teirra og ikki tí, at lógin krevur tað. Poul Michelsen helt fyri, at tað er eitt gott arbeiði, sum fyriliggur til tingið at taka støðu út frá. Tað er lætt lesiligt. Og tað er sjáldan, at tá tað er á so tekniskum [...] øðrvísi við skipanini, har tað hereftir ber til at samráðst við landsstýrismannin. Tað kann gott koma hartil, at tú ikki fær oljufeløgini til at binda seg til at gera stórvegis íløgur annað enn til kanningar [...] ella kastd økið aftur, og tað merkir í veruleikanum, at at vit eru eini "købers marked" støðu. Ómak Poul Michelsen helt, at man hevur gjørt sær ómak at lúka treytirnar í grein 7, har tað verður sagt, hvussu
var ikki leingi, at tú fekk loyvi at hoyra, at Christina dugir at siga "langomma". Mítt ynski hevði verið, at hon kom at uppliva teg longri, men soleiðis vildi ikki til. Nú fer hon bert at minnast teg á tann [...] vit seinast vóru heima. Hetta mest, tí at eg visti, at tær dámdi væl at síggja nýggj klæðir, eins og tær dámdi væl at børn vóru pent ílætin. Eisini dámdi tær væl at royna nýggjar matuppskriftir. Tey seinastu [...] av, at tú helt tað var serliga spennandi at seyma diddiklæðir, so tað nýtti eg bara gott av, tí eg var einasta ommudótturin í 6 ár. Eftir at vit hava fingið Christinu, tók eg, tá vit komu heim at ferðast
ikki, at tað er rætt av mær at siga so nógv meiri um, hvat eg ætli mær at arbeiða við í nevndini í Fótbóltssambandinum. Eg rokni við, at allir, sum eru í nevndini, eru sinnaðir at arbeiða fyri at gagna [...] nátúrligt, at hann fyrst nevnir dømingina: ? Endamálið má vera, at dómararnir eru góðir, og at tað er nóg mikið av dómarum. Men hetta kemur ikki av sær sjálvum. Tað er neyðugt at arbeiða miðvíst fyri at betra [...] viðvíkjandi, sum tað er á so mongum øðrum økjum, at vit koma ongantíð á mál. Hvat hugsar tú ítøkiliga um, at tað er neyðugt at gera? ? Ein at trupulleikunum er, at tilgongdin av nýggjum dómarum í bestu deildini
Undir øllum umstøðum er tað greitt, at stórur vandi er fyri, at suðuroyarsiglingin aftur fer at verða nógv skerd, tá ið veturin kemur og veðrið fer at verana. Orsøkin er, at Smyril hevur eitt brek á stabil [...] var at umvæla hana í vetur. Men tað er alt, sum bendir á, at tað fer ikki at bera til at gera hesar umvælingarnar fyrrenn einaferð í vár, helst síðst í februar, soleiðis sum støðan er nú. Fyri at Suðu [...] boðað landsstýrinum frá, at hon hevur tríggjar møguleikar. Ein møguleiki er at lata Smyril sigla og vóna tað besta í vetur, tvs, at stabilisatorarnir halda. Halda teir ikki, ber til at sigla við ongum stab
vanligari handilstíð, at bakaravørurnar kunnu keypast. Men tá undirsjóvartunnilin er komin, fer at bera til at keypa nýbakað í eysturbýnum upp aftur fyrr á morgni. Tá fer handilin at hava egna bakaradeild [...] ivaleyst aftur á gomlu dagarnar, tá tey plagdu at vitja inn á gólvið hjá Alla at keypa sær morgunbreyð ella annan bakstur. Hugskotið til at fara undir at handla í Havn fekk Alis einaferð í fjør, og tá [...] gjørdi hon av at royna seg har. Hon hevur broytt allan handilin, so hann í dag er sum nýggjur. Og hon hevur staðið fyri allari innrættingini sjálv. Hon ivast ikki í, at tað fer at bera til at flyta bakaravørur
vera um. Men at privatisera, við at avreiða føroyskar ognir til útlendingar, kann ikki verða rætta leiðin at ganga. Eg dugi heldur ikki at síggja nakra meining í at privatisera, bara fyri at privatisera [...] sum fara at nýta sparipeningin til at keypa eitt flogfelag fyri. Harafturímóti er ikki óhugsandi, at nakrir vælbjargaðir føroyingar, fara at síggja møguleikan at gerast uppaftur betri fyri, við at keypa partabrøv [...] álitið má sigast at umboða ta sonevndu karráðu liberalismuna. Allar almennar ognir skulu seljast, og so at siga eingi krøv verða sett til keyparan, annað enn tað, at hann skal eiga pening at keypa fyri. Eingin
tey ivandi, løgdu hinvegin stóran dent á, at tey ikki fóru at góðtaka ov stóra lækking í livistøði, bert fyri at kunna kalla seg tjóð. Sigast skal kortini, at nøkur fullveldisfólk vildu hava tjóðskaparligt [...] um, at fullveldi verður veruleiki »einaferð í framtíðini«. Nær tað er visti ongin at siga. Sambært niðurstøðu, hildu nøkur tó, at ávís viðurskifti skuldu avgreiðast áðrenn. Semja var kortini um, at vit [...] var til at orða ein útbúgvingarpolitikk, sum byggir á føroysk viðurskifti. Gjørt varð vart við, at vit eiga at leggja okkum eftir at fáa endaligar útbúgvingar til Føroya. Føroyingar kunnu taka grundútbúgvingar
an, at hildið verður uppat. Ein loysn kundi verið, at tað í slíkum føri verður loyvt at regulera sjálvuppgávuna í til dømis 4 ár fyri árið, tá hildið verður uppat, soleiðis at møguleiki verður at afturføra [...] Rætt er at onki stendur í kolvetnisskattalógini um skattligu avleiðingarnar av avtøkukostnaði. Hetta er tó ikki tí at ikki hevur verið gjølla hugsað um hetta, men tí at hetta verður mett at liggja so [...] stórar útreiðslur til at beina burtur framleiðsluútbúnað, sum kann hava við sær, at skattgjaldarin í sínum seinasta ári við skattaskyldu kemur at sita eftir við stórum útreiðslum uttan at hava samsvarandi stórar
við í NATO. Hetta krevur at vit boða dønum frá, at vit ikki vilja hava danskar skattapengar til at gjalda fyri okkara verju. Tá er tað sjálvsagt fyri Framsókn at boða frá, at flokkurin heldur ikki vil [...] veruleikafjart? Sum er hevur eingin flokkur boðað frá at hann vil leggja av at plága donsku skattgjaldararnar við at áleggja teimum at gjalda skatt fyri at løna okkara umboðum á danatingi, hóast danir hava [...] okkum rætt til at skipa fyri øllum í okkara samfelag við at geva landsstýrinum tað amboð sum neyðugt er til at fáa okkum at klára okkum sjálvum: skattarætturin. Teir himpraðust tó við at nýta hetta amboð
millum ein lokalan prest og meinigheitina, at vandi er fyri, at meinigheitin syndrast, heldur bispur, at kirkjuráðið eigur at hava heimild at heita á bisp, um at taka støðu í málinum. Síðani skal tað vera [...] sjálvir at taka stig til at binda um heilan fingur, ger bispur greitt. Ikki nóg mikið at vera ómøguligur Hans Jacob Joensen heldur, at tað skal nógv til, áðrenn bispur skal fáa heimild til at siga prestunum [...] órímuliga nógv. Ætlar tú at arbeiða fyri, at nýggja fólkaskúlalógin ikki skal roynast í verki? ? Eg dugi ikki at siga tær. Men um tað vísir seg, at hon verður órímuliga dýr at fremja, so mugu vit spyrja