2008 og tók við hin 1. januar í 2009. Hanna Jensen sigur, at henni dámar sera væl kommunalpolitiska arbeiðið. Hon heldur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu tað verður við uppstilling til kommunuvalið [...] vísir á, at henni hevði dámt betur, at uppstillingin til kommunuvalið var politiskt, men í løtuni er óvist, hvussu verður í Eysturkommunu hesaferð. - Tað er ein veruleiki, at tað er trupult at fáa fólk [...] Tað er tí trupult í løtuni at siga, hvussu verður hesaferð. Men, uttan mun til, um talan verður um politiska uppstilling ella ei, fer hetta ikki at halda Honnu Jensen aftur í at bjóða seg fram. Hon trívist
støðu til, at í dag er dagurin. Nú skal loyndarmálið fram í ljósið. - Sum dagurin gekk fann eg ongantíð mótið til at siga tað. Men tá ið vit vóru farin í song byrjaði eg bara at tosa, minnist Arni Klein [...] hvussu hon hevði tað, og hvussu hon helt okkara hjúnalag var. Hon segði, at hon kendi seg frustreraða, tí eg ikki var til staðar. Og at hon helt ikki okkara hjúnalag var serliga heitt. So segði eg við hana: [...] hana: ”hvat um trupulleikin als ikki er tú. Hvat um trupulleikin er, at eg faktist eri til menn”. Les alla søguna hjá Arna Klein Abrahamsen í Vikuskiftis Sosialinum.
ongan sakn eg kenni”. - Eg minnist, at eg gjørdist sera glaður fyri hetta ørindið, og hugsaði, at tað var eitt sera vakurt og gott orð at fáa. - Eg vil somuleiðis siga, at hetta versið tók eg til mín [...] presti fyri tað, - tí hetta, at duga at síggja tað lítla í tí stóra og tað stóra í tí lítla, hevur líka síðani havt sína stóru ávirkan á gerandisdag og andaliga lív hansara. - At eg júst fekk hetta ørindi [...] mín sum ‘mítt’ ørindi. Henda heilsanin er góð og styrkjandi at hava við sær á lívsleiðini, sigur Asbjørn Mikkelsen. GAV MÆR EIN FRIÐ At enda í hesum umfarinum lata vit enn ein mann greiða frá sínum konfi
sum tí valdi at skifta til KÍ í fjør. Greitt ja til KÍ Rættast er helst at siga, at hetta skiftið hennara til KÍ hendi væl áðrenn kappingin skuldi byrja í 2004. Sakin var nevniliga hon, at í eini tvey ár [...] enn 34 ferðir hjá mótstøðuliðunum. - Og fyri at siga tað sum tað er, so er ikki altíð eins lætt hjá mær at fáa dystarvenjing, tí eg ikki altíð havi so nógv at gera í málinum. Men tá vit spæla móti B36, tá [...] hevði sagt, at Jon Harald fór at ringja vikuna eftir. Og so varð. - Eg segði ja beinanvegin fyri meg sjálva, men lovaði tó at ringja dagin eftir. Tá segði eg so endaliga ja til KÍ, m.a. tí at liðið skuldi
dugi ikki at síggja, hví tað skal vera neyðugt at skriva síðu upp og síðu niður við reglugerðum fyri, hvat ein skúli skal, og hvussu vit eiga at bera okkum at í honum. Lærarar skulu tora at seta mørk og [...] leksikoni, at sosialistar vóru fólk, sum ?fornægter Gud og Kongen.? Omma var, sum vera man, púra ólukkulig. Eitt var, at hon var mamma at einasta sosialisti í bygdini, men at sonurin nú eisini var farin at nokta [...] eg haldi tað vera trist, at pedagogiska gandaorðið í fólkaskúlanum í dag er, at vit skulu niður á støðið, har næmingurnir er. Vit áttu heldur fyrst av øllum at lagt okkum eftir at toga teir upp, víðka teirra
viðgerð og nógv stríð fyri at koma fyri seg aftur, og soleiðis at hann kundi tryggja familju sína fíggjarliga, gjørdist Eilif líðandi so væl fyri, at hann kundi byrja at hugsa um at finna sær eitt arbeiði [...] pínu, og tað var mangan so, at eg eingi følilsi hevði í beinunum, og at tey høvdu huga at sovna, greiðir hann frá. Deyðadómur Eilif mátti tí bara gevast at arbeiða, men hugurin at arbeiða og serliga til sjógvin [...] forbankað hart at skula sita soleiðis og ikki sleppa til arbeiðis. - Eg meini so við, - eg eri jú