tað, ið ikki er. Hann er okkurt um 5 sentimetrar til hæddar, og ger, at tað er torført at fáa bilin upp aftur á vegin, um man fer útav. Bussførarin er ikki í iva um, at um ikki okkurt verður gjørt við v [...] Løgreglan hevur í dag fingið ikki færri enn tríggjar fráboðanir um bilar, ið eru farnir út av á vegastrekkinum millum Skipanes og Skálafjørð í morgun. Merkisvert er, at hóast tað hevur kavað nógv í nátt [...] hon var farin út av vegnum, og fekk ikki bilin upp á rætt aftur. Eina lítlu løtu aftaná hendi tað sama hjá mær. Eina hjólið fór út av vegnum, og tað var trupult at koma upp aftur á koyribreytina, men tíbetur
har teir sparka niðan á verjuna hjá okkum og vit tað tað sama hinvegin. Tað var nokk heldur ikki pent at hyggja eftir, sigur Andrew av Fløtum. HB roynir at trýsta HB skapti nakar møguleikar í seinna [...] tann fótbóltin vit gjarna vilja spæla. Vit vóru bara ikki nóg góðir í dag, sigur Andew av Fløtum um orsøkina til tapið í gjár. Vánaligur fyrri hálvleikur Serliga fyrri hálvleikur var vánaligur og illa [...] málið byrja vit at missa takið. Tá teir so skora, tá missa vit takið á dystinum, sigur Andrew av Fløtum. Ikki uppiborði at tapt Andrew er ikki samdur við Sigfríði Clementsen, tá hann sigur, at B36 vann
spurningur er, um leikararnir hava verið nóg klárir til at byrja kappingina so tíðliga. Nógvi kavin hevur darvað fyrireikingunum og time’ingina til fótbóltsspælið nógv, og tað er tað sama galdandi hjá okkum
spælir hesin nýggji bólkurin nýggjan og gamlan amerikanskan jazz. Fóru ikki heim sum av torvheiðum Sjávt um tónleikurin hetta ikki líktist tí tónleiki, ið vit eru von við at hoyra Teitur framføra, so má sigast [...] serliga vælljóðandi brotum. Eisni dugdu allir limirnir í bólkinum væl at vera á palli. Teitur greiddi frá um tey ymisku løgini, og viðhvørt hevði hann eisini onkra stuttliga viðmerking. Hinir í bólkinum leikaðu [...] merki í. Í sínum framúrskarandi soloum díkti hann so á trummurnar, at tað kundi sæð út sum stóð tað um lív. Tað einasta, ið onkur møguliga kundi funnist at, var at Teitur stóð heldur langt afturi á pallinum
objektivur um grindadráp. Men hann slapp ikki undan at taka støðu til tað, tí føroyingar og útlendingar blivu við at spyrja hann um hansara meining. Tí gjørdi hann av at geva sína meining um grindadráp [...] hann yvirhøvur tosaði um grindadráp. Men hann reistist aftur og gjørdi nakrar partar um grindadráp aftrat í sambandi við, tá vinfólk hansara høvdu gjørt antin filmar ella bøkur um evnið. Í dag ávirka h [...] tosað um Føroyar og føroysk viðurskifti í sínum fjølbroytta og livandi poddvarpi, sum eitur Faroe Islands Podcast . Har hevur hann javnan umrøtt grindadráp, har hann eitt nú hevur tosað við serkøn um grindadráp
Hann hevur latið seg í handskan, hevur fingið sær klútin um lærið og fer undir enn eina bust. Eina av teimum 60 bustunum, hann fær frá hond um vikuna. Hann er ikki meiri enn farin til verka, nú ringir [...] greiðir hann frá. Onkur vil halda at ein blindur maður hevur eitt einsligt lív. Men tað kann ikki sigast um Hera í Vestmanna. Áðrenn tað endaði galið ... Hóast Heri er blindur, so var tað kortini ein tíð í hans [...] og veru var hann miðskeiðis í 20unum tá hann merkti at sjónini var farið at bila. - Eg var til skips um hetta mundið við Vestfinni. Eg var 25 ára gamal, og legði tá til merkis at eg ikki sá so væl at arbeiða
eftir dystin hava Völler at siga, um hann metti Jákup vera nóg góðan at spæla í bundesliguni. - Eg ynskit føroyska málverjanum tillukku við framúr avrikinum, og um hann megnar at varveita støðið, sum [...] spæla í bundesliguni og alla aðra staðni kring heimin, segði Völler, sum ikki á sama hátt tóktist hava givið sær far um avrikið Jákupi í Hannover, sum hann gjørdi hesaferð. Sjálvur vildi Jákup tó ikki [...] staðið ein vánaligan dyst, men tað stóð framvegis 0-0 móti Týsklandi. Men tað sigur so eisini nakað um, hvussu væl verjan stóð, helt hann. - Í steðginum fekk eg tó arbeitt meg sálarliga upp, og í seinna
- Eg helt, at vit hoyrdu til bólkin sum Føroyar droyma um at fáa heimaftur. Barnafamilja við góðari útbúgving, sigur Mari Hamrá Hammeken. Hon hevur útbúgving sum sosialráðgevi, og maðurin Dánjal Jákup [...] við onnur børn, so á henni merktist broytingin eisini. Privata loysn Á Snarskivuni góðu tey Mari ráð um at finna sær eina privata loysn - omman kundi kanska taka sær av Ýr. Men sum samfelagið sær út í dag [...] hon. Onki pláss Av berari frustratión ringdi og vitjaði Mari ofta Snarskivuna. Men fekk bara boðini um at dótturin stóð á tí og tí plássinum og at tær onki vistu. Sagt var eisini, at søkt varð eftir da
enn. - Tað er hopleyst at parkera í Havn. Kommunan hevur snakkað um parkeringshús, men har hendir einki. Parkering í Havn er av tí sama blivin kaotisk, tí mann sleppur næstan ikki fram nakrastaðni. Vit [...] landið og fleiri flyta til miðstaðarøkið. Í Betri Heimi merkja tey ein stóran eftirspurning frá fólki um keyp av húsum og grundstykkjum við tunnilsmunnarnar hinumegin Havnina, og stjórin sær fyri sær, at [...] stjóri í Betri Heimi. Parkeringsviðurskiftini í høvuðsstaðnum hava ofta verið uppá tal, mann hevur tosað um parkeringskjallarar og nýggjar básar, men enn er ikki tað stóra hent. Tað er ofta sera trupult at finna
fakbólkar á sama útbúgvingarstigi. Bæði viðvíkjandi lønarlagi, starvsaldur og ikki minst eftirløn, skrivar Dagstovnaráðið á Facebook síðu sínari í dag. Ráðið sigur, at námsfrøðiliga økið hevur, av tí sama‚ havt [...] tit høvdu um at geva okkum betri arbeiðskor - fáið nú hettar í rættlag og gevið okkum virðilig kor at arbeiða undir, skrivar Dagsstovnaráðið og leggur aftrat, at Føroyar fáa tað tíggju, ja um ikki hundrafold [...] - Dagstovnaráðið heitir á allar kommunalar- og landspolitikkarir um at vísa í verki, at vit í Føroym virða allar fakbólkar og hvønn annan, sum javnstøðis borgarar‚ og tískil veita líka løn fyri javnsettar