og onnur ting liggjandi. Men heldur ikki hesaferð bar til, tí tað var framvegis alt ov heitt. Eg vildi ógvuliga fegin sleppa at ringja til unnustu mína. Eg hevði ikki givið ljóð frá mær í átta tímar, og [...] upplivilsunum, ið tú ikki vil uppliva umaftur. Tað var nógvur hiti og nógvir kropslutir. Eg visti ikki, at ein mannakroppur kundi smeltað. Eg tók ein arm upp, og hann smeltaði, meðan eg helt honum, greiðir [...] als ikki vóru til reiðar til 11. september, men nú hava teir lært eitt sindur meira. Einki kundi havt fyrireikað okkum til 11. september. Tað kom fullkomiliga óvart á okkum, og vit høvdu als ikki kunnað
veðrið var av tí allar fagrasta. Nú Poul Nyrup Rasmussen er komin til Føroya, nýtti hin føroyski Javnaðarflokkurin høvi til at bjóða honum til Suðuroyar Danski forsætisráðharrin hevur ongantíð verið í Suðuroynni [...] gekk leiðin til Porkeris, har ið gamli, javnaðarmaðurin, Hilmar Bech tók ímóti í skúlanum og tosaði um, hvussu føroyska samfelagið hevði ment seg. Poul Nyrup helt tað vera frálíkt, at tað bar til at skúlin [...] Vera fekk fornemt besøk Úr Porkeri gekk leiðin suðureftir til tað náttúruvakra Akraberg, har sumbingar vístu runt. Og síðani gekk leiðin til Sumbiar har vitjanin fekk ein heilt serligam dám. Í Sumba var
Julsgart á Tvøroyri hevur latið upp listaskála, Gallarí Oyggin. - Børnini eru farin út og eg havði ríkiligt av plássi, so eg hugsaði, hví ikki?, sigur Palle, ið er listahugaður og sjálvur skapar bæði málningalist [...] sett upp jóansøkuframsýningar. Gallarí Oyggin hevur opið týsdag til hósdag frá klokkan 16:00 til 19.00. Leygardag er opið frá klokkan 14:00 til 18:00 [...] talan í veruleikanum er um sethús, so kann ein ivast. Longu, tá ein koyrir framvið, leggur ein staðið til merkis, tí so nógv er, ið eyguni hava hug at festa seg við. At trína innar í aldingarðin er sum at
bilur við átta ungum fólkum fór út av vegnum oman fyri Kvívík. ? Tað er so nógv, sum eg ikki kann gera longur, hóast eg havi verið ótrúligaheppin, og sloppin lutvíst væl frá vanlukkuni, greiðir hon Sosialinum [...] Herit Joensen heldur ikki, at næmingarnir eru so ídnir at spyrja, men hon heldur tað vera sera gott, um henna upplivingar kunnu ávirka onkran til at nýta vit og skil í ferðsluni. ? Bara eg megni at ávirka ein [...] skelkað av henni - tey hava heldur ikki lært tað, at tey altíð skulu nýta trygdarbelti. Eg síggi ofta fólk koyra, uttan at tey nýta trygdarbeltið - tá hava tey ikki rættuliga skilt mína vanlukku, heldur
lærarar og næmingar í ein dunga..! Nei, eg skal siga tær, vit eiga at taka tað góða, ið til ber at finna úr farnum tíðum; tær góðu dygdirnar. T.d. haldi eg, at børnini ikki eiga at fara inn í flokshølini, fyrr [...] at flúgva. Hesin sami ringdi til Egelund, og spurdi um danin ikki vildi koma aftur til Atlantsflog. Egelund var vorðin professari í januar, men játtaði kortini at koma til Føroya at flúgva í november sama [...] Ongantíð í lívi mínum havi eg vitað, hvat komandi ár hevur havt at bjóða, men eg vænti, at eg haldi áfram, sigur Egelund, ið sunnudagin 29. august fleyg seinasta túrin til Danmarkar í hesum umfari. Hendan
var vart, tí eg hevði heldur ongan mat til tey smáu børnini. Tað einasta, eg hevði, var ein sodavatn, sum eg hevði at leska tey við og hana royndi eg so at drðggja okkum so frægt, sum til bar. Skiparin [...] aftur til Vágs at ferðast. Og í samrøðuni okkara millum ferðast tankarnir aftur til farnar dagar, til óvitadagarnar í Vági, til dagin hon hitti Douglas og til eitt gott og langt lív í Onglandi og ikki minst [...] í Onglandi. Og tað var ikki sørt, at tað var ein ókendur heimur, sum eg kom til, tá ið eg steig fótin á land í Onglandi ? Har sá eg á fyrsta sinni eitt tok, og tað var nakað eg mintist øgiliga leingi.
soleiðis eitur tað eisini. Ikki, soleiðis eitur tað ikki! Tí enn kanst tú siga um fíl, at hann eisini er elefantur. Eg haldi meg ikki vera so øgiliga dugnaligan og klókan fyri tað, um eg skipi setningin umaftur: [...] USA tann 16. juli 1953. Tað stendur væl til við føroyskum, havi eg hoyrt málfrøðingar siga, tí føroyskt er tað, sum fólk í Føroyum siga. Eg loyvi mær at ivast, tí eg staðfesti mest sum hvønn dag, at í fj [...] skuldi havt koyrt við lítlari ferð. Eg havi hoyrt mann siga, at børnini fáa pengar til keypan av sodavatni. Føroyskt? Ja, men syndarligt. Hevði hann sagt, at børnini fáa pengar at keypa sodavatn fyri. Tað
av 19. øld. Men Anna hevur eisini eina áhugaverda lýsing av pápanum, og um hvussu hann kom til Føroya við til stuttleika at søkja starv sum lærari í Havn. Í bókini eru eisini aðrar lýsingar av A.C. Lützen [...] eisini, men Lützen hevði áður víst, at hann vildi ikki krúpa fyri amtmonnum, og tí kom eingin umbering. Hann skrivaði eitt greitt, heldur hvassorðað bræv til skúlakommisiónina, har hann greiddi frá, at [...] hann, sum óivað fáur lærari. Tað var ikki bert lærdóm, vit fingu frá gamla Lützen, hann var okkum í øllum eitt gott fyridømi. Hann lærdi okkum góðan fólkaskikk, og ikki var hann vanur at gera mannamun hvørki
sigur, at FaroeJet hevur ikki yvirbjóðað Atlantic Airways í peningi fyri lønir. Tað er ikki á hvørjum degi, at tú sleppur at verða við til at uppbyggja eitt felag frá botni. Eg trúgvi, at hetta hevur havt [...] er upprunaliga bygt til 112 ferðandi, men umborð eru bert 94 setur. Hetta merkir, at gott pláss er aftur og fram millum setrini sum eru rúmlig og soleiðis er eisini gott pláss til beinini. Ein av okkara [...] er eisini búmerkið av sóljuni. FaroeJet bjóðar á øllum ferðum bæði úr Danmark og heim til Føroyar og niður aftur til Danmarkar, heitan mat. Á hesi fyrstu ferðini fingu vit eisini heitan mat, sum minti um
eldru. Tí haldi eg meg kunna rokna við, at tað verður ikki truplari hjá okkum í 3. deild, enn tað hevur verið í 4. deild. Tórálvur Stenberg ásannar, at um teir á Argjum skulu gera dreymin til veruleika og [...] stríðast um uppflyting í næstbestu deildina, so verður neyðugt at fáa fleiri spælarar til felagið: ? Men eg haldi ikki, at hetta verður so torført. Vit høvdu eitt gott lið í 1995, men tað datt sundur, tí [...] at menna spælarar til vaksnamannadeildina. Fyrsta FM heitið Trupulleikin hjá AB hevur altíð verið, at evnaríku spælararnir tíðliga eru farnir heim til Havnar at spæla, og tað kann ikki roknast við, at hetta