Mrs. Robinson er føroyingur

Hin 48 ára gamla Erla Dal Mørch, ið er ættað úr Tórshavn og búsitandi í Aalborg í Danmørk, er við í kappingini um at gerast Ársins Robinson. Hepni føroyingurin, ið tá avtornaði slapp gjøgnum nálareyga hjá TV3, ið skipar fyri ferðini, sendi mammuni postkort úr Manila, áðrenn lagt varð til brots.

Tey vóru fleiri enn 11.000, ið hesaferð bjóðaðu seg til í Robinson-kappingini hjá undirhaldsstøðini TV3 , men pláss var einans fyri teimum 16?


Teimum, ið ikki kunnu, ella ikki tíma at hyggja at TV3, skal verða greitt frá, at Robinson-ferðin, er eitt slag av dokumentariskum yvirlivingartúri, ið verður raðsendur í TV3. Í fjør vóru luttakararnir 6 vikur úti í fjarskotnum tropuoyggjum og stríddust móti hita, svongd og svikaráðum, ið luttakararnir løgdu, hvør móti øðrum.


Vinnari í kappingini verður tann, ið dugir best at snúgva sær undan hesum lokabrøgdum, og annars er mentur at ganga ómettur og sveittandi longst. Í hesi kapping er av sonnum talan um survival of the fittest?


Sjálvstýrismaðurin fall


Sosialurin hevur áður sagt frá um løgtingsmannin, Jákup Sverra Kass, ið nærum slapp við á ferðini hjá Thomas Mygind, sum er vertur í hesi sjónvarpsrøð. Hóast hesin ungi knassin so at siga fall beint í durunum hjá Robinson-redaktiónini, vísir tað seg kortini, at tað eydnaðist einum øðrum føroyingi at sleppa innum gáttina.


Erla er úr Havn


Hin 48 ára gamla Erla Dal Mørch, ið er ættað úr Tórshavn og búsitandi í Aalborg í Danmørk, var hin hepnari føroyingurin, ið tá avtornaði slapp gjøgnum nálareyga hjá TV3, ið á øðrum sinni skipar fyri kappingini um at gerast ársins Robinson í ávikavist Noreg, Svøríki og Danmark.


Erla Dal Mørch (fødd Dal Poulsen), ið er dóttur Helenu Dal Poulsen og Símun Poulsen, sála, er regluliga og vitjar ættarfólkini í Føroyum, hóast hon hevur búð Niðri longi. 18 ára gomul fór hon til Danmarkar at útbúgva seg til sjúkrasystir.


Á páskum teknaði Erla seg til kappingina. Meðan hon kom longur og longur framat sjálvari luttøkuni, ringdi hon heim til mammuna í Havn, og segði frá um royndirnar, hon skuldi ígjøgnum.


Eins og Jákup Sverri Kass, varð hon væl kannað, bæði likamliga og sálarliga.

Erla sigur við fjølmiðlar, at styrki hennara liggur í drúgvu royndum sínum sum yvirsjúkrasystir á sálarsjúkrahúsi.


Móðirin, Helena Dal Poulsen, veit onki um, hvussu dóttrini veit við. Tey sleppa ikki at geva boð frá sær meðan kappingin er, so ongin veit enn at siga, hvussu leikur fer.


Móðirin fekk postkort


Helena er onki fyri at gera nakað hávasták burturúr røsku dóttrini.


? Verður hon nú send heimaftur beinanvegin, so er onki at skrivað um, heldur móðurin fyri.


Væl sæst kortini á henni, at hon er eitt sindur stolt av Erlu.


? Eg vænti, at tað verður eitt upplivili hjá henni, um hon so verður send heimaftur beinanvegin, sigur Helena og vísir okkum myndina á postkortinum, hon fekk frá dóttrini, meðan hon var í Manila, høvuðsstaðnum á Filipsoyggjum, haðar hon kom 1. juni.


Meðan luttakararnir vóru í Manila, búðu tey á fínum gistingarhúsi, men Erla skrivar til móðir sína, at hon ikki slapp at tosa serliga nógv við hinar luttakararnar í hesum tíðarskeiði, tí tey skuldu ikki vita ov nógv um hvønn annan.


Melduródn við Filipsoyggjar


Tað frættist, at striltið hevur verið at fingið gongd á upptøkurnar í ár, tí ein melduródn framhaldandi hevur gjørt um seg í økinum við Filipsoyggjar, har luttakararnir skulu kappast.


Sjálv kappingin verður sambært Helenu onkrastaðni við mjáu oynna, Palawan, einar 400 kilometrar í ein útsynning úr Manila. Áðrenn kappingin byrjaði, skuldi riðilin býtast í tvey. Við sunnaru helvt av oynni skal annar bólkurin vera, meðan hin verður á aðrari oyggj, longur norðuri við Palawan.


Av Robinson-redaktiónini í Danmørk, vita tey at siga, at luttakarabólkurin úr Svøríki var fyrstur úti á kappingaroyggjunum, men at hann noyddist at venda aftur til Manila, orsakað av ódnarveðrinum. Ódnin hevur havt við sær, at upptøkurnar verða seinkaðar einar tríggjar dagar.


Tað frættist somuleiðis av Filipsoyggjum, at tey í danska luttakarabólkinum, ið havnakonan er partur av, hava tað gott. Tey bíðaðu heldur eftir betri veðri, og í hesum hevur Erla kanska fyrimunin at vera føroyingur?.