Útjaðarin skal vera við

Oljufeløgini, sum hava fingið loyvi at leita eftir olju á landgrunninum, hava fleiri ferðir fingið greitt at vita frá Oljumálastýrinum og landsstýrismanninum í oljumálum, at útbjóðingarlógin krevur, at virksemi í sambandi við leiting og framleiðslu, eisini fer fram í útjaðaranum.

 

Hetta sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður við Sosialin. Hann undirstrikar, at fyri at eingin ivi skal vera um hetta málið, er Oljumálastýrið í løtuni í ferð við at senda øllum loyvishavarunum bræv, har tað verður víst á umrøddu grein í útbjóðingarlógini. -Hetta gera vit fyri at eingin misskiljing skal vera. Tann politiski viljin er, at útjaðarin verður tikin við, og hetta hava feløgini fingið at vita sigur Eyðun Elttør. Hann vísir á, at hetta er ikki nakað, sum kemur knappliga fram ella sum nú kemur sum nakað yvirraskilsi.


-Fær Eyðun Elttør ikki ein stóran trupulleika, um oljufeløgini velja at brúka eina havn í miðsteðarøkinum til alt sítt útgerðarvirksemi?


-Eg havi ongan trupulleika. Tá hava oljufeløgini ein trupulleika. Tað er álagt mær við lóg, at virksemi skal eisini vera í útjaðaranum.


-So tey fáa málið aftur í høvdið?


-Tað fáa tey, tí tey mugu lúka nakrar treytir.


-Men setir tú teg í teirra stað, hvussu sær tú, at tey kunnu hava útgerðarhavnina í miðsteðarøkinum og leggja ein part av virkseminum í útjaðaranum?


-Lat okkum nú fáa at síggja, hvat feløgini koma við. Men eg ivist onga løtu í, at feløgini koma við einum konsepti, har útjaðarin er tikin við, tí hetta er tað, sum teimum er álagt.


-Hví brúka orðið útjaðarin? Hví ikki kalla ein spaka fyri ein skapa og siga, at vit her tosa um Suðuroynna?


-Hatta segði tú!


-Men hevði tað ikki verið lættari hjá landsstýrismanninum, um tilboðið at leggja útgerðarhavn í Suðuroy var tað besta, tí tá slapst tú undan eini millumloysn?


Til tað sigur Eyðun Elttør, at um slíkt uppskot veruliga var tað besta og tað varð lagt fyri seg, so hevði hann sjálvandi góðtikið tað. Hann dugir heldur ikki at síggja nakað galið í, at virksemið endar í Suðuroynni og vil enn einaferð sláa fast, at hann alla tíðina hevur fylgt lógini og ikki hevur krógvað nakað. Brævið, sum nú fer út til feløgini, er eitt prógv um tað sama. Tí har fáa feløgini enn einaferð at vita, hvat útbjóðingarlógin sigur.