Manchester United er rokið út

Champions league: Cristiano Ronaldo setti Barcelona upp á pláss, og rasismugøla í París myndar yvirskriftinar

Helmingurin av bólkunum í Champions League eru nú avgreiddir. Tað er fleiri søgur at heinta í seinasta umfarinum. Manchester United er úti, Cristiano Ronaldo vann dystin móti Lionel Messi og vónleysa FC Barcelona, meðan ein rasismugøla stjól yvirskriftirnar í París, har dysturin millum PSG og Istanbul Basaksehir bleiv steðgaður eftir at fjórði dómarin, sum er úr Rumenia, skal hava brúkt rasistiskan málburð. 

Bólkur E:

Cheslea og Sevilla vóru víðari undan dystunum í kvøld. Sevilla vann 3-1 í Fraklandi móti Rennes, meðan Chelsea spældi javnleik 1-1 móti russiska FC Krasnodar, sum fer víðari til Europa League. 

Bólkur F:

Borussia Dortmund og Lazio eru víðari í hesum bólkinum. Borussia Dortmund vann 2-1 á útivølli móti russiska Zenit, meðan Lazio kláraði at halda 2-2 móti Club Brugge, sum hevði møguleikan at koma víðari við sigri. 

Bólkur G:

Juventus og FC Barcelona eru víðari, men Juventus yvirhálaði eitt FC Barcelona, sum er í upploysn. Cristiano Ronaldo setti FC Barcelona og Lionel Messi upp á pláss við tveimum málum upp á brotsspark í 3-0 sigrinum á Nou Camp. Dynamo Kiev vann 1-0 á ungverska Ferencvaros. Harvið sleppur Dynamo Kiev víðari til Europa League. 

##med2##

Bólkur H:
RasenBallsport Leipzig er víðari saman við PSG. Manchester United kundi klára seg við javnleiki í Leipzig, men tað endaði við 3-2 tapið, eftir at heimaliðið var á odda 3-0 eitt skifti. Eitt bíligt brotsspark fekk gongd á Manchester United, sum mundi endað við at javna, men tað var ov seint. 

Í París bleiv rættiligt rok, tá rumenski dómarin skuldi geva hjálparvenjaranum hjá Istanbul Basaksehir, kamerunska Pierre Webo, reyða kortið. Á veg yvir til bonkin brúkar fjórði dómarin orðið “negro”, fyri at vísa dómaranum á hvør tað er, sum skal hava reytt kort.

##med3##

Eftirfylgjandi bleiv rættiligt rok, har bæði liðini valdu at fara av vøllinum í mótmæli. Tað bleiv tingast ein løtu, um at taka dystin uppaftur, men tað er nú staðfest, at dysturin verður tikin uppaftur í morgin.