Avmarkað atgongd um Vestmannasund

Ferðslan um Vestmannasund er órógvað av, at Sam og Ternan I ikki kunnu sigla sum ferðamannaskip. Suðroyingar, sum høvdu verið á flogi týsdagin, strandaðu í Havn

Í gjár og fyrradagin var óskil á ferðsluni um Vestmannasund.

Sjóvinnustýrið tók mikudagin loyvi frá Sam og Ternuni at sigla sum ferðamannaskip. Hetta tí, at skipini ikki høvdu skaffað sær GMDSS, sum tað annars varð kravt, at tey skuldu hava áðrenn 1. februar.

Seinastu tveir dagarnar hava strandferðsluskipini tí siglt sum farmaskip, og tá kunnu tey bert taka 12 ferðafólk.

Hetta hevði við sær, at fráferðirnar hjá Atlantsflog og Maersk úr Vágum fyrrapartin í gjár vóru seinkað í ein hálvan tíma, tí ferðafólk bíðaðu eftir farti. Øll ferðafólkini komu tó við flogførunum.


Sluppu ikki til Suðuroyar

Týskvøldið vóru ferðafólkini frá flogfarinum seinkað, og fólk, sum skuldi til Suðuroyar, strandaðu í høvuðsstaðnum.

Ein teirra var Uni Mortensen, sum rekur Gistingarhúsið í Øravík.

? Vit vóru 20 minuttir ov sein til Havnar, men tað var ikki gjørligt at fáa Smyril at bíða, sjálvt um Strandferðslan sjálv hevði skyldina av seinkingini. Tað haldi eg verða ov vánaligt, sigur hann.

Hann og eini 10 onnur ferðafólk, sum skuldu til Suðuroyar týskvøldið, gistu í Havn, og tey sluppu av Havnini klokkan 14.00 í gjár.

? Tað vóru fleiri útlendingar, sum skuldu til Suðuroyar, men Strandferðslan hevði ikki hug at skipa fyri innivisti í Havn, og tí mátti eg hjálpa hesum fólkum. Tað bar ikki til at finna nakran ábyrgdarpersón á Strandferðsluni, sum kundi loysa trupulleikan, sigur Uni Mortensen.


Í rættlag

Tá blaðið fór til prentingar í gjár, vóru viðurskiftini við Sam og Ternuni ikki komin upp á pláss, men tá vit tosaðu við Magnus Magnussen, tekniskan leiðara á SL, fyrrapartin í gjár, roknaði hann við, at trupulleikin varð loystur í gjár.

Hann segði, at neyðuga útgerðin var umborð á skipunum til tíðina, men at nú var trupulleikin ein sýningarspurningur.

Fólk bíðaðu bæði á Oyragjógv og í Vestmanna fyrrapartin í gjár, hóast bæði Sam og Ternan sigldu í pendulfarti.