Hóast talan í veruleikanum er um sethús, so kann ein ivast. Longu, tá ein koyrir framvið, leggur ein staðið til merkis, tí so nógv er, ið eyguni hava hug at festa seg við. At trína innar í aldingarðin er sum at koma í annan heim.
Palle Julsgart á Tvøroyri hevur latið upp listaskála, Gallarí Oyggin.
- Børnini eru farin út og eg havði ríkiligt av plássi, so eg hugsaði, hví ikki?, sigur Palle, ið er listahugaður og sjálvur skapar bæði málningalist og standmyndir úr rekaviði og jarni.
Flestu kommunurnar í oynni hava stuðlað ætlanini um listaskálan. Palle leggur eisini dent á, at hansara hugsan er, at oyggin eigur at standa sum eitt og Gallarí Oyggin er fyri alla oynna.
Í løtuni er sýning við danskari og íslendskari list og hetta er fingið í lag í samstarvi við Norðurlandahúsið, ið eisini sær sum sína uppgávu at menna mentan og list úti á bygdunum. Palle fegnast um samstarvið, tí eitt av endamálum hansara er júst at fjálga um og menna listina á staðnum.
Fólk vitja innar úr allari oynni og hava tikið væl ímóti nýgga skálanum.
Palle hevur ætlanir um at fáa føroysk listafólk at sýna fram. Eisini er hann farin undir stuttligt og áhugavert tiltak við børnum. Børn í barnagarðinum á Tvøroyri hava frá kommununi fingið máliplátu. Tey sleppa so frítt at mála á hesa og verður so ein sýning í Gallarí Oynni nakað undan jólum. Foreldrini kunnu so fáa málningar og møguliga fara tey eisini at kjósa bestu myndina.
Palle hevur ætlanir um at hugna meira um uttanfyri, so gjørligt verður at seta seg út við einum kaffimunni at njóta tær mongu standmyndirnar og veðrið, tá tað er til vildar.
Palle undirvísir á kvøldskúla og hevur fingið dygga hjálp frá næmingum at gera nýggja skálan. Palle hevur luttikið dúgliga í listarlívinum og síðani 1973 hevur hann luttikið og verið við at sett upp jóansøkuframsýningar.
Gallarí Oyggin hevur opið týsdag til hósdag frá klokkan 16:00 til 19.00. Leygardag er opið frá klokkan 14:00 til 18:00