Fyrsta tokið í Føroyum við Múrin

Eingin ferðsla skal inn á festival økið, og tí hava fyriskipararnar av festivalinum tikið tað stigið at leiga eitt sirkus tok til Føroya. Av trygdarávum ber ikki til at taka bilin við inn á festival økið í Kirkjubø í summar, men hetta noyðist ikki at verða ein vansi. Fyriskipararnar av festivalinum hava hinvegin gjørt tað stuttligt at koyra til festival økið ? teir hava nevniliga leiga eitt tok, ið skal koyra frá Gomlu Rætt til Kirkjubøar.

Mark Joensen, ein av fyriskiparunum sigur við Planet, at ætlanin upprunaliga var at leiga bussar at koyra frá Gomlu Rætt, men ætlanirnar broyttist, tá ið teir fingu eitt tilboð frá einum donskum veitara, um at leiga eitt sirkus tok.

- Vit halda tað er festligt og øðrvísi, og so kunnu vit samstundis reypa av at hava fingið tað fyrsta tokið til Føroya, sigur Mark.

Ætlanin er, at tokið skal koyra aftur og fram ímillum Kirkjubø og Gomlu Rætt javnan, soleiðis at bíðitíðin verður minst møgulig.

- Vit mugu bara vóna at tað verður gott veður, soleiðis at tað verður møguligt at koyra við tokinum uttan at ávirkast av veðrinum. Um tað verður vátt í veðrinum, so eru nakrir vognar í tokinum, ið hava tak á, sigur Mark.

Enn er endaligi sáttmálin ikki undirskrivaður, men fyriskipararnar siga, at sáttmálin hóast alt er góðtikin av báðum pørtum, og at tokið undir øllum umstøðum kemur til Føroya.