Eingin ivi er um, at teldan er eitt nógv elskað og væl dámt leika í nógvum heimum. Teldufløgur og Internetið hevur latið dyrnar upp fyri einum ovurstórum spæliplássi bæði fyri børn og vaksin.
Men teldan er framvegis eisini eitt gott amboð, bæði til at skriva brøv og umsóknir, stýri dagligu fíggjarviðurskiftunum, ella at innrætta sær heimið við.
Lætt at nýta
Sierra hevur gjørt eitt forrit til íbúðarinnrætting, sum kann nýtast til rættuliga nógv uttan tó at vera fyri serfrøðingin, og sum tí eisini eru lutvíst lætt at handfara. Ein eyka finessa við Custom Home 3D er, at tú við einum einkultum klikki kanst síggja tekningarnar í einum trídimensionellum perspektivi. Tøkniliga hugtakandi, men bert eitt sindur praktiskt, tá endurgevingarnar eru rættuliga ónátúrligar. Kortini gevur tað eina fatan av, hvussu innrættingin fer at verða.
Hjálpin er nær
Nógv hjálp er at fáa bæði í forritinum og í eini greiðari brúkaravegleiðing. Tí verri er vegleiðingin ikki týdd - heldur ikki til danskt. Har er bæði ein long guide, ið sigur hvussu tú best innrættar íbúðina, fleiri liðug dømi og beinleiðis ráð um ávís sløg av rúmum.
Eitt gløgt forrit
Fyrsta verða rúmini teknað. Tú kanst gera alt sjálvur ella redigera eina av teimum 250 skabelónunum, ið eru har frammanundan. Líka mikið hvussu tú gerst, so vísa allars trikurnar í húsinum av sær jálvum málini, tá tú nertir tær.
Á tann hátt kanst tú rættuliga skjótt gera presissar tekningar, næstan uttan trupulleikar.
Tá strikurnar eru teknaðar, kanst tú fara undir at velja litirnar, evnini og stílin til vegg, loft og gólv. Aftaná fer innanduraarkitekturin í gongd.
Eitt minni savn av møblum, hurðum, trappum og blómurm eru, eins og av øðrum, ið tú kanst variera støddirnar á. Hvør lutur hevur sína menu, sm tú fært fram við at høgraklikka á tað.
Talan er um eitt rættuliga gløgt forrit. Sofur og stólar flyta seg av sær sjálvum, so alt hóskar saman. Forritið finnur eisini sjálvt út av, um pláss er fyri búnyttunum.
Nógvir smálutir
Meðan tú teknar og disignar, kanst tú alla tíðina skifta frá tí fløtu plantekningini til eitt 3D perspektiv, og so fara runt í ymsu rúmini - hjálptur av nøkrum pílanertlum og skíggjanum. Hetta riggar bara væl, men grafiskt ikki serliga imponerandi.
Nógvir smálutir er í forritinum, sum ger tað møguligt, , tá tú eftirhondini lærir at nýta teir, at tekna eitt modell av húsinum og innrætninginum, sum kan brúkast í veruleikanum. Og so er forritið sera lætt at nýta.
Fakta
Custom Home 3D kemur frá Sierra. Tað krevur Windows 95, ein 256 litskíggja SuperVGA, 2x speed CD-rom drev og 20 mb frítt pláss á harðdiskinum.