fólk verða glað, og at man gevur nakað til nærumhvørvið, sum dregur hann, greiðir hann frá. – Eg havi altíð havt hendan hugin at síggja ein fjøld røra seg. Eg veit ikki um tað er tí eg eri uppvaksin við [...] prosessini, sigur hann rørdur. Guttorm valdi ikki at lesa nakað um sjúkuna á netinum, tí hann sigur at hann ikki fekk brúkt ta informatiónina til nakað. Hann vildi heldur stríðast sítt egna stríð uttan sam [...] søgur her, sum Sosialurin seinastu árini hevur skrivað um óhugnaligu sjúkuna, krabbamein. Her er tað rennarin Guttorm Sørensen, sum skrivað verður um. Samrøðan varð prentað í Sosialinum 06/03 – 2017. Hjá
landstýrismaðurin, um tú lesir bløðini, roynir at sáa split í. Hann sigur, at formaðurin í Starvsmannafelagnum fær persónligan fyrimun burtur úr støðuni, tað er óseriøst, eg veit ikki um ein kallar tað óhumsku [...] egnan fyrimun, tá ein veit, at tað ikki er so, tað er óseriøst, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum annars ikki hevur stórvegis viðmerkingar til hetta. Gunnleivur Dalsgarð veit einki um, at partarnir skulu hittast [...] gnum, hevur ikki stórvegis viðmerkingar til úttalilsini hjá Karsten Hansen um, at tað er ov langt úti, at koma við óhumsku um persónar. Gunnleivur Dalsgarð leggur dent á, at nevndin í Starvsmannafelagnum
kenningum sat inni hjá ommu síni, sum bjóðaði suppu og okkurt leskandi afturvið. Tú kom víðari sum ein av trimum. Veist tú nakað um, hvør tykkara fekk flestar atkvøður? - Nei, eg havi hoyrt okkurt smávegis, [...] "festligari", um eg var í kjóla. Eg hevði ein hvítan klædning við, sum eg hevði fingið í Føroyum, og honum var eg í leygardagin, tá vit vóru úti kring og sungu, sigur Guðrun. Promise Me Hevur tú gjørt av, [...] hvønn sang tú skal syngja í finaluni? Tá eg verði spurd, so hugsi eg fyrst um "Promise Me", men enn er einki heilt avgjørt. Men tað verður helst hann, men so kanska okkurt verður gjørt við hann, sangurin
Tolle - og altíð nakað av andaligari føði. Hvørja bók ynskir tú tær í jólagávu? - Veit ikki, hvat kemur út upp undir jól í ár, men eg ynski mær onkra føroyska bók. Hevur tú nakra meining um dygdina í føroyskum [...] Lesur tú nógv, føroyskt ella útlendskt? - Havi altíð verið passaliga forvitin og lisið nógv. Hvørja bók lesur tú beint nú? - Sum mín persónliga støða er í løtuni, eri eg aftur farin í holt við at lesa
avlamishjálpini og teimum tómu fløskunum, hann savnaði saman. Hann veit, hvørjar fylgjur innihaldið í teimum fullu fløskunum kann hava, men hann veit eisini, hvat virði er í teimum tómu fløskunum. Við hesum báðum [...] Kennedy, sum jú bað fólk um ikki at spyrja eftir, hvat landið kundi gera fyri tey, men hvat tey kundu gera fyri landið. - Hetta eru sera klók og sera sonn orð, sigur Bagge. Hann veit tó, at hesi orðini kunnu [...] hevur kortini ikki tikið dirvið og áræðið frá honum til at fremja hugskotið um síni egnu hús. Fløskurnar fíggja alt Skal ein tosa um starv ella størv hjá Bagge, so er tann søgan ikki so long: Hann arbeiddi
hugsa um tað farna, tí eg má fyrihalda meg til tað, sum eg havi. Hetta er sum at koyra í Árnafjarðartunlinum: Um tú bara hyggur í bakspeglið, so rennur tú í veggin. Men hyggur tú frameftir, so nært tú á mál [...] eg vil ikki síggja nakað negativt í tí sum eg havi, bara positivt. - Eg misti gott nokk mína høgru hond. Tað hendi bara, men heilt erliga, hugsi eg ongantíð um, hvat hevði hent, um eg altso ikki misti [...] Eg havi í øllum førum havt eitt gott lív. Eg skal so ikki klaga, - tí velur tú at síggja lívið við positivum brillum, so fært tú eisini ein góðan og positivan gerandisdag, sigur hann. Árnafjørður, hósdagur
viðvíkjandi veit eg ikki, men eg havi tikið nógvar tvístøður, sum leingi hava ligið og lúrt. Um tað eri eg sum persónur ella um tað er tí eg eri kvinna sum ger tað, veit eg ikki, men tá ið tað ræður um arbeiðið [...] stjóri. Tú skalt trúgva uppá, at tú klárar tað, tí tú kanst ganga út frá at øll hyggja at tær, tá ið tú beklar. Á arbeiðsplássinum leggi eg meg eftir at rósa fólki, tá ið tey hava gjørt nakað gott. Tað [...] ivaðust í, um eg fór at klára uppgávuna, men eg hugsaði, at eg skal nokk vísa teimum, at eg klári tað. Hinvegin er tað øgiliga lætt at detta út í tað, at allar reaksjónirnar tú fært ímóti tær koma, tí tú ert
verið giftur í fimm ár og eigur tvey børn. Tá hann verður spurdur, um tað er nakað, sum hann tímir serliga væl at baka, svarar hann: - Eg veit ikki rættiliga, men eg kann í hvussu so er siga, at eg orki ikki [...] Klaksvík, og tað rokni eg við, at tað eisini fer at vera í framtíðini, sigur Símun Akursmørk, sum fegnast um at hava ein blíðan kappingarneyta, sum javnan bjóðar kaffi og eitt prát. Munur millum tey ymsu bakaríini [...] midnátt og er til arbeiðis til seinnapartin dagin eftir. - Tað er ofta møtimikið at fara í gongd, men tá tú so ert komin upp og ert farin til arbeiðis, so gongur tað altíð alíkavæl. - Eg arbeiði rættiliga nógv
ikki hugsað um at stilla upp til Løgtingsval. Hon er heldur ikki vís í, at hon fer at stilla upp aftur til kommunuval. - Eg havi ikki hugsað um at fara uppí landspolitikk. Eg veit heldur ikki, um eg stilli [...] men tað er eingin forðing, at tú ert konufólk Poula um mat - Eg elski at eta. Eg eti alt. Ein fransbreyðflís við nógvum smøri og nógvum Nuggeline er tað besta Poula um trúgv - Fólk halda kanska ikki, [...] eisini sitið í bygdaráðnum, so tað er um at gerast ein familjusiðvenja. - Tey manglaðu eina kvinnu á listan, og tey spurdu meg. Eg játtaði, men eg gjørdist sera kløkk um at koma inn í bygdaráðið. Tá hugsaði
ella lisið um páskini, og tað er boðskapurin og ikki staðið, sum er tað avgerandi. Hinvegi fær ein nógv »uppá pláss«, tá ið ein kennir og veit, hvar tey ymisku støðini eru. ? Til dømis tá ið tú kennir tey [...] hendi. Yvirlit ? Tað er so nógv øðrvísi í mun til her í Føroyum. Størsti munurin er tað, at tú er á staðnum. Tú fært líkasum eitt yvirlit yvir, hvar tey ymisku kendu bíbilsku støðini eru, og hvar tey liggja [...] frá, at hetta verður gjørt til minnis um, tá ið jødarnir í skundi fóru út úr Egyptalandi og bara fingu ósúrgað breyð við sær, samstundis sum tað eisini er til minnis um breyðið, tey fingu at eta í oyðimørkini