sigur frá teimum, at teimum dámdi sera væl. Sjálv letur Joan væl at praktiktíðini á Sosialinum. Hon sigur, at tað var stuttligt at vera á einum blaði, tí henni dámar væl at skriva. Og at skriva slapp hon [...] teldum, og hóast tú kennir eitt sindur til teldur áðrenn tú kemur soleiðis út, er ikki vist, at tað er sama slag av maskinum og forritum, sum tað, ein hevur heima. »So júst sum tú hevur lært teg at brúka [...] er tíð at fara aftur í skúla.« Annars letur Joan væl at praktiktíðini og sigur, at hon væl kundi hugsað sær at verið journalistur. Eftir 10. flokk ætlar Joan sær á studentarskúlan á Kambsdali. Og eftir
Árstíðirnar í Havn. Hetta var tað fyrsta hon valdi, so hon var sera glað fyri, at hon slapp har. Hon ger ymiskar dekoratiónir og kransar, úr ymiskum blómum, og tað dámar henni sera væl at manererast við. Hóast [...] hon valdi, og glað bleiv hon, tá hon fekk at vita, at hon var sloppin inn. Henni hevur altíð dámað væl at ansa eftir børnum, so hon gleddi seg at koma í gongd. Har er nógv at gera, hon skiftir blæu, gevur [...] Hon fortaldi, at hon hevði verið á fútaskrivstovuni, rættinum, úti og koyrt við politistum, og hon var eisini við til eina hundavenjing. Eisini hevur hon roynt tær ymisku vaktirnar, og tað dámdi henni bara
vísir eisini á, at tað er alneyðugt, at fortreytirnar verða bøttar, so vit kunnu hava eina munandi kjøtframleiðslu í Føroyum. Tí heldur hann, at meira eigur at verða latið í stuðli. ? Tað útlendska kjøtið [...] Joensen heldur, at vit fyrst og fremst skulu skapa fortreytirnar fyri føroyskum landbúnað, áðrenn nakað tos verður um at privatisera garðarnar. Við at skapa fortreytir hugsar hann sær, at meria verður gjørt [...] gjørt fyri at framleiða landbúnaarvørur. ? Vit hava eitt mjólkarvirki og bert eitt sláturvirki í landinum, og tað loysir seg ikki at framleiða kjøt. ? Samfelagið er ov lítið til tey stóru festini, vit fáa
landsstýrissamgonguni og og sínum baklandi í sjálvstýrisflokkinum. Væl er veljarin tolin og við lyndi til at gloyma sum frálíður, men tað eg veit um, so eru fólk víða hvar so ørg og frustrerað, at tey á komandi [...] tgjaldarin) burturav at taka um endan aftur og tá við mesta hensýni til sín sjálvt. Tað kann í longdini vera bæði kostnaðarmikið og stokkutur svøvnur at lata sjóvarfallið fara og bara lata standa til. [...] eisini at sleppa út um landoddarnar at ferðast. Útflutningsvinnan segði seg vera væl nøgda og brúkti flutningskapacitetin á tamp. Serliga vísti Smyril og dugnaliga manning hansara bæði á sjógvi og landi
málpolitikkinum vera ein feilur við føroyingum. At spræna og at sproyta eru hvørt sítt. At spræna er at senda eina tjúkka strálu. Ein sprænur kann t.d. koma úr blástrinum á einum hvali. At sproyta við einari [...] Men ikki bara tað. Hetta er eisini tað, sum vit kunnu kalla ógvisligt málbrúk. Sambært Chr. Matras og M. A. Jacobsen betýðir ?ógvisligur? »voldsom, fremfusende«. Og tað er júst soleiðis, at vanlig fólk brúka [...] manni, sum æt Murphy, og sum sigst hava dripið ein annan mann, tí - so segði útvarpið - hann hevði lagt ástir saman við konu Murphy. Eftir at hava sitið deyðadømdur í seks ár - og tað skuldi verið straff
men eyðvitað er, at tað finnast dømi, har ein vánalig og dýr og illa fyriskipað almenn tænasta er vorðin bíligari við at lata onkrum privatum hana at gera. Men tá skal munurin vera stórur, tí eg kenni [...] stóra niðruskurð á hesum og øðrum økjum. Hin vegin kann tað gott vera, at danskir myndugleikar halda, at alt stendur væl til, tí tey gomlu eru ikki tey, sum standa í fremstu røð og kæra sína neyð. Viðvíkjandi [...] eina slíka tænastu, uttan at viðkomandi samstundis fær ein fittan vinning burturúr í egnan lumma. Sjálvandi fer eingin privatur at gera hetta, uttan so, at tað er ein vinningur at heinta. So er ein tænasta
men eyðvitað er, at tað finnast dømi, har ein vánalig og dýr og illa fyriskipað almenn tænasta er vorðin bíligari við at lata onkrum privatum hana at gera. Men tá skal munurin vera stórur, tí eg kenni [...] stóra niðruskurð á hesum og øðrum økjum. Hin vegin kann tað gott vera, at danskir myndugleikar halda, at alt stendur væl til, tí tey gomlu eru ikki tey, sum standa í fremstu røð og kæra sína neyð. Viðvíkjandi [...] eina slíka tænastu, uttan at viðkomandi samstundis fær ein fittan vinning burturúr í egnan lumma. Sjálvandi fer eingin privatur at gera hetta, uttan so, at tað er ein vinningur at heinta. So er ein tænasta
til, sum hann segði, at: »Tónleikur er praktiskur, gevur betri úrslit í skriving, rokning og morali«. Áhugavert kann her vera at skoyta uppí, at nýggjar kanningar í sveits vísa, at fleiri tímar í skúlunum [...] fyrst, og síðan kemur ítrótturin. Hjá teim flestu man tó ikki vera talan um eitt »antin ella«, men um »bæði og«. Umráðandi er hjá okkum at veita báðum ítrivum bestu sømdir og í mentamálum ikki at skilja [...] Svøríki og so við og við eisini í Danmark ikki musikkskúlar burturav settir á stovn, men mentunarskúlar, har oyru og eygu, hugi og hond, sál og likam sleppa upp í part. Eitt framtíðarhugskot og tilmæli
Jerevan at leypa á, og tað fer at hava við sær, at Todi Jónsson fer at fáa betri møguleikar at vísa sítt hegni til snarálopsspæl, enn hann fekk møguleika at vísa hóskvøldið. FCK hevur annars gjørt av at klaga [...] nóg gott, tá hugsað verður um allar møguleikarnar, sum heimaliðið hevði at gera væl fleiri mál, so verður mett, at málmunurin er so mikið stórur, at tað fer ikki at bera til hjá armenska liðnum at vinna [...] torført at fáa nyttu burturúr tí, sum er styrkin hjá Toda, nevnliga at fáa bóltin úti á vøllinum og síðani seta ferð á ímóti verjuni og málinum. Ofta gekk álopsspælið ov seint, og tað hevði við sær, at uppaftur
Tað er ikki ringt at finna hugskot - at finna uppá - nógv hava roynt tað, men flestu hugskotini enda í skuffuni, og verða ongantíð viðgjørd av álvara. Orsøkin er helst, at viðkomandi sum hevur hugskotið [...] frá DTI, Henning Sejer Jakobsen og Boga Nielsen frá TK-Stovuni. Fundurin verður á Hotel Hafnia týsdagin 23.9.1997 og byrjar kl. 19.00. Luttøkan er ókeypis. Nærri fæst at vita um fundin á TK-Stovuni. [...] hava fingið eitt gott hugskot til framleiðslu. Á fundinum verður somuleiðis greitt frá mannagongdini aftanfyri hugskotum, sum gjørdust veruleiki. Aftaná fundin verður møguleiki fyri at tosa við umboðið