arkitekturi og umhvørvi, við støði í teim virðum Fuglafjørður longu hevur. Í januar 2024 tók býráðið í Fuglafjarðar kommunu avgerð at bjóða trimum teknistovum at luttaka í hugskotskapping til nýggja miðbýarætlan [...] býráð hevur eina visjón um ein nýggjan miðbý í Fuglafirði. Miðbýarætlanin skal styrkja verandi møguleikar, styrkja samleikan í økinum og at fáa eindirnar í býnum at finna saman. Høvuðsendamálið við eini [...] arbeiðið á heysti 2022, tá avgerð varð tikin at seta í verk eina miðbýarætlan og peningur varð settur av á fíggjarætlan kommunurnar, at fyrireika arbeiðið. Í 2023 hevur verið arbeitt við at gera eina kappingarskrá
sterkar kreftir í flokkinum í Eysturoynni vilja skumpa Alfred Olsen av listanum, tí um Rodmund stillar upp, verður onkur av »góðu gomlu« kreftunum helst við sviðusoð. Vit royndu at fáa orðið á Jóhan Petersen [...] hevur havt seks ár í lokalpolitikki, og at hann heldur tað hava verið góð ár. So í hansara føri er tað kanska ikki so undarligt, at søgur fara at ganga um politisku framtíðina. - Í løtuni taki eg tað róligt [...] skjótt handan flokkin. Ein av teimum, sum serliga nógvar søgur ganga um í hesum døgum, er Rodmundur Nielsen, fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Áhaldandi pástandir hava verið settir fram um, at
SEV-stríð Stjórin í SEV, Klæmint Weihe, skal leggja sessin sum formaður í P/F Norðoyatunlinum frá sær. Tað er niðurstøðan, eftir at stýrið fyri SEV fríggjadagin fundaðist í fimm tímar um lagnuna hjá Klæmint [...] Klæmint Weihe, sum hevur verið í hørðum andróðri fyri sín dupultleiklut í Vágatunlinum. Umframt at vera SEV-stjóri er Klæmint Weihe formaður í P/F Vágatunlinum, og tað hevur sátt iva um hansara gegni. Tá [...] Klæmint Weihe, stjóri, nevndarsessin í P/F Norðoyatunlinum frá sær. Eisini samtykti stýrið at seta í verk eina endurskoðan av innanhýsis mannagongdum hjá SEV«, siga partarnir í semjuni Tað líkist einum taktiskum
orðini "pragmatiskt sjálvstýri". Men hvat merkir so hetta orðið pragmatisma? Umframt at vera eitt hugtak í heimsspekini, so merkir pragmatisma í politiskum høpi ein politikkur, sum ikki er bygdur á dogmatismu [...] roynast best í longdini. At tað hevur týdning at hava bæði beinini niðri á jørðini hava vit fingið dømi um. Vit síggja júst í hesum døgum, hvussu ein av loysingaflokkunum er vorðin fangaður í sínum egna [...] sum í navni sínum hevði undirheitið "radikalt sjálvstýri". Onkuntíð varð eisini flent eftir hesum og spurt, hvussu radikalt sjálvstýrið hjá hesum flokki mundi vera. Og svarið hava vit nú. Jú, í Dagblaðnum
aftur í høvdið? -Tað fáa tey, tí tey mugu lúka nakrar treytir. -Men setir tú teg í teirra stað, hvussu sær tú, at tey kunnu hava útgerðarhavnina í miðsteðarøkinum og leggja ein part av virkseminum í útjaðaranum [...] eingin ivi skal vera um hetta málið, er Oljumálastýrið í løtuni í ferð við at senda øllum loyvishavarunum bræv, har tað verður víst á umrøddu grein í útbjóðingarlógini. -Hetta gera vit fyri at eingin misskiljing [...] brúka eina havn í miðsteðarøkinum til alt sítt útgerðarvirksemi? -Eg havi ongan trupulleika. Tá hava oljufeløgini ein trupulleika. Tað er álagt mær við lóg, at virksemi skal eisini vera í útjaðaranum. -So
at gera íløgur í onkur tól. Men beint í løtuni dugur hon ikki at síggja, hvaðani hesin peningur skal koma, skoytir hon uppí. Vit fingu ikki orðið á fyristøðumannin á Suðuroyar Sjúkrahúsi í gjár, tí hann [...] varð lagt upp til. Tað hevur verið sagt, at játtanin til Sjúkrahúsi í ár er 2 milliónir ov lítil til at varðveita sama støði í ár, sum í fjør. Hetta hevði merkt, at 12-16 fólk máttu sigast upp. Og sostatt [...] Fyrst vísti tað seg, at ein roknifeilur í sambandi við lønarhækkingarnar gjørdi, at játtanin "bara" verður 1,5 millión ov lítil til at varðveita sama støði í ár, sum í fjør, ístaðin fyri tvær milliónir, sum
er karmur um eina teaturkonsert. Men í kvøld klokkan 20.00 verður hetta broytt, tí tá verður stórfingin teaturkonsert framførd á stóra palli í Norðurlandahúsinum í Havn. " For The Blue sky " , sum er heitið [...] popp-útgávuni av sama navni, sum Frum við Jenný Kragesteen gav út í november í fjør. Men lagt er aftrat tónleikinum. Teaturkonsert er – sum orðið sigur – ein blanding og samanrenning millum teatur og konsert [...] oddakvinna í Frum, sum eigur hugskotið til teaturkonsertina. – Hetta er ein dreymur, sum nú gerst veruleiki. Eg havi altíð havt í tonkunum at gera okkurt serligt burturúr og stórsligið í sambandi við
vit væl. Í nógvum førum manglaði tað allar síðsta í, at vit fingu málið til 2-1. Til endans koppaði tað tíverri skeiva vegin, segði Eyðun Klakstein, tá ið vit fingu orðið á hann eftir dystin í gjár. Dysturin [...] B36 tapti 1-2 á heimavølli ímóti walisiska TNS (The New Saints) í fyrra dystinum í fyrsta undanumfari til Champions League. Støðan var 1-1 inntil TNS avgjørdi dystinum á sjávum markinum til yvirtíðina [...] - Tað er øgiliga keðiligt at tapa so seint í dystinum. Eisini, tá ið tað er stutt eftir, at vit hava havt onkran stóran kjans. Men vit spæla ein fínan dyst í dag. Tá ið vit spæla evropeiskan fótbólt, so
Meinhardt Joensen hjá KÍ í øllum teimum trimum dystunum hjá Sigfríði. - Vit arbeiða upp á at fáa ein málmann. Vit eru sjálvandi áhugaðir í Meinhardti, tí at hann stóð seg væl í teimum dystunum, sum hann [...] helst missir TB tveir leikarar í seinnu hálvu, sum fara av landinum í lestrarørinum. Tískil verður tørvurin á nýggjum fólki eyka stórur. - Tveir leikarar fara helst av landinum í lestrarørindum. Absalon Eliasen [...] hann spældi við okkum, men tað eru KÍ og Meinhardt sjálvur, ið eiga síðsta orðið har, sigur Sigfríður Clementsen í viðmerking við in.fo. - Vit leita eftir einum málmanni bæði innanlands og uttanlands, leggur
Helmingurin av bólkunum í Champions League eru nú avgreiddir. Tað er fleiri søgur at heinta í seinasta umfarinum. Manchester United er úti, Cristiano Ronaldo vann dystin móti Lionel Messi og vónleysa FC [...] n málburð. Bólkur E: Cheslea og Sevilla vóru víðari undan dystunum í kvøld. Sevilla vann 3-1 í Fraklandi móti Rennes, meðan Chelsea spældi javnleik 1-1 móti russiska FC Krasnodar, sum fer víðari til Europa [...] Juventus yvirhálaði eitt FC Barcelona, sum er í upploysn. Cristiano Ronaldo setti FC Barcelona og Lionel Messi upp á pláss við tveimum málum upp á brotsspark í 3-0 sigrinum á Nou Camp. Dynamo Kiev vann 1-0