- Hatta verður ein vandi í vetur

Løgreglan hevur í dag fingið ikki færri enn tríggjar fráboðanir um bilar, ið eru farnir út av á vegastrekkinum millum Skipanes og Skálafjørð í morgun. Merkisvert er, at hóast tað hevur kavað nógv í nátt og í morgun, so er tað bara á tí vegastrekkinum, at fleiri bilar eru farnir av vegnum.


Ein bussførari, ið hevur vent sær til Miðlahúsi, metir, at tað ikki er uttan orsøk, at fleiri óhapp eru hend á vegastrekkinum í morgun.


- Eg tók eina kvinnu upp í bussin í dag, ið var farin útav. Hon var í einum av teimum trimum bilunum, ið var farin út av har. Hon greiddi frá, at hon var farin út av vegnum, og fekk ikki bilin upp á rætt aftur. Eina lítlu løtu aftaná hendi tað sama hjá mær. Eina hjólið fór út av vegnum, og tað var trupult at koma upp aftur á koyribreytina, men tíbetur eydnaðist tað.


Bussførarin leggur dent á, at hann ikki kann siga við vissu, hvat orsøkin er til, at hinir báðir bilarnir eru farnir út av vegnum, men sigur, at hóast tað var nógvur kavi um landið, so var tað bara í hesum vegastrekkinum, at fleiri bilar vóru farnir útav.


- Tað er vegastrekkið, sum ikki er í ordan. Vegurin er vorðin breiðkaður í seinastuni, men tað er ikki vorði asfalterað. Harvið er ein kantur komin millum tann partin, ið er asfalteraður og tað, ið ikki er. Hann er okkurt um 5 sentimetrar til hæddar, og ger, at tað er torført at fáa bilin upp aftur á vegin, um man fer útav.


Bussførarin er ikki í iva um, at um ikki okkurt verður gjørt við vegastrekkið, so verða fleiri óhapp á strekkinum í vetur.


- So leingi sum eingin kavi er, so er eingin trupulleiki. Men hetta verður ein vandi í vetur, tí Landsverk hevur ikki tryggjað sær, at arbeiðið varð gjørt liðugt.