StÍF er um nakar steypaliðið burturav í føroyskum manshondbólti. Strandingar hava síðstu mongu árini verið fremsta liðið í steypakappingini hjá monnum, og aftur í ár sær tað út til, at teir verða við, tá ið steypafinalan verður leikt í komandi mánað. Í gjárkvøldið leikti StÍF fyrru hálvfinaluna ímóti Kyndli, og strandingar vunnu ein tryggan sigur.
Gekk striltið við málskjótingini
Fyrstu løtuna av dystinum gekk tað rættuliga striltið hjá báðum liðunum at finna vegin til meskarnar. Strandingar vóru rættuliga ágrýtnir í verjupartinum og fóru allatíðina út í gestirnar úr Havn, og tað tóktist ikki hóva kyndilsmonnum.
Í hinum endanum hevði heimaliðið eisini sínar trupulleikar. Gamaní fekk Bent Djurhuus á strikuni nakrar góðar fríspælingar, sum hann tó ikki gjørdi sær dælt av, men annars var tað Alexandur Johansen, sum stóð fyri tí, ið strandingar høvdu at bjóða fyrsta korterið.
So líðandi vóru tað tó strandingarnir, ið settu seg á dystin, og tað gjørdi góðan mun, tá ið Mortan Hansen kom inn á strikuna. Mortan dugdi væl bæði at skapa pláss fyri skjúttunum og at lofta innspælingum, sum hann síðani sendi í meskarnar.
Kyndil hevði framvegis trupulleikar í sínum álopsspæli, og mangan tóktist tað sum um, at teir grønu úr Havn spældu nógv truplari, enn neyðugt var.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki misti Kyndil Josef Abrahamsen, sum á veg aftur í verju stóð fastur í gólvinum og meiddi sær knæið. Hetta var sjálvsagt ein smeitur fyri havnarliðið.
Luktaði av stórsigri
StÍF var á odda við fýra málum í hálvleikinum, og henda støða helt sær so at siga fyrsta korterið av seinna hálvleiki. Men so setti heimaliðið ferð á, og tá ið fimm minuttir vóru eftir at leika, vóru teir á odda við átta málum, og tað luktaði av stórsigri til strandingar.
Men Kyndil fekk tikið seg eitt sindur um reiggj móti endanum av dystinum, og teir minkaðu nakað um munin, soleiðis at tá ið liðugt var, stóð tað 25-20 til StÍF á máltalvuni.
At strandingar skuldu vinna ein so mikið tryggan sigur, var eitt sindur óvæntað, tí strandingar høvdu hvørki sterka rumenska málverjan, Marian, ella Svein Justinussen við í hópinum, tí teir vóru ávíkavist leikbannaðir og burturstaddir. Nú Marian var leikbannaður, fekk ungi Rókur Nielsen møguleikan millum stengurnar hjá strandingum, og tað er einki at at taka seg aftur í, at hann stóð ein fínan dyst.
Við 25-20 sigrinum hava strandingar eitt sera gott útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni, sum verður í Havn um tvær vikur. Ikki tí, Kyndil kann, um teir hava ein góðan dag, eisini vinna samanlagt, men tað verður ógvuliga trupult, tí tað er sera sjáldsamt, at StÍF tapir við nógvum málum. Tí bendir alt á, at StÍF aftur í ár verður annað av liðunum í steypafinaluni hjá monnum.
StÍF-Kyndil 25-20(11-7)
StÍF: Arthur Johansen 7(4), Mortan Hansen 6, Alexandur Johansen 5, Borgar Danielsen 4, Jørmund Joensen 2, Pauli Hansen 1
Kyndil: Rókur Akralíð 7, Høgni Klein 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Janus Einar Sørensen 2, Marius Joensen 2, Josef Abrahamsen 2(1), Poul Rói Mohr 1
Brotskøst: StÍF 5(4), Kyndil 2(1)
Útvísingar: StÍF 2, Kyndil 3
Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Paulason - Viðhvørt tóktist tað sum um, at somu reglur ikki vóru galdandi í báðum endum av høllini, og tað kundi verða ørkymlandi. Hinvegin lótu teir báðir seg ikki ávirka av teimum mongu tápuligu viðmerkingunum, sum summir spælarar hava til at kalla hvørja einastu dómaraavgerð.