SEV-stjórin leggur kongin

Fráboðaða kanningin av leiklutinum hjá Klæmint Weihe verður slept. Afturfyri leggur hann nevndarsessin frá sær í Norðoyatunlinum.

SEV-stríð

Stjórin í SEV, Klæmint Weihe, skal leggja sessin sum formaður í P/F Norðoyatunlinum frá sær. Tað er niðurstøðan, eftir at stýrið fyri SEV fríggjadagin fundaðist í fimm tímar um lagnuna hjá Klæmint Weihe, sum hevur verið í hørðum andróðri fyri sín dupultleiklut í Vágatunlinum.
Umframt at vera SEV-stjóri er Klæmint Weihe formaður í P/F Vágatunlinum, og tað hevur sátt iva um hansara gegni. Tá Klæmint Weihe herfyri so keypti eitt neyðstreymannlegg til Vágatunnilin fyri 600.000 krónur fyri rokningina hjá SEV, uttan at spyrja SEV-stýrið eftir, førdi tað til harðar ábreiðslur. Tær endaðu við, at Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsráðnum fyri SEV, kravdi eina løgfrøðiliga kanning av leiklutinum hjá Klæmint Weihe.

Ongin kanning
Eftir drúgva fundin fríggjadagin er greitt, at Hans Tausen Olsen hevur slept kravinum um eina kanning, og afturfyri hevur Klæmint Weihe játtað at leggja frá sær sum formaður í P/F Norðoyatunlinum, sum er mannað við somu nevnd sum Vágatunnilin.
»Umboðsnevndarformaðurin, stýrið og stjóri eru samd um, at eftir umstøðunum og fyri at fáa enda á hesum fastlæsta máli, leggur Klæmint Weihe, stjóri, nevndarsessin í P/F Norðoyatunlinum frá sær.
Eisini samtykti stýrið at seta í verk eina endurskoðan av innanhýsis mannagongdum hjá SEV«, siga partarnir í semjuni
Tað líkist einum taktiskum spæli, har allir partar varðveita skinnið á nøsini.

Forða endurtøku
Hans Tausen Olsen, umboðsráðsformaður, sigur seg vera nøgdan við semjuna, hóast tað var hann, sum kravdi eina óvilduga løgfrøðiliga kanning av málinum.
Vit spurdu hann, um onki er at kanna longur.
? Tað, sum varð gjørt, er rættað. SEV svíður ikki fyri annleggið, tí tað hevur Vágatunnilin keypt. Tað, sum vit nú hava gjørt, forðar fyri, at sama søgan endurtekur seg, sigur Hans Tausen Olsen.
Hóast Klæmint Weihe fer frá í Norðoyatunlinum, heldur hann fyribils fram í nevndini fyri Vágatunnilin.
? Vágatunnilin letur upp 10. desember, og tá er tað arbeiðið yvirstaðið, sigur Hans Tausen Olsen.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa orðið á Klæmint Weihe, stjóra, sum er burturstaddur.