Dystirnir í Runavík millum B36 og NSÍ eru vanliga sera javnir, í nýggjari tíð hevur ongantíð verið talan um stórsigrar. Hóast javnir, so er eisini sjáldan, at javnleikur er úrslitið í Runavíkini, har liðini bæði hava skiftst um at vinna dystirnar.
Í manntalið má eisini sigast at vera rættuliga javnt, nú fyrri landskappingardysturin millum liðini stendur fyri framman, tí bæði liðini eru skerd, soleiðis at tríggjar leikarar, sum vanliga teljast millum teir fyrstu ellivu, eru ikki tøkir.
Hjá NSÍ eru tað teir tríggir, Arnfinn Langgaard, Djóni N. Joensen og Christian Høgni Jacobsen, sum ikki kunnu vera við. Teir eru allir tríggir skaddir í løtuni, og óvist tykist vera, nær teir verða tøkir aftur.
Einki er at taka seg aftur í, at hetta er ein stóru missur fyri runavíkingar, tí talan er í øllum trimum førum um leikarar, sum eiga sjálvsagdan sess millum teir fyrstu ellivu.
B36 eisini har rakt
At runavíkingar eru skerdir, kemur helst væl við hjá árstalsfelagnum í Havn, tí eisini teir mugu vera tríggjar týðandi leikarar fyri uttan.
Eitt nú verður B36 venjarin, Pelle Andersson, noyddur at finna sær fjórða liðformannin hetta árið, tí hvørki Jens Kristian Hansen og Ronnie Samuelsen, sum hava røkt starvið, síðani John Petersen fór av landinum, eru tøkir. Jens Kristian dregist framvegis við skaðan, sum hann hevði heim við sær úr Skotlandi, meðan Ronnie Samuelsen er leikbannaður eftir at hava fingið trý gul kort.
Eisini Herbert í Lon Jacobsen er leikbannaður. Miðverjin, sum í ár hevur vunnið sær fast pláss á liðnum, fekk reytt kort í dystinum móti KÍtandi fótbóltsspæl.
Hóast onkur av málunum vóru vøkur á at líta, so vóru hesi úrslit av einmansavrikum ella einstakari góðari sending, heldur enn góðum fótbóltsspæli.
Í ávísum førum tóktust leikarar eisini at hava gloymt alt um fótbóltsspæl, og royndu heldur at berja mótstøðumenninar niður, og eitt nú er Hans á Lag helst fegin um, at dómarin ikki sá hann koyra Eyðstein Skipanes um koll, meðan bólturin var aðrastaðni á vøllinum.
Yvirhøvur tóktist dómarin ikki at ansa nóg væl eftir teimum ónollum, sum vórðu framdar á vøllinum, tá bólturin var aðrastaðni. Ikki tí, dómarin skal sjálvandi hyggja at tí, sum fyriferst, har bólturin er, men hinvegin kom fleiri ferðir fyri í deyðbóltsstøðum, at leikarar nærum bardust í brotsteiginum, uttan at hvørki dómari ella linjuverjar tóktust latast um vón.
Alt í alt ein heldur linligur dystur í Gundadali, har HB ongantíð kom í nær námind tí spæli, sum teir sýndu í hálvfinaluni móti VB, og har toftamenn heldur ikki fingu prógvað, hví teir eiga rættin at kalla seg oddalið.
Ikki tí. Ein dygd hjá oddaliðum er sjálvsagt eisini at fáa úrtøku úr møguleikum sínum, og hetta megnaði B68 til eitt reint 13-tal, og var hetta eisini at kalla einasta orsøkin til, at teir fingu stigini við sær heimaftur.
HB-B68 3-4 (2-2)
1-0: Andrew av Fløtum 8.
1-1: Marcello Marcelino 13.
1-2: Øssur Hansen 18.
2-2: Hallur Danielsen 44.
3-2: Jón Rói Jacobsen 46.
3-3: Suni Fríði Johannesen (br.) 57.
3-4: Marcello Marcelinho 90.
Dómari: Petur Reinert
HB:
Bárður Johannsen - Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen - Hallur Danielsen, Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Pætur Dahl - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum
B68:
Magnus Poulsen, Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Djurhuus - Jan Petersen, Marlon Jorge, Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes, Jákup Eli Olsen - Marcello Marcelino, Súni Fríði Johannesen