Stór vanlukka í Týsklandi

Fleiri deyð í tokvanlukku í München.

Tvey tok eru stoytt saman í Týsklandi. Mynd: Polfoto

Fleiri deyð í tokvanlukku í München.

Umleið 150 fólk vórðu særd, tá tvey tok stoyttu saman í morgun. Vanlukkan hendi nærhendis býnum Bad Aibling sunnanfyri München. Átta fólk hava latið lív og yvir 100 fólk eru særd. Av hesum eru 55 álvarsliga særd. Tað skrivar eitt týskt politilið á Twitter.

Tey bæði tokini koyrdu á sama spori, tá tey stoyttu saman, men politiið skrivar, at tað er ov tíðliga at siga nakað um orsøkina. Tey særdu eru koyrd ella flogin á eitt sjúkrahús nærhendis.

Seinasta tokvanlukkan í Týsklandi var í novembur í fjør, tá eitt tok rendi í ein lastbil. Tvey fólk lótu tá lív.

Kelda: JP.dk, Twitter