Lesur tú nógv, føroyskt ella útlendskt?
- Havi altíð verið passaliga forvitin og lisið nógv.
Hvørja bók lesur tú beint nú?
- Sum mín persónliga støða er í løtuni, eri eg aftur farin í holt við at lesa eina bók, sum eg las fyri nøkrum árum síðan, ”Nuets Kraft” eftir Eckhart Tolle - og altíð nakað av andaligari føði.
Hvørja bók ynskir tú tær í jólagávu?
- Veit ikki, hvat kemur út upp undir jól í ár, men eg ynski mær onkra føroyska bók.
Hevur tú nakra meining um dygdina í føroyskum bókum?
- Eg trúgvi, at dygdin altíð hevur verið misjøvn, sigur Sjúrður Jacobsen.










