Fleiri fólk fingu skaða, tá eitt tok, sum var á veg úr Göteborg til Stockholm og Östersund/Storlien, fór út av jarnbreytini nærhendis Sundsvall í morgun. Tað var um reppið, at teir báðir aftastu vognarnir duttu á liðina.
Løgreglan sigur, at 132 fólk vóru í tokinum, og at 11 teirra fingu skaða.
-Vit vita ikki, hví tokið fór útav, og hetta er heilt óvanligt, sigur Tobias Johansson hjá svenska jarnbreytarfelagnum við fjølmiðlarnar. Hann dugir ikki at siga, hvussu skjótt tokið koyrdi, tá óhappið hendi.
Tað seinasta tokóhappið í Svøríki var í mars í 2009, tá eitt góðstok við 19 vognum fór útav og rendi á eitt annað tok. Ta ferðina fingu sjey fólk skaða.