Tað var annars gamalt, at HB altíð vann á B36, men soleiðis er ikki longur. Nú søgan ein onnur og tað er eftir hondini langt síðani, at HB vann á B36.
- Eg eri heilt ótrúliga vónbrotin í dag. Vit eru ov læstir í okkara spæli og missa bóltin ov lætt. Vit eru kanska ov ótolnir til at spæla tann fótbóltin vit gjarna vilja spæla. Vit vóru bara ikki nóg góðir í dag, sigur Andew av Fløtum um orsøkina til tapið í gjár.
Vánaligur fyrri hálvleikur
Serliga fyrri hálvleikur var vánaligur og illa spældur.
- Vit royndu at leggja trýst á í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki. Spælið í fyrra hálvleiki var rótut og tað varð sparkað nógv. Tað endaði við at “ping pong” spæli har teir sparka niðan á verjuna hjá okkum og vit tað tað sama hinvegin. Tað var nokk heldur ikki pent at hyggja eftir, sigur Andrew av Fløtum.
HB roynir at trýsta
HB skapti nakar møguleikar í seinna hálvleiki, men tað var ikki nokk.
- Tað eydnast okkum nøkunlunda at leggja teir undir trýst í byrjanini av seinna hálvleiki, men eitt sindur áðrenn málið byrja vit at missa takið. Tá teir so skora, tá missa vit takið á dystinum, sigur Andrew av Fløtum.
Ikki uppiborði at tapt
Andrew er ikki samdur við Sigfríði Clementsen, tá hann sigur, at B36 vann uppiborið.
- Vit høvdu ikki uppiborið at vunnu, men tað haldi eg nú heldur ikki at B36 gjørdi, sigur Andrew av Fløtum.
Spurdur um HB hevur eitt B36 kompleks, svarar Andrew soleiðis:
- Tú kann gott siga at vit hava eitt B36 kompleks, men tað merkir ikki at eg ikki gleði meg at møta B36 næstu ferð.