sum vóru við flogfarinum, lótu lív, og nógv fingu løstir. Tað hevði ikki verið lendandi í nakrar dagar, tí mjørki hevði verið, og tí vóru ferðafólk úr Íslandi, Noregi og Danmark við flogfarinum. Flogskiparin [...] vóru føroysk ferðafólk. Flogvanlukkan í Mykinesi er ein dramatiskur partur av føroyskari flog-søgu, og á 30 ára degnum fyri vanlukkuna verður ein bók útgivin um hendingarnar. Tað er journalisturin Grækaris [...] flogsøgu. Tað kemur sjáldan fyri, at so stórur partur av ferðafólkunum yvirlivir, tá eitt flogfar rennur á við fullari ferð. Í so máta er søgan serlig, sigur Grækaris Magnussen. ? Føroyingar hava altíð verið
sum fóru upp eftir høgum bólti. Hans Fróði var so óheppin at detta niður á økslina, og hann merkti beinanvegin nógva pínu. Á sjúkrahúsinum varð staðfest, at tað var óstbeinið, sum var brotið. Í fyrsta [...] fram við at taka fyrsta tunga takið í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið. At ærukæri og miðvísi føroyski spælarin ikki sleppur upp í part, kann fara at hava árin á alt kappingarárið, og tað er sera [...] tódnaða Jugoslavia. Hans Fróði sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, og hann fekk ikki landsliðsboð aftur fyrrenn í fyrraárið. Í Estlandi sat hann allar 90 minuttirnar á beinkinum og hugdi at, tá liðfelagarnir
hevur eftirlit við framleiðsluni á Dalásmolti, og hann er arbeiðsformaður. Á telduskíggjanum hevur hann eitt fullfíggjað yvirlit yvir hvørt einasta av teimum 150 kørunum á smoltstøðini, har tað ganga gott [...] marknaðarprísurin á laksi í dag als ikki kann sammetast við metprísirnar í 80-unum - tá alarar kundu fáa upp í 80 krónur fyri kilo - so eru teir kortini á eini góðari leið, heldur stjórin á Dalásmolti. -Hann [...] hann. Liberalistar Tað er døgverðatíð og starvsfólkið á Dalásmolti situr í køkinum og fær sær ein breyðbita. Regndroparnir trumma so lystiliga á takið, meðan dagsins mál verða vend. Uppsøgnin av sjúkrahússtjóran
Værløse verða endurgivin fyri at siga, at Challenger-flogfarið, sum er avloysarin hjá Gulf Stream flogfarinum, sum datt niður í Vágum í 1996, er illa egnað til flúgving í Føroyum og Grønlandi. Sagt verður [...] flogfelagnum Sun-Air taka undir við atfinningunum, og tað verður eisini ført fram, at um flogfarið skal á flog við fullari last krevst ein breyt, sum er í minsta lagi 1.780 metrar long. Bæði í Vágum og í Grønlandi
løgtingið at viðgera eina ferð í seinna helmingi av hesum árinum. Skulu finna formann Tað var Páll á Reynatúgvu, tjóðveldismaðurin, ið er formaður í trivnaðarnevndini, sum í ófráboðaðum fyrispurningi [...] um, hvussu tað gongst við at fyrireika barnsburðargrunnin. Landsstýrismaðurin svaraði, at fyrsta takið verður at seta eina nevnd at lýsa málið og koma við tilráðing um, hvussu hann skal skipast, hvussu [...] teir leita framvegis eftir einum formanni. Onkur er spurdur, men tá ófráboðaðir fyrispurningar vóru á dagsskránni frá klokkan hálvgum tvey og ein hálvan tíma fram mikudagin, hevði landsstýrismaðurin ikki
sleit í bátahylinum á Argjum og í Miðbýnum fór onkur rútur. Uppi á Sandvíkarhjalla reiv tekjan á stóra bygninginum hjá Skipasmiðjuni. Eitt pappírsvirki er nærjhendis og har fóru hurðar á bilhúsunum, sigur [...] Heitt varð á fólk um ikki at koyra í økinum Gøtugjógv - Fuglafjørður, um hetta ikki var strangliga neyðugt. Og tað var sertakliga í Eysturoynni, at fráboðanir komu um stormskaðar. Ein bingja á Sevdalsvegi [...] hoyggjhús og eitt gróthús í vindinum. Í Syðrugøtu var ein skúrur um at fara í storminum. Í Runavík var takið á Lynfrost um at skræða seg leyst. Rútarnir í eini arbeiðshøll í Saltangará fóru eisini í storminum
ábyrgdarpersón á Strandferðsluni, sum kundi loysa trupulleikan, sigur Uni Mortensen. Í rættlag Tá blaðið fór til prentingar í gjár, vóru viðurskiftini við Sam og Ternuni ikki komin upp á pláss, men tá vit [...] við Magnus Magnussen, tekniskan leiðara á SL, fyrrapartin í gjár, roknaði hann við, at trupulleikin varð loystur í gjár. Hann segði, at neyðuga útgerðin var umborð á skipunum til tíðina, men at nú var tr [...] Í gjár og fyrradagin var óskil á ferðsluni um Vestmannasund. Sjóvinnustýrið tók mikudagin loyvi frá Sam og Ternuni at sigla sum ferðamannaskip. Hetta tí, at skipini ikki høvdu skaffað sær GMDSS, sum tað
Anfinn Kallsberg, skuldi taka ímóti flogfarinum, men honum barst frá. Við flogfarinum, var samferðslumálaráðharrin, Finnbogi Arge, sum var umboð landsstýrisins á móttøkuna. Eisini Magni Arge, stjóri í [...] í Atlantsflog var við flogfarinum. Leingi hevur verið í umbúna at keypa annað flogfar, tá ið kortini er neyðugt hjá Atlantic Airways á hvørjum ári at leiga eitt flogfar aftrat til summarhálvuna til tess [...] útheimin á brúkligum støði. Leigast út Í samrøðu við Internet Sosialin beint fyri klokkan 20 hóskvøldið dugdi Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, ikki at siga endaliga, um tað fór at eydnast flogfarinum at lenda
at brúka flogfarið á Føroyarutuni, eisini at brúka tað í útlendskari flúgving. Nú verður so arbeitt við at fáa flogfarinum arbeiði á fremmandum rutum. Tað er greitt, at tvey flogfør á Føroyarutuni eru nærum [...] ið verður á Føroyaleiðini næstu árini. Vit hugsa her bæði um nýggju ruturnar til okkara grannalond og um teir stóru møguleikar, ið liggja í flutningi av oljufólki. Við keypinum av flogfarinum hevur Atlantsflog [...] nærum nóg mikið til at nøkta tørvin her. Men eftir okkara meting hevur tað stóran týdning, at kappingin á Føroyarutuni heldur fram. Tí er tað gott, at vit hava tvey feløg, sum reka hesa flúgving. Vit kunnu
bara, sigur Lars, sum annars eisini legði stóran dent á, at stemningurin, sum var í høllini, eisini gjørdi sítt til, at kyndilsliðið megnaði stóra takið. Liðavrik Lars hevði tó ongan hug til at taka allan [...] allan heiðurin einsamallur, men legði í staðin dent á, at talan var um eitt rættuligt liðavrik, har hvør tann einasti leikari gjørdi sítt til at venda dystargongdini. - Eisini hevði tað stóran týdning, at