Kósavirkið mist einamillión av eginognini

­ Tað einasta, eg kann siga um framtíðina, er, at vit hanga í eina tíð aftrat. Hvussu leingi, veit eg ikki, tí kappingin er hørð og harðnar hon enn meir, verður ikki gott.

 

­ Tað einasta, eg kann siga um framtíðina, er, at vit hanga í eina tíð aftrat. Hvussu leingi, veit eg ikki, tí kappingin er hørð og harðnar hon enn meir, verður ikki gott.


Áki Bertholdsen


Tvey ár við yvirskoti og tvey ár við undirskoti.

Soleiðis er støðan hjá Kósavirkinum í Klaksvík í heilt fáum orðum.

Johan Páll Joensen, stjóri á Kósavirkinum, sigur, at tað hevur gingið upp og niður síðani síðani tey keyptu Kósavirkið seint í 1993.

Hann sigur, at bæði í 1993 og 1995 gav Kósavirkið yvirskot.

Hinvegin var tíverri talan um undirskot báði í 1994 og 1996.

Og tíverri er undirskotið samanlagt heldur størri enn yvirskotið hevur verið.

­ Hesi árini hava vit etið upp eina góða millión av egniognini, sum upprunaliga var næstan átta milliónir, sigur Johan Páll Joensen.


Null í ár

Skal metast eftir tí, sum farið er av árinum í ár, verður 1997 heldur einki at reypa av hjá Kósavirkinum, tó at tað heldur ikki verður nøkur vanlukka.

­ Til hálvan juni høvdu vit tikið ímóti 4500 tonsum. ­ Og framrokningar okkara vísa, at verður hetta gongdin framyvir, verður roknskapurin at ridla um nullið tá ið avtornar í ár, sigur Johan Páll Joensen.

Meiri enn helvtin av tí, Kósavirkið hevur tikið ímóti higartil í ár, er toskur. Eini 20% eru hýsa og hitt er upsi, longa og brosma,

Í fjør tók Kósavirkið ímóti 11.700 tonsum.


Ikki rætta gongdin

Hetta er heilt avgjørt ikki rætta gongdin, sigur stjórin á Kósavirkinum.

­ Men vit hava so kortini betalt alt tað, vit hava skula betalt, og tað er í grundini ikki so galið.

Kósavirkið varð í sínari tíð keypt fyri 28 milliónir. Nú er skuldin um 23 milliónir.

Johan Páll Joensen sigur, at somuleiðis hevur Kósavirkið hvørt ár avskrivað fult, og tað er heldur ikki so galið.

Hann sigur, at tey hava avskrivað einar tríggjar milliónir hesi árini.

­ Men eitt úrslit, sum hvørt ár riðar um nullið, er ov vánaligt í longdini, sigur hann.

Hann sigur, at virkið stendur fyri stórum íløgum og tað eru ikki pengar til.

­ Einasta, vit hava til íløgur, er tað, vit hava avskrivað og tað røkkur ikki so langt til tær íløgur, sum eru neyðugar í maskinur og fyri at lúka ES krøvini. Vit tjena alt ov lítið til at hugsa um stórvegis annað, sigur hann.


Ikki klaga

Johan Páll Joensen sigur annars, at arbeiðsgongdin á virkinum er ikki at klaga um.

­ Vit hava havt nokk av fiskið og arbeitt hevur verið at kalla hvønn dag.

Men tá ið nokk av fiski er og arbeiðisgongdin er hampilig. Hvar er hundurin so grivin ?

­ Ja, antin verður keypt ov dýrt, ella selt ov bíligt. Í øllum førum er gloppið ímillum tað, vit keypa fiskin fyri, og tað, vit selja hann fyri, alt ov lítið. So einfalt er tað, sigur Johan Páll Joensen.

­ Men hetta eru trupulleikar, øll hava, sum fáast við fisk í Føroyum, leggur hann afturat

Johan Páll Joensen sigur, at eitt sum trýstir teir nógv, er, at teir hava lutfalsliga høgar kapitalútreiðslur afturímóti teimum, teir kappast við.

Somuleiðis er kappingin um fiskin so hørð, at prísurin verður trýstur upp.

Men hann er ikki fyri at avmarka kappingina um fiskin, m.a. við at skerja møguleikarnar at landa uttanlands.

­ Einasti máti at fáa fiskivinnuna á landi at bera seg, er ikki at leggja øðrum pørtum í vinnuni forðingar í vegin, men at geva henni fiskivinnuni á landi optimalar umstøðu at virka undir. tað vil m.a. siga atgongd til marknaðin, uttan at eg við hesum sigi, at eg mæli til ES limaskap. Akkurát hvørji tiltøk, skul setast í verk, veit eg ikki, og eg sakni stórliga eitt kjak um evni, sigur stjórin á Kósini.


Neyðugt við pengum

Hann viðgongur tó, at Kósavirkið kann ikki sigast at vera eitt framkomið virki.

­ Síðstu íløgurnar vórðu gjørdar í 1985, so tað standa stórar íløgur fyri framman, antin vit vilja ella ikki. Báði fyri at lúka krøv, men ikki minst hevði tað verið ynskiligt við íløgum fyri at brynja virkið til kappingina, sum alsmat harðnar

Men, hvaðani pengarnir skulu koma, veit hann ikki.

­ Vit hava raksturin, sum einki gevur, avskrivingarnar, sum ikki røkka langt og so eginognina

Hvaðani teir annars skulu útvega pengar, veit hann ikki.

Men hann sigur, at hann hevur í hvussu so er ikki hug at økja skuldina. og at veksa virksemið verður ikki lætt.


Enn halda vit á

Kósavirkið skyldar 23 milliónir og fær kanska góð 10.000 tons. Tað gevur góðar tvær krónur at forrenta fyri hvørt kilo, tit taka ímóti. Fiskavirking skyldar 35 milliónir og tekur ímóti 40.000 tonsum. Tað gevur minni enn eina krónur at forrenta fyri kilo. Hvussu sær framtíðin hjá Kósavirkinum út?

­ Vit hava altíð hildið, og halda tað enn almenna uppíleggingin í partar í vinnulívinum er ógagnlig.

­ Gongdin seinastu árini við nógvum, almennum pengum í pørtum í vinnulívinum, hevur verið sera óheppin, tí hon avlagar kappingina so nógv, at tað kann beina fyri okkum í síðsta enda, sigur stjórin á Kósini.

­ Tað er grundleggjandi skeivt, at tað almenna stuðlar einum virki, men útihýsir øllum øðrum virkjum frá at fáa part í almenna stuðlinum.

­ Eg veit ikki, hvussu tað kemur at gangast. Tað einasta eg veit, er, at vit koma at arbeiða á Kósini eina tíð afturat. Hvussu leingi veit eg ikki. Men tað, vit hava skula betalt, er betalt. Vit hava klárað tað higartil og vit hava klárað at betalt skuldina niður

­ Eg kann ikki siga annað, enn at vit koma at hanga í og gera okkara besta, so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur.

Onkuntíð hava tit tosað um sanering?

­ Ja tað hava vit, og tað hava vit eisini tosa við lánveitarar okkara um. Men tað er trupult at krevja sanering so leingi vit klára at betala tað, vit skulu.

Johan Páll Joensen sigur, at nøkur lán eru umløgd, so tey eru bíligari, men einki er avskrivað.

Kosini hevur sera stóran týdning fyri samfelagið í Norðoyggjum. Har eru um 200-210 fulltíðarstørv. Hvørt ár verða einar 35 milliónir betaltar í arbeiðslønum.