verið innanfyri, og tað helt dómarin, Oddmar Andreasen, seg til. KÍ javnaði seks minuttir seinni, ella rættari sagt so var tað Símun Petur Justinussen, aftasti maður í GÍ verjuni til hann í 2. hálvleiki [...] at tað lá í luftini, at fleiri mál fóru at koma. Spenningur kom í, tá Harley Bertholdsen í 53. minutti smekkaði í kassan eftir gott upplegg frá Arnoldi Joensen, og so spenti KÍ bogan í botn. Tað mátti [...] hevur verið soltin higartil, so vístu klaksvíkingar enn eina ferð, at teir eru trúfastir ímóti KÍ. Og tað lá beinanvegin í luftini, at talan fór at vera um spennandi, ferðmikla og hendingarríka uppgerð. Bara
yvir i¹ið tá hann gjørdi tað til endaliga úrslitið 4-1 til VB. Sigurin førdi VB fram á triðja pláss, nakað aftanfyri GÍ og NSÍ. Á Sandi fekk B71 sín næsta sigur á rað, og tað var móti botnliðnum Fram. [...] hægru deildunum. Úrslitið av dystinum var 7-2 til GÍ, men tað kundi verið mangt slíkt, um onkrir av hinum góðu kjansunum vóru betri útnyttaðir. Men soleiðis er tað altíð í dystum, har annað liðið er væl betri [...] KÍ, og bert til hálvleikssteðgin var nakað av spenningi um úrslitið. Í seinna hálvleiki setti NSÍ í ferð á og skoraði seks ferðir, meðan KÍ bert fekk eitt. Men tað eina málið hjá KÍ var tað besta av teimum
umborð á tíggjumannafarinum í Kollafirði, og tað svíður, tá tað fer burtur av betra endanum. Argjamenn knáir Á norðoyastevnu var onganstaðni so javnt, sum tað var millum áttamannaførini. Fýra bátar - Ar [...] úr, at illa ber til at ímynda sær, at teir verða hóttir. Drekin, mannaður við dreingjum, Hvessingur, mannaður við monnum, og áttamannafarið hjá argjamonnum eru so mikið sannførandi, at tað skulu stórar [...] broytingar til, um teir skulu hóttast. Og tá so bátarnir, sum kappast um tey næstu plássini, eru meiri javnt góðir og so at siga taka stig frá hvørjum øðrum, so hevur tað við sær, at kappingin um FM gerst
viðgongur, at beinleiðis samband heilt inn á fastlandið hevði verið tað besta. Men hetta er eisini gott, tí tí úir Lerwick slepst væl inn til Aberdeen. Bátur siglir hvønn dag klokkan seks um kvøldið og ferðin [...] føroysku tjóðina í 1980 og førdi til samgonguslit og nýval sama árið. Tey, sum vilja skjótt fram kunnu eisini flúgva, tað tekur styttri enn ein tíma. Sofus Poulsen sigur, at á veg til Bretlands er neyðugt at gista [...] eitt sjóvegis samband við Føroyar. Tað var eitt stórt vónbrot hjá teimum flestu, táið Smyril gavst, men hetta bøtir so nakað um støðuna, hóast tað ikki er fult so gott sum beinleiðis samband heilt inn á
javnvág millum tað, sum virkini gera í dag og tað, sum tey kunnu gera í tilknýti til eina frálandavinnu. Henda vinna er soleiðis háttað, at virksemið broytist skjótt frá at vera nógv at gera, til í longri tíð [...] klassingarfeløg - hesi hava til uppgávu at tryggja, at alt er, sum tað eigur. Sama er so galdandi fyri oljuvinnuna, og har hava klassingarfeløgini sínar egnu offshoredeildir. Tað verður eingin oljupallur [...] gin til viðgerðar. Er tað eitt ynski frá føroyskari síðu, at ídnaðurin her skal vera við í oljuútviklinginum, so eigur ein beinanvegin at gera sær greitt, hvørji krøv oljufeløgini fara at seta til bæði
