Sera nógvur vindur var leygardagin og klokkan 13:10 tann 29/01 - 2000, sendi politistøðin í Havn út fráboðan um óvanliga nógvan vind. Heitt varð á fólk um ikki at koyra í økinum Gøtugjógv - Fuglafjørður, um hetta ikki var strangliga neyðugt.
Og tað var sertakliga í Eysturoynni, at fráboðanir komu um stormskaðar.
Ein bingja á Sevdalsvegi í Fuglafirði varð tikin av vindinum. Við Gøtugjógv fóru hurðarnar í Losjuni av vindi. Eisini fór ein vindskeið á einum eldri húsnum eins og vindeygu í gomlum húsum.
Í Norðagøtu fóru fleiri vindeygu. Ein skúrur fór í vindinum og 20 tonsarin Anna Maria sleit, men ein endi helt og fór báturin tí ikki so langt. Eisini fór eitt hoyggjhús og eitt gróthús í vindinum.
Í Syðrugøtu var ein skúrur um at fara í storminum.
Í Runavík var takið á Lynfrost um at skræða seg leyst. Rútarnir í eini arbeiðshøll í Saltangará fóru eisini í storminum.
Ymiskir aðrir smærri skaðar vóru eisini, men mest í Gøtu, sigur løgreglan í Runavík, ið eisini fekk fráboðan um tvey smærri ferðsluóhapp í vikuskiftinum.
Tað sigst, at ættin var sera ring í Gøtu leygardagin.
Ikki so ringt í Havn
Løgreglan í Havn hevur ikki fingið fráboðan um skaðar aðrastaðni í landinum.
Í Havn var støðan ikki líka ring, sum í Eysturoynni. Mest var talan um smáskaðar. Ein bátur sleit í bátahylinum á Argjum og í Miðbýnum fór onkur rútur.
Uppi á Sandvíkarhjalla reiv tekjan á stóra bygninginum hjá Skipasmiðjuni. Eitt pappírsvirki er nærjhendis og har fóru hurðar á bilhúsunum, sigur løgreglan í Havn.