at trúgva uppá, at tað bar til. HB tolir ikki skaðar og leikbann HB brúkti eini fimm minuttir til at koma yvir hvøkkin, og so løgdu teir trýst á B68 málið. Men tað sást týðiligt, at tað var saknur í Rúna [...] tá HB trýsti. Tí var tað ikki óuppiborið, at B68 fór til hálvleiks við leiðsluni, men tað var óheppið fyri teir, at HB skoraði so tíðliga í seinna hálvleiki. Toftamenn trýstir Tað sást beinanvegin, at [...] vildu vinna og eisini høvdu kjansirnar til tað. Serliga í seinnu helvt av seinna hálvleiki, tá støðan var 1-1, var HB nærgangandi, og eingin hevði verið kløkkur, um tað hevði lukkast føroyameistarunum at fingið
donsk orð. Havi lagt til merkis, at fleiri siga annaðleiðis í staðin fyri øðrvísi. Útvarp og sjónvarp hava ómetaliga stórt árin á málið, øll leggja til merkis tað, ið sagt verður. Tað er øðrvísi við bløðunum [...] setast teim almennu og privatu útvarps- og sjónvarpsrásunum, tá ið tað snýr seg um málnýtslu. - Tað er upp til Føroya Løgting, men tað átti í grundini at áligið hvørjum einstøkum stjóra sær sum ein heilt [...] hesum viðvíkjandi, eg sigi ikki, at tey skulu verða tað, men tey hava eina skyldu til at vanda sær betur um málið. Tað almenna eigur at ganga undan, har tað almenna ræður. Vit síggja umborð á Strandfaraskipunum
øllum, tá teir skutu seismikkin. Teir fingu skotið alt tað teir høvdu ætlað og sær tilfarið eisini sera gott út, tað teir hava hugt eftir higartil. Tað var eitt russiskt seismikkskip, sum gjørdi kanningarnar [...] data, sum er tikið upp eftir bert einum mánaði, og tað er sera gott. Brúktur var ein sokallaður ?singlestreamer? uppá 12 km, sum er gjørdur nettup til føroyska landgrunnin við sínum tjúkka basalti. Slíkur [...] Kanningarnar hann sipar til vórðu gjørdar á føroyska landgrunninum í mai. Talan er um ein kanning, sum Geco Pracla sjálvt hevur tikið stig til og fíggjar, men eisini oljufeløg hava ynskt at fáa tilfarið
Internetsamband til rímuligar prísir. TAÐ verður oftani sagt, at vit føroyingar eru so fáir, at vit megna ikki tað stóra. At land okkara er so lítið sammett við onnur lond osfr. Eingin ivi er um, at tað kann hava [...] fleiri búskaparbein at standa á. Nettup her er teldutøknin kanska tað mest grundleggjandi, og at vit nú fáa øllum næmingum í landinum atgongd til internetið og at kunna samskifta á netinum er av alstórum týdningi [...] nettup ein av hesum fyrimunum er, at tær nýtist ikki tær heilt stóru íløgurnar fyri at kunna røkka út til øll fólk og hvønn krók í samfelagnum. Hóast útviklingurin á telduøkinum í øðrum londum fyri langari
teimum loyvi til tað og so bara gloymt hitt, at tey høvdu synda? Nei, ongantíð! Tí um Guð gav teimum loyvi til tað, so vildu tey eti seg til ein ævigan deyða, og so fingu tey ongan møguleika til umvending [...] tolir synd, tað passar faktist ikki, tað er umvent; syndin tolir ikki Guð. Tað kann samanlíknast við, at ein ísterningur kemur til sólina, sólin vildi ikki sløkna; men ísterningurin vildi til jarðar fyri [...] eta av, tað var træi kunnleikans um gott og ilt. Um nakar át fruktina av hesum træi, so kom hann at síggja mun á góðum og illum, t.v.s. at tey sjálvi fingu kunnleika til at døma um hvat var gott og hvat
