Nicolina Lamhauge, 15.ár, úr Runavíkar skúla, hevur verið í praktikk í einum blómuhandlinum Árstíðirnar í Havn. Hetta var tað fyrsta hon valdi, so hon var sera glað fyri, at hon slapp har. Hon ger ymiskar dekoratiónir og kransar, úr ymiskum blómum, og tað dámar henni sera væl at manererast við. Hóast henni dámar sera væl, so sigur hon at hetta er ikki nakað, ið hon fer at gera í framtíðini.
Maibritt S. Joensen, 15 ár, úr Runavíkar skúla, hevur verið í praktikk í vøggu- stovuni, Stella Maris, í Havn. Hetta var tað fyrsta hon valdi, og glað bleiv hon, tá hon fekk at vita, at hon var sloppin inn. Henni hevur altíð dámað væl at ansa eftir børnum, so hon gleddi seg at koma í gongd. Har er nógv at gera, hon skiftir blæu, gevur teimum at eta, spælir við tey og sovorðið. Hon sigur, at henni dámar sera væl, men er ikki heilt sikkur í, um hetta er tað hon vil verða.
Marit Magnussen, 16 ár, úr Runavíkar skúla, hevur verið í praktikk í Politistøðini, í Havn. Hetta var einasta staðið, hon tímdi í praktikk, og sera heppin var hon, at hon slapp, tí politistøðin tekur bert ein praktikant í senn, og ikki var hon tann einasta, ið vildi sleppa hagar. Hon hevur verið ymiskar staðni við politiinum.
Hon fortaldi, at hon hevði verið á fútaskrivstovuni, rættinum, úti og koyrt við politistum, og hon var eisini við til eina hundavenjing. Eisini hevur hon roynt tær ymisku vaktirnar, og tað dámdi henni bara væl. »Hetta er sera spennandi«, sigur hon, »og avgjørt nakað sum eg ætli mær at verða.«