meira kjøt á enn dunnan! Ein annan dagin fóru vit við einum minibussi ein túr runt á Bali. Vit byrjaðu við tveimum templum, ið ikki vóru so áhugaverd, og koyrdu so til gosfjallið á oynni. Á vegnum steðgaðu [...] komu vit at síggja oftani aftur. Teirra trúgv setur sera stóran dám á teirra gerandisdag, og allastaðni á gøtuni og fram við dyrnum á húsum og handlum, sært tú hesar smáu kurvarnar gjørdar av bananbløðum [...] taka øll á bóli. Líkamikið, tað var sera stuttligt at hava ferðast saman við teimum, og vit saknaðu tey aftaná. Vit søgdu farvæl tíðliga um kvøldið, tey fóru á flogvøllin, og vit bæði fóru oman á strondina
eina almenna oljuvinnu á sama hátt sum fyri alivinnuna fyrst í áttati-árunum. Tað skuldi verið óneyðugt at mint á, at tað tók alivinnuni 10-15 ár at sleppa at verða rikin upp á vinnuligar treytir. Ímeðan [...] serkønu varð vald, og semja var um, at samskifti nevndarinnar við politisku myndugleikarnar gekk um sjálvan løgmann. Á henda hátt varð ein trygg, professionel fyrireiking sett í gongd, og tað er ikki sørt, [...] viðgjørt. Mangt bendir á, at tað tilstundandi valið og tvørrandi samstarvslagið millum løgting og landsstýri, sum er viðgjørt ístaðin fyri kolvetnislógina. At løgtingið einki álit hevur á landsstýrinum er vorðið
høllini á Nabb leygarkvøldið, tá ið fyrst Spice Girls Eysturoy, síðan Súsanna Madsen nr. 2 í ársins songrødd og at enda Spice Power skuldu á pallin at undirhalda. Sum við so nógvum øðrum tiltøkum her á landi [...] tað fór nakað fram á pallinum. Eftir at plátuvendarin hevði stríðst í góðar tveir tímar fóru framførslurnar í gongd, tá ið klokkan mundi verða umleið 2. Spice Girls Eysturoy Fyrst á pallin var sum sagt [...] Spice Girls »Wannabe«, bæði við sangi og dansi. Hesar genturnar smæddust ikki, tær dansaðu runt á pallinum á júst sama hátt sum tær veruligu Spice genturnar. Sangurin »Wannabe« er alt annað enn lættur at
Schandorff, og her gekk sera javnt á. Sigrid førdi 2-0 og 3-1, men Schandorff vann 4-3. Neyðugt var við fýra umskjótingum. Finalan var millum Albert og Per. Eisini her gekk sera javnt á. Millumstøðurnar [...] finaluni verða skotin 7 umfør á 3 pílar, best av 7 vinnur. Bronsufinalan var millum Róa og Annlott, og vann Rói 4-0. Finalan var millum Hans Petur og Poul Martin. Her gekk javnt á, og í einum umfari var neyðugt [...] stig í hvørjum umfari. Albert førdi 2-0, men tað eydnaðist Schandorff at koma upp á javnleik 2-2. Í seinasta umfarinum stóð á jøvnum, og umskjóting skuldi til, og vann Albert hana 10-9. Endaliga støðan 3-2
løgið við Drátti, tí ofta leika tær sum brandar á heimavølli, og onkuntíð kundi sæð út til, at tær kundu gingið á vatninum, um tú bað tær. Men tá tær leika á útivølli, so hilnast ikki so væl. Hvat tað er [...] na soleiðis, at Rúna Hentze var farin aftur á spælskiparaplássi, meðan Rúna Heinesen og Anna Dalsgaard spældu kantáleyparar. Hetta hevur havt sína ávirkan á spælið hjá Fleyr. Spælararnir funnu fram til [...] spenningur í dystinum. Men tað eydnaðist to Fleyr við hepni at koppa Drátti. Í fjórða settið gekk ógvuliga javnt á, og hvørki av liðunum fekk loyvi til at rýma frá hinum. Tey fylgdust allan vegin, tó hevði
enn, at tað gekk skjótt fyri seg. Stígur í hjá Mjølni Mjølnir fekk ein rættiligan niðurtúr í triðja setti. Teir spurtaðu frá Fram í byrjanini av settinum og við frálíkum spæli løgdu teir seg á odda 9-0. [...] honum fylgdu vit til fulnar. Vit søgdu at vit skuldu leggja trýst á teir í servuni og í álopinum og tað gjørdu vit frá byrjan. Tí gekk tað so væl í fyrsta og øðrum settið. Tit fóru niður í triðja setti [...] prógv um at Mjølnir er klárt besta liðið í føroyskum mansflogbólti í ár. Breiddin á liðnum ger, at teir eru torførir at vinna á. Tað er stuttligt at síggja teir spæla, tí teir arbeiða væl saman, teir ungu og
Ejdesgaard spældi á miðjuni fyri Niclas Joensen, meðan Hjalmar Joensen spældi á kantinum, men tað sá ikki út til at nerva spælið hjá Fleyr. Í triðja settið royndi Fleyr at leggja trýst á ÍF, og tað eydnaðist [...] Fleyr. Men ÍFa tók seg ruddiliga saman í øðrum settið. Teir bardu seg inn aftur í dystin og tað gekk sera javnt á tað mesta av øðrum settið, men tá tað galt fór ÍF frá Fleyr. Tað er synd at siga, at spælið [...] bóltarnar, so er torført at vinna ein dyst. Fleyr nýggjan mann Tað var annars ein nýggjur maður við á Fleyr liðnum henda dagin. Hjalmar Joensen spældi sín fyrsta dyst við Fleyr, og hann kom bara heilt væl
verið tingmaður. Eitt skifti í 1979 sum varðamaður Javnaðarfloksins í Suðurstreymi og síðan 1994 valdur á ting fyri Verkamannafylkingina í Eysturoy. Fyrstu ferð Óli Jacobsen stillaði upp var í 1966 - og tá [...] Eysturoyar valdømi, og var hann tá bert 23 ára gamal. Eftir stóra ósemju við Javnaðarflokkin í 1994 gekk hann saman við Ingeborg Vinther, sum eisini var ósamd við Javnaðarflokkin, og stovnaðu tey saman við [...] um familjuna. Men hugsjónin er tann sama, sigur Óli Jacobsen, sum tó leggur afturat, at trúgvin upp á at tað ber til kortini broytist, eldri tú gerst. Hóast Óli Jacbsen fer at halda seg burtur frá politikki
kanningarlið á Havnina við einum krússara. Arbeiðssetningurin var at finna út av, hvar ein flogstøð kundi byggjast. Eftir at hava kanna nøkur øki í eina viku, bæði á Sandoynni, í Eysturoynni og á Streymoynni [...] vikurnar, hann gekk runt og hugdi og spurdi staðkent fólk um veður og vind var, at Søltuvík var frægast egnað. Søgan sigur einki um Glyvursnes, og tað fyrra kanningarliðið nevndi skorhædd á Skálafjørðinum [...] útviklingurin á hesum økinum bæði við flogførum og útgerð ikki kann samanlíknast við tað, sum man hevði fyri meira enn hálvari øld síðan, so eru tað nøkur viðurskiftir, sum tøknifrøðin ikki vinnur á, og tað
yvirvág og stríddi seg upp á javnleik aftur. Men H71 kom fyri seg aftur og fór frá 21-21 upp á 23-21. Men Kyndil slepti kortini ikki og javnaði aftur til 24-24. Fjáltur var um at koma á hoyvíkingar, sum høvdu [...] fyrra hálvleik kom rættiligt lív í aftan á steðgin. Í fyrra hálvleiki endaðu alt, alt ov nógv álop við, at bólturin bleiv blakaður burtur, og serliga hjá Kyndli gekk tað sera striltið við at fáa nakað skipað [...] skipað álopsspæl at koyra. Alt ov nógvar avleveringar lógu niðri við føturnar á spælarunum, og so mátti byrjast av nýggjum. Men hóast hetta megnaði H71 ikki at sleppa frá Kyndli, og stórar partar av hálvleikinum