Viðmerking úr Fíggjarmálastýrinum til grein í Sosialinum 6. oktober 1999
Sosialurin skrivaði 6. oktober 1999 við stórari yvirskrift ?Stór hol í kolvetnisskattalóg?. Víst varð til viðmerkingar frá Jóhannus Egholm Hansen, advokati.
Grundgevingarnar fyri hví stór hol skuldu verið í kolvetnisskattalógini vóru:
1.Kolvetnisskattalógin viðger ikki skattligu avleiðingarnar av avtøkukostnaði (abandonment costs)
2. Kolvetnisskattafyrisitingarlóg vantar
3.Avgerð er ikki tikin um møguligan serskatt
Ad. 1.
Rætt er at onki stendur í kolvetnisskattalógini um skattligu avleiðingarnar av avtøkukostnaði. Hetta er tó ikki tí at ikki hevur verið gjølla hugsað um hetta, men tí at hetta verður mett at liggja so langt úti í framtíðini, at hetta hevur ikki týdning nú. Sagt verður í viðmerkingunum til kolvetnisskattalógina:
?Í lógaruppskotinum verður ikki tikin støða til skattligu viðgerðina í sambandi við, at hildið verður uppat við skattskyldugum virksemi. Í tí sambandi kann m.a. verða talan um stórar útreiðslur til at beina burtur framleiðsluútbúnað, sum kann hava við sær, at skattgjaldarin í sínum seinasta ári við skattaskyldu kemur at sita eftir við stórum útreiðslum uttan at hava samsvarandi stórar inntøkur. Samstundis kann skattgjaldarin hava goldið stóran skatt árini frammunundan, at hildið verður uppat. Ein loysn kundi verið, at tað í slíkum føri verður loyvt at regulera sjálvuppgávuna í til dømis 4 ár fyri árið, tá hildið verður uppat, soleiðis at møguleiki verður at afturføra avtøkukostnaðin (carry back).
Væntandi leikar ikki á at halda uppat við kolvetnisvirksemi tey fyrstu árini, tí verður ikki bráðneyðugt beinanvegin at nøkta tørvin á reglum hesum viðvíkjandi. Viðurskiftini eiga kortini at fáast í rættlag í góðari tíð, áðrenn avtøka kann gerast veruleiki, og annars hava oljufeløgini sjálvandi ein áhuga í at kenna reglurnar skjótast til ber. Arbeitt verður tí longu nú við at meta um ymsar møguleikar.?
Leggjast skal til merkis, at avtøkukostnaðir hava ikki ein gang týdning tá tað fyrsta feltið verður avtikið, men hesin spurningur fær ikki týdning fyrr enn føroysk oljuframleiðsla sum heild fer at verða avtikin. Hetta tí, at um gingið verður út frá, at hvørt felag eigur ella eigur í fleiri framleiðandi feltum, so kunnu avtøkukostnaðirnir jú dragast frá verandi inntøku. Trupulleikin kemur ikki til sjóndar fyrr enn ongar verandi inntøkur eru at draga avtøkukostnaðin frá í. Um ein oljuvinna kemur at vera í Føroyum, so kann lættliga roknast við, at hon fer at vara í hvussu so er eini 30 ár.
Sagt verður í greinini í Sosialinum 6. oktober, at oljufeløg vilja krevja, at hesin spurningur verður avgreiddur, áðrenn tey vilja seta stórar verkætlanir í gongd. Um nútíðarvirðið av slíkum avtøkukostnaði verður roknað, so er víst, at hesir kostnaðir hava lítla og onga ávirkan á burðardyggleikan hjá einari verkætlan. Tí kann ikki sigast at hetta hevur ávirkan á atferðina hjá einum rationellum oljufelagi.
Viðmerkjast kann at fleiri onnur lond nær við hjá okkum hava havt eina oljuvinnu rættiliga nógv ár ikki hava nakrar reglur fyri skattligari viðgerð av avtøkukostnaði.
Ad. 2.
Hetta at ein kolvetnisskattafyrisitingarlóg vantar, kann ikki sigast at vera eitt hol í kolvetnisskattalógini, m.a. tí víst varð á tørvin á slíkari lóg í sjálvum viðmerkingunum til kolvetnisskattalóg.
Harafturat skal sigast at fyrireikingarnar at gera hesa fyrisitingarlóg eru nærum lidnar, og at eitt uppskot verður skjótt lagt fyri ting.
Ad. 3.
Møguleikin fyri serskatti verður eisini nevndur í viðmerkingunum til kolvetnisskattalógina. Sagt verður at ein avgerð viðvíkjandi serskatti verður tikin, áðrenn fyrsta útbjóðingarumfar letur upp. Hetta verður sambært oljumálaráðharranum fyrst í 2000. Sagt verður eisini:
?Í aðru syftu skal ein kolvetnisskattalóg verða við til at áseta alt skattastigið fyri sjálvt virksemið í sambandi við at framleiða og selja kolvetni. Endaliga skattastigið má kortini ásetast við støði í nógvum øðrum viðurskiftum, sum ikki eru endaliga greidd enn. Tí má verða gjørt greitt, at við lógaruppskotinum er støða ikki endaliga tikin til, á hvørjum stigi heildarskattingin skal vera.?
Sum sagt í viðmerkingunum, so má endaliga avgerðin viðv. serskatti takast í samsvari við allar hinar loyvistreytirnar til fyrsta útbjóðingarumfar. Fíggjarmálastýrið arbeiðir saman við Oljumálastýrinum við spurninginum um serskatt, og kann vátta, at endalig avgerð verður tikin, áðrenn fyrsta útbjóðingarumfar letur upp.
Við hesum grundgevingum metir Fíggjarmálastýrið at tað er beinleiðis skeivt at siga at ?stór hol eru í kolvetnisskattalógini?. Viðvíkjandi kolvetnisskatting eru ymisk viðurskifti har endalig støða ikki er tikin, men sum omanfyri nevnt, verður víst á øll hesi viðurskifti í viðmerkingunum til kolvetnisskattalógini.
Fíggjarmálastýrið