í Danmark er eisini afturlatin. Tó ber til at fáa orðið á tær við telefon í vanligu upplatingartíðunum frá 14. juni til 31. juli. Býurin settur í stand Gott tað sama at øll lata aftur ísenn í Føroyahúsinum [...] stand aftur. Og nú er túruin komin til okkara grannalag. Síðani desember mánað hevur hetta verið okkum til ampa á ymsan hátt, men serstakliga tvørligt síðani apríl. Tað er sera óruddiligt uttan um okkum [...] at gleða okkum til sigur leiðarin í Føroyahúsinum Martin Fjallstein. Nógv tiltøk til heystar Nógv hevur verið havt á lofti í farnu vetrarskránni, sum røkk frá síðst í august og fram til síðst í mai. Líkt
at kommunusamanlegging, og heldur tað tískil vera eitt gott hugskot at leggja Sumbiar Kommunu saman við Vágs Kommunu. Men hann heldur ikki, at tey, ið hava tikið stig til at savna inn undirskriftir skapa [...] Ein bólkur av fólki á Økrum og í Lopra hevur tikið stig til at savna inn undirskriftir fyri at loysa frá Sumbiar Kommunu. Tey ynskja heldur at vera partur av Vágs Kommunu, hóast skattaprosentið har er [...] er munandi hægri enn í Sumbiar Kommunu. Høvuðsorsøkin til, at fólk á Økrum og Lopra ynskja at ríva seg leys úr Sumbiar Kommunu er, at tey eru ónøgd við viðferðina, ið tær báðar smábygdirnar fáa frá bygdaráðnum
ára gomul fór hon til Danmarkar at útbúgva seg til sjúkrasystir. Á páskum teknaði Erla seg til kappingina. Meðan hon kom longur og longur framat sjálvari luttøkuni, ringdi hon heim til mammuna í Havn, og [...] Hóast hesin ungi knassin so at siga fall beint í durunum hjá Robinson-redaktiónini, vísir tað seg kortini, at tað eydnaðist einum øðrum føroyingi at sleppa innum gáttina. Erla er úr Havn Hin 48 ára gamla [...] Erla skrivar til móðir sína, at hon ikki slapp at tosa serliga nógv við hinar luttakararnar í hesum tíðarskeiði, tí tey skuldu ikki vita ov nógv um hvønn annan. Melduródn við Filipsoyggjar Tað frættist, at
tykkum, so ger tað ikki tykkum til nakað serligt. Tað er tvørturímóti nettupp tað, sum er tað serliga - at tað ikki er so serligt. Tað serliga er, at í Føroyum kunnu næstan øll, sum vilja tað, fáa hesi prógv [...] men tit heldur vilja til skips - jamen so farið til skips. Tað eru nógv fólk við stórari succes í samfelagnum, sum í veruleikanum ongantíð ætlaðu sær at blíva til tað, sum tey blivu til. Tey fóru leiðir sum [...] vit at siga. Tað er ikki heilt rætt. Tað mest grundleggjandi eru vit samd um. Okkara mál og okkara mentan - alt tað, sum ger okkum til eitt fólk - tað standa vit saman um. Men heldur ikki tað er komið av
myndugleikar eru við í sjálvum stýringsbólkinum, men gjalda ikki beinleiðis til verkætlanina. Tó so at føroyskir stovnar hava sett orku av til arbeiðið. Føroysku limirnir í Stýringsbólkinum eru Alex Buvik frá [...] hann tað vera sera umráðandi hjá bæði oljufeløgum og føroyingum at fyrireika seg væl og virðiliga. -Agip hevur verið við í GEM frá byrjan, og eg haldi, at henda verkætlanin er eitt einastandandi gott høvi [...] gjørt, ber til at koma betri frá byrjan enn kanska summa aðrastaðni. Hetta er ein frálíkur máti at seta hol á eina komandi oljuvinnu. Framsýningin í Müllers Pakkhúsi er opin í dag frá klokkan 9 til 17 og hósdagin