framvegis eisini eitt gott amboð, bæði til at skriva brøv og umsóknir, stýri dagligu fíggjarviðurskiftunum, ella at innrætta sær heimið við. Lætt at nýta Sierra hevur gjørt eitt forrit til íbúðarinnrætting [...] , sum kann nýtast til rættuliga nógv uttan tó at vera fyri serfrøðingin, og sum tí eisini eru lutvíst lætt at handfara. Ein eyka finessa við Custom Home 3D er, at tú við einum einkultum klikki kanst síggja [...] hugtakandi, men bert eitt sindur praktiskt, tá endurgevingarnar eru rættuliga ónátúrligar. Kortini gevur tað eina fatan av, hvussu innrættingin fer at verða. Hjálpin er nær Nógv hjálp er at fáa bæði í forritinum
betri hetta merkist uttanlands enn í Føroyum. Tað er aftur tað, tá koyrt verður leingi við nógari ferð. Tá merkjast ristingarnar væl - og tað eru til miklan ampa. At hjólið ristir forplantar seg aftur [...] paralelt í mun til hvørt annað. Gera tey ikki tað, stýrir bilurin ikki beint, og tá slítast dekkini ofta skeivt. Men fólk halda ofta, at um annað forhjólið er slitið skeivt, so er tað sporingini, ið [...] mynstri, ið ikki uppfyllir 1,6 mm krøvini - er vandamikið á ein annan hátt. Tað dekkið hevur ikki nóg gott vegtak - tað klárar ikki at halda bilinum nóg væl á vegnum. Er vátt - verður heilt galið, tí
230.000 krónur. Tá hevur hann ein 2,5 l diesel motor. Bilurin er til átta persónar, og setur eru í trimum røðum. Beinplássið er sera gott. Framman hevur tú heilar 102 cm at strekkja beinini í, á fremra [...] bjálvaður, at troyttandi dieselgangurin als ikki rínur ígjøgnum. Bilurin hevur eisini sera gott upptrekk - rættuliga gott av einum diesel at vera. Um brennievnisnýtsluna verður upplýst, at bilurin nýtir 9,5 [...] situr tú sum vera man sera væl - bæði bilførari og ferðandi. Tú situr høgt, og hevur tí gott útsýni frameftir og til síðurnar. Nógvu nakkastútturnar taka nakað nógv av útsýninum aftureftir, men síðuspeglini
avgerandi, at vit sjálvi finna fram til, hvat pláss skal brúkast til útgerðarhavn. -Tað eru ikki vit, sum skulu hóska til eina oljuvinnu, men tað er oljuvinnan, sum skal hóska til okkum. Hann vísir annars á, at [...] Laga oljuvinnu til restina av samfelagnum Við hesum vil Sune á Dalbø hava føroyingar at innsíggja, hvussu týðandi tað er nettup á gáttini til eina oljuøld, at vit laga hesa nýggju vinnu til tað virksemi, sum [...] soleiðis at bæði tað vit hava og tað, sum kemur kunnu vera við til at menna samfelagið á einum tryggum og sunnum grundarlag. Tað er ikki bara at geva grønt ljós fyri eini oljuvinnu og lata til standa. Av tí
sigur, at virkið stendur fyri stórum íløgum og tað eru ikki pengar til. Einasta, vit hava til íløgur, er tað, vit hava avskrivað og tað røkkur ikki so langt til tær íløgur, sum eru neyðugar í maskinur og [...] langt tað røkkur. Onkuntíð hava tit tosað um sanering? Ja tað hava vit, og tað hava vit eisini tosa við lánveitarar okkara um. Men tað er trupult at krevja sanering so leingi vit klára at betala tað, vit [...] hvussu tað kemur at gangast. Tað einasta eg veit, er, at vit koma at arbeiða á Kósini eina tíð afturat. Hvussu leingi veit eg ikki. Men tað, vit hava skula betalt, er betalt. Vit hava klárað tað higartil