Eitt franskt tok megnaði í dag at koyra við 574,8 km/t ferð. Tað serbygda tokið setti metið á jarnbreytini millum París og Strasbourg. Tað gamla metið, sum bleiv sett á somu jarnbreyt í nítiárunum, var [...] var 513,5 km/t. 574 km/t er tó ikki tað skjótasta, sum eitt tok hevur koyrt. Tað japanska Maglev-tokið hevur megnað 581 km/t, men japanska tokið koyrdi á einari magnetbreyt og ikki á einari vanligari jarnbreyt
Eitt uppskot frá borgarum í Danmark um at banna sosialum miðlum sum TikTok, Snapchat og Instagram fyri øllum ungum undir 18 ár er komið upp á 50.000 undirskriftir. Hetta kemur fram frá borgerforslag.dk [...] eitt danskt aldursmark er ikki gjørligt innan karmarnar hjá ES. Yvirhøvur heldur ráðfrúan tó, at TikTok og aðrir sosialir miðlar taka ov nógv pláss millum børn og ung í dag. Tey sita ov nógv og hyggja at [...] eru lagdar fram á fólkatingi. Stage hevur ikki givið upp stríðið í ES enn, sigur hon. Men hvussu TikTok, Snapchat og Instagram fara at hava minni tak á danska ungdóminum, veit hon ikki svarið uppá enn. Í
Lógin er samtykt av amerikansku kongressini og krevur, at kinesiska fyritøkan ByteDance skal selja TikTok í seinasta lagi dagin fyri, at Donald Trump verður settur í starv sum forseti. Amerikanskir politikarar [...] ikki seld, verður hon bannað við lóg. Tá Trump seinast var forseti, royndi hann sjálvur at banna TikTok. Tað gjørdi hann við grundgevingini um tjóðartrygdina. Men hann hevur nú broytt meining. Hann heldur
Fleiri deyð í tokvanlukku í München. Umleið 150 fólk vórðu særd, tá tvey tok stoyttu saman í morgun. Vanlukkan hendi nærhendis býnum Bad Aibling sunnanfyri München. Átta fólk hava latið lív og yvir 100 [...] flogin á eitt sjúkrahús nærhendis. Seinasta tokvanlukkan í Týsklandi var í novembur í fjør, tá eitt tok rendi í ein lastbil. Tvey fólk lótu tá lív. Kelda: JP.dk, Twitter
floytuspæl við klaver fylgispæli verður at hoyra í Suðuroynni fríggjakvøldið. Solofloytuspælari er Toke Lund Christiansen og við flyglið situr Birgitte Schnakenburg. Skrá Friedrich Kuhlau (1786-1831) Fantasi [...] Louis Moyse: Sonata, 1. Allegro cantabile – 2. Aria – 3. Allegro scherzando Jacob Gade(1879.1963)/Toke Lund Christiansen (f. 1947): Tango Fantasia Fríggjakvøldið 8. juni, kl. 19:00 SALT, Suðuroy. Tey halda
millum høvuðsstaðin Beijing og Shanghai. Í 2007 kom eitt franskt tok upp á 507 kilometrar um tíman, men í tí førinum var talan um eitt umbygt tok. Í dag tekur ein tokferð millum Beijing og Shanghai tíggju tímar
Minst 58 fólk doyðu, og 120 fingu skaða, tá eitt pakistanskt tok fór av jarnbreytini í morgun Tað var eitt snartok á veg til Karachi, sum fór av breytini nærhendis býnum Mehrabpur har suðuri í landinum [...] partur av jarnbreytarkervinum er í vánaligum standi. Fyri tveimum árum síðani doyðu 130 fólk, tá trý tok stoyttu saman.
á festival økið, og tí hava fyriskipararnar av festivalinum tikið tað stigið at leiga eitt sirkus tok til Føroya. Av trygdarávum ber ikki til at taka bilin við inn á festival økið í Kirkjubø í summar, [...] festivalinum hava hinvegin gjørt tað stuttligt at koyra til festival økið ? teir hava nevniliga leiga eitt tok, ið skal koyra frá Gomlu Rætt til Kirkjubøar. Mark Joensen, ein av fyriskiparunum sigur við Planet [...] ætlanirnar broyttist, tá ið teir fingu eitt tilboð frá einum donskum veitara, um at leiga eitt sirkus tok. - Vit halda tað er festligt og øðrvísi, og so kunnu vit samstundis reypa av at hava fingið tað fyrsta
Fleiri fólk fingu skaða, tá eitt tok, sum var á veg úr Göteborg til Stockholm og Östersund/Storlien, fór út av jarnbreytini nærhendis Sundsvall í morgun. Tað var um reppið, at teir báðir aftastu vognarnir [...] tokóhappið í Svøríki var í mars í 2009, tá eitt góðstok við 19 vognum fór útav og rendi á eitt annað tok. Ta ferðina fingu sjey fólk skaða.
Níggju fólk doyðu, tá eitt tok rendi á ein lítlan buss nærhendis polska býnum Lodz í dag. Stoyturin var harður, og tokið tók bussin við sær einar 30 metrar eftir jarnbreytini. Myndugleikarnir siga, at [...] vanlukkan á tí polska jarnbreytarkervinum í ár. Í mars doyðu 16 fólk, og 60 finsgu skaða, tá tvey tok stoyttu saman har suðuri í landinum.