ótta og iva um, hvør skal taka sær av tí, tá ið farloyvið er av. Hóast bíðað verður til barnið er 9-12 mánaðar gamalt, eru tey fá, sum hava fingið ansingarpláss tá. Tí er neyðugt at barnið fer í onkra "svarta" [...] dag frá degi og ongin er at taka yvir um ansingarmamman er sjúk o.s.fr. Tá ið barnið er umleið hálvt ár er tað í kapping við onnur børn í sama aldri um tey ansingarpláss, sum á hvørjum ári verða til taks
ferð, ið vardi í heili seks ár. Og meðan eg lesi, dansa spurningarnir framman fyri mær. Hvør var hesin maður, og hvør rindaði, soleiðis, at hann kundi dusa sær í heili seks ár, uttan at hava nakra inntøku [...] sum selir brúktar bøkur á Dag Hammerskjølds Allé í Keypmannahavn ein gráan og kaldan dag í apríl í ár. Hetta er ein av teimum heilt fáu antikvarhandlum, eg havi vitjað, har skil hevur verið á. Allar bøkurnar [...] eftir eini ávísari bók, bókin sum Roald Amundsen skrivaði beint eftir sína ferð til Suðurpólin í 1911/12. Men hon var ikki at finna. So dagaði ein bók, sum gjørdi meg bilsnan, ja, hjartað bankaði eitt sindur
1996, men sum nú er eigur KÍ at fáa einki minni enn tað sama í ár. Spurningurin er so, um klaksvíkingar megna at spenna bein fyri HB, sum í ár hevur fingið reinar B36-tendensir og hóttir við at rýma frá øllum [...] KÍ-áleyparin enn eina ferð skjótari á bóltinum enn NSÍ-málverjin. Runavíkingar høvdu júst minkað til 1-2, og hetta kom ikki serliga væl við hjá teimum. Eddie Mikkelsen byrjaði seinna hálvleik fyri Kasper
ársfrágreiðingin fyri 44. rakstrarárið hjá SEV, framløgd. Í frágreiðingini stendur m.a., at eftir fleiri ár við afturgongd, er lýggjari rák at merkja í búskapargongdini og samfelagnum annars. Og rakstrarárið [...] 97. Norðuri á Strond eru nýtt turbinuaggregat og nýggj rørleiðing tikin í nýtslu, ein kostnaður uppá 12,5 mió. kr., og minni generatorurin á Fossáverkinum er eisini sendur til umvælingar í Vesturtýsklandi
HJØRTUNI ORNA Til tess hava skaldini og undangongufólkini sungið treysti og álit í Føroya tjóð í 100 ár. Til tess setti Vencil próst fjøður á blað. »Eg veit, nær ið tindarnir rodna... tað verður, tá hjørtuni [...] gina, t.d. gr. 11: »...danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum...«, og gr. 12: »Serligt føroyskt flagg verður viðurkent.« Tann, sum lesur hesi orð og skilur tey, hann skilur eisini
foreldur fáa pengar fyri at vera heima hjá barninum eitt hálvt ár, men at trupulleikin bert verður útsettur. Í skrivi til trímannanevndina dagfest 12. mai sigur felagið, at fær barnið ikki ansingarpláss, tá [...] fíggjarætlanini í ár til ansingartilboð skulu brúkast til kontantgjald ístaðin fyri til varandi loysnir. Vit hava onga trygd fingið fyri, at barnið fær eitt ansingarpláss, tá ið tað er 12 mánaðir gamalt. [...] skránni. Málið viðvíkjandi kontantgjaldi til foreldur, ið vilja ansa egnum børnum í aldrinum 6 til 12 mánaðir heima, varð tikið av dagskránni seinast. Trímannabólkurin, sum varð settur at viðgera spurningin
at tey skulu verða í starvinum í fjøruti ár, er kanska ikki so vanligt. Men tað hevur Sanna Johannesen av Skála verið. Hon hevur enntá verið í starvinum í 41 ár. Í meinigheitsráðið í 1957 Sanna Johannesen [...] gongur gøtuna til kirgkjuna. Verið kirkjuverji í 40 ár Sanna hevur sum nevnt verið kirkjuverji øll árini síðan hon kom í kirkjuráðið, t.v.s. í 40 ár. Kirkjuverjin hevur evstu ábyrgd av vælveru kirkjunnar [...] Margrethu at handa tær medaljuna, sum viðurkenning og tøkk fyri trúgva tænastu í meiri enn fjøruti ár, segði Jógvan Fríðriksson, prestur, tá hann handaði Sonnu heiðursmerki. Nógv góð hjálparfólk Nú skal
teimum kurl seinastu árini. John Rødgaard er úr Esbjerg, men hevur nú búð á Tvøroyri í meir enn 20 ár. Hóast tað ikki hevur verið stór traditión fyri telving í Suðuroy, megnaði John í 1990, sum tann fyrsti [...] fyrsta sinni umboðaði Føroyar á talvolympiaduni í Saloniki í 1984. Har fekk hann 81/2 stig burtur úr 12 talvum eftir eitt nú at hava fingið remis móti navnframa fyrrverandi heimsmeistaranum Boris Spassky [...] verið mettur millum allarfremstu telvarar landsins. Hann vann síðani FM-kappingina sannførandi trý ár á rað ? 1991, 1992 og 1993 ? ið var higartil seinastu ferð, hann var við. Hann hevur umboðað Føroyar
fíggjarorkan er avmarkað og talan er um eina roynd, verður stuðulin fyribils bert til børn í aldrinum 6 til 12 mánaðar, verður sagt í reglugerðini. Neyðugu inntøkur grunnsins er stuðul frá kommununi. Býráðið hevur [...] eftir, at barnið er 6 mánaðir gamalt. Seinasta útgjald er fyrst í mánaðinum, sum barnið fyllir eitt ár ella hevur fingið kommunalt ansingarpláss. Verður barnið ansað uttan fyri heimið skal sosiala deild [...] s er umleggingin av dagstovninum á Argjum. Stovnurin er normeraður til 60 børn, ein vøggustova til 12 børn og 4 stovur til 48 barnagarðsbørn. Tørvurin á hálvdagsplássum og serliga seinnapartsplássum er
heyst, og skal hava stundir at sodnast. Hugsandi er at nýggja lóggávan verður sett í gildi um eitt ár, sigur Helena Dam á Neystabø. Yngsta og elsta ættarliðið ? Hvussu ber tað til at tvey so ymisk mál [...] komið á eldraøkinum í Havn. Avgjørt er at stovna eina deild á Landssjúkrahúsinumfyri senil-dement, har 12 fólk fáa innivist. Helena Dam á Neystabø vónar, at tað fer at eydnast at útbyggja hetta økið seinni [...] at nakað veruligt hendir á økinum. ? Útbyggingin á Landssjúkrahúsinum hevur verið steðgað í fleiri ár, og vit fáa ikki fleiri hundrað mió. krónur tilførdar, men vit mugu seta skjøtil á skjótt, nú sjálvt