Marknaður keyparans er galdandi innan føroysku oljuvinnuna

-Áhugin fyri leiting við Føroyar er minni enn áður, og vit kunnu tí tosa um, at í dag er tað marknaðurin hjá keyparanum ("Købers marked"), har oljufeløgini, í størri mun enn áður, kunnu seta treytirnar segði Poul Michelsen, framsøgumaður Fólkafloksins m.a. í løgtinginum herfyri, tá uppskotið um løgtingslóg um annað útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum var til 1. viðgerð.

2. útbjóðing

Tingmaðurin vísti á, at kanningarnar við Føroyar hava ikki givið tað úrslit øll vónaðu. Tí er føroyska økið ikki eins áhugavert sum seinast. Hesi viðurskifti gera tí, at tað í dag heldur eru oljufeløgini enn vit, ið kunnu seta treytir.
Poul Michelsen vísti á, at økið, sum skal bjóðast til oljuleiting, er størri enn seinast, men nógv vitan er ikki um økið. -Váðin við Føroyar er vaksin síðani seinastu royndarboringar, - og minkaður aðrastaðni. Í viðmerkingunum til uppskotið stendur m.a., at "Tað kann ikki útihýsast, at tað eru kollvetnisgoymslur í Føroyum", so støðan er nógv broytt, og tí eru útbjóðingartreytirnar eisini nakað øðrvísi enn seinast segði tingmaðurin og helt fram:
-Við fyriliggjandi uppskoti fær landsstýrismaðurin í oljumálum heimild at geva fyribilsloyvi í 3 ár. Landsstýrismaðurin fær somuleiðis møguleika at stramma upp uppá krøvini til oljufeløgini, alt eftir hvussu støðan er og hvussu áhugin er hjá oljufeløgunum.
Í sáttmálatreytunum stendur, at føroyskar skulu verða við. Eitt slíkt lógarkrav hevur givið føroyskum fyritøkum møguleika at royna seg á hesum øki. Men tær fyritøkur, sum hava klárað seg og hildið fram í einum samstarvi við oljufeløgini, hava megnað tað vegna dugnaskap teirra og ikki tí, at lógin krevur tað.

Poul Michelsen helt fyri, at tað er eitt gott arbeiði, sum fyriliggur til tingið at taka støðu út frá. Tað er lætt lesiligt. Og tað er sjáldan, at tá tað er á so tekniskum slag, at tað er so lætt at skilja. Hann helt annars fyri, at vit mugu ikki steðga á nú. Vit mugu halda áfram hóast alt ikki gekst so væl í 1. rundu.

-Tað er ikki nógv vitan um nýggju økini boðin verða út. Nú verður so eisini øðrvísi við skipanini, har tað hereftir ber til at samráðst við landsstýrismannin. Tað kann gott koma hartil, at tú ikki fær oljufeløgini til at binda seg til at gera stórvegis íløgur annað enn til kanningar. Men alt eftir hvussu nógv oljufeløgini bjóða hevur landssstýrismaðurin møguleika at samráða seg til eitt betri úrslit. Landsstýrismaðurin kann geva fyribilsloyvi sum oljufeløgini kunnu umsita í nøkur ár, og tá 3 ár eru farin kunnu tey gera niðurstøðu og tá kann felagið samráða seg til ein nýggjan sattmála við møguligum boringum fyri eygað ella kastd økið aftur, og tað merkir í veruleikanum, at at vit eru eini "købers marked" støðu.

Ómak
Poul Michelsen helt, at man hevur gjørt sær ómak at lúka treytirnar í grein 7, har tað verður sagt, hvussu man skal fara fram, varisliga og við skynsemi, við atliti til fiskikap og umhvørvi og har almenn áhugamál og hvat samelagið kann fáa burtur úr eisini skal havast í huga.

Tingmaðurin segði seg vera sannførdan um, at stóð tað ikki í lóggávuni, at føroysk virki skulu hava møguleika at vera við í oljuvinnuni, so vóru tað fleiri feløg, sum ikki vóru komin við, tí føroysk virki høvdu ikki førleikan. Tað hevði verið so nógv meira náttúrligt fyri oljufeløgini bara at funnið sær samstarvsfelagar aðrastaðni. -Eg eri sannførdur um, at stóð tað ikki í lógini, at tað skal vera um føroyskan kaikant, so kom Atlantsflog ongantíð upp í part, og so hevði flogfelagið heldur ikki havt tann førleikan teir hava í dag, nú teir arbeiða á norskum øki.

Poul Michelsen helt eisini, at tað hava verið føroyskar fyriutøkur, sum hava yvirspælt kravið um føroyskan kaikant og brúkt meira tíð at trútta kravið í lógini enn at søkja eitt positivt og konstruktivt samstarv.

-Tað liggur so eisini í tekstinum, at man møguliga eigur at broyta hesar reglur, og tað haldi eg eisini man eigur at umhugsa. Men eitt eigur man ikki at broyta og tað er tolling inn og úr landinum..Alt, sum kemur á boristaðið, og allur fólkaflutningur eigur at ganga gjøgnum føroyskar tollmyndugleikar. Men at skula flyta eina stóra maskinu til Runavík fyri síðani at flyta hana útaftur er ikki serliga positivt í einum samstarvi. Tú kanst líka so væl flyta hana beinleiðis bara tú syrgir fyri at tolla hana.

Poul Michelsen ivaðist annars ikki í, at er tað náttúrligt, so vilja útlendsk feløg eisini brúka føroyska arbeiðsmegi, sum er dugnalig í sær sjálvum. Hann fegnaðist um, at allir loyvishavararnir hava havt skrivstovur í Føroyum og verið við til at menna bæðiSyndri ætlan og at føroyingar hava fingið pengar til nógvar verkætlanir.