4-5 Fólk sigast upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi

? Men tær grundleggjandi funktiónirnar verða ikki rørdar, sigur Helena Dam á Neystabø

Heldur ikki á Suðuroyar Sjúkrahúsi verða sparingarnar so stórar, sum tað upprunaliga varð lagt upp til.

Tað hevur verið sagt, at játtanin til Sjúkrahúsi í ár er 2 milliónir ov lítil til at varðveita sama støði í ár, sum í fjør.

Hetta hevði merkt, at 12-16 fólk máttu sigast upp. Og sostatt hevði tað verið neyðugt at lagt heilar funktiónir niður og tað var mett so mikið álvarsligt í Suðuroynni, at leiðslan vildi hava landsstýrið at gera av, hvørjar funktiónir skuldu halda uppat.

Men nú vísir tað seg, at støðan verður ikki so ring, sum upprunaliga mett.

Fyrst vísti tað seg, at ein roknifeilur í sambandi við lønarhækkingarnar gjørdi, at játtanin "bara" verður 1,5 millión ov lítil til at varðveita sama støði í ár, sum í fjør, ístaðin fyri tvær milliónir, sum áður fráboðað.

?Samstundis ætla vit geva sjúkerahúsinum loyvi til at flyta 600.000-700.000 krónur frá sjálvum rakstrinum til lønir.

?Hetta gera vit fyri at sleppa undan at røra tær grundlegggjandi funktiónirnar.

Men hetta merkir so eisini, at nakrar sparingar mugu setast í verk. Eitt nú er ætlanin at spara í ambulantari fysioterapi, umframt á maskinverkstaðnum og í leiðbeiningini á sjúkrahúsinum.

?Alt hetta merkir, at sparingarnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi verða avmarkaðar til fýra-fimm størv, ístaðin fyri tey 12-16 størvini, sum tað upprunaliga varð talan um, sigur Helena Dam á Neystabø.

Og hon heldur, at tær sparingar, sum verða gjørdar, kunnu forsvarast.


Fylgja tí upp

Men landsstýrismaðurin leggur afturat, at hon fer ikki at sleppa Suðuroyar Sjúkrahúsi við hesum, men at hon fer at fylgja gongdini og at vita um tað ikki ber til at játta Suðuroyar Sjúkrahúsi meiri pening, sum frálíður, um talan eitt nú verður neyðugt at gera íløgur í onkur tól.

Men beint í løtuni dugur hon ikki at síggja, hvaðani hesin peningur skal koma, skoytir hon uppí.

Vit fingu ikki orðið á fyristøðumannin á Suðuroyar Sjúkrahúsi í gjár, tí hann var bundin allan dagin.