu nógv egg hønurnar vurpu eins og um heimspeki, politikk og list.
Annika Hoydal hevði eisini tilfar við, sum lýsir William Heinasen og hansara serliga humor og lívsáskoðan. Til dømis læs hon upp úr einum tíðarritið, sum hann gav út til stuttleika í seks eintøkum til vinir og kenningar, eins og hon hevði við sær eina mynd, sum mamma hennara hevur tikið av Williami og Lisu Heinesen, Janus Kamban og Karsteni Hoydal í føroysku fjøllunum ein summardag. Tú sá myndina av eini lítlari útferð, men har stóð "Demonstratión ímóti NATO 1979" at lesa á baksíðuni á myndini.
Serliga stuttligt var at hoyra hana lesa upp úr einum brævi, sum William hevur skrivað til Mikines, har hann við sínum serliga stilla og poetiska orðalagi, heimspekiliga greiðir frá, hvussu hann er komin heim eina kalda kavanátt, eftir at hava fingið eitt sindur ov nógv upp í høvdið. Við yrkingum og endurgevingum av Williami lýsti Annika Hoydal hansara áskoðan á lívið og tíðina hjá tí einstaka, sum ein lítil liður í eini kosmiskari heild.
Orð og tónleikur
Frá einum meiri ástøðiligum sjónarmiði, varð virksemið hjá Williami lýst í mun til, hvussu hann nýtti tónleikin í sínum skaldskapi. Bergur Rønne Moberg hevur skrivað P.hd um skaldskapin hjá Williami og greiddi frá, hvussu hann brúkti tónleikin í sínum yrki.
William Heinesen vaks upp við tónleikinum. Við einari ommu, mammu og mostrum, sum altíð sungu og spældu. Alt frá klassiskum tónleiki til polskar fólkavísur hevur sett sín dám á barnaheimið. Sostatt hevði tónleikurin stóran týdning fyri William Heinesen, og hann ger, serliga í skaldsøguni Glataðu spælimenninir, orð til tónar og søgu til symfoni.
Ikki bert í bygnaðinum, men eisini í innihaldi lýsir tónleikurin tað áhaldandi skifti millum alt og einki í tilveruni. Tónleikurin er veitsla, rómur og fullkomin eydna, men eisini tóma rúmið, sum altíð kemur aftaná, tá tú loyvir tær at liva til fulnar.
Tónleikurin verður somuleiðis nýttur til at lýsa ivan í menniskjanum um at tora at stremba eftir tí fullkomna og at vilja arbeiða fyri tí. Her er tónleikarin Orfeus, sum hevur gávurnar til at gerast yrkistónleikari úti í heimi, um hann arbeiðir hart fyri at náa tað, men hann veit ikki, um hann nakrantíð kann frígera seg frá verðini, hann livir í. Tónleikurin er vakurleikin og frígerðingin, men vísir seg eisini fyri Orfeus sum eitt ódjór við fleiri høvdum, og lýsir her hansara innara bardaga móti ræðsluni fyri at stríðast við allari sínari megi fyri tí hann ynskir.