Franskt tok setti heimsmet

Eitt franskt tok megnaði í dag at koyra við 574,8 km/t ferð. Tað serbygda tokið setti metið á jarnbreytini millum París og Strasbourg. Tað gamla metið, sum bleiv sett á somu jarnbreyt í nítiárunum, var 513,5 km/t.

574 km/t er tó ikki tað skjótasta, sum eitt tok hevur koyrt. Tað japanska Maglev-tokið hevur megnað 581 km/t, men japanska tokið koyrdi á einari magnetbreyt og ikki á einari vanligari jarnbreyt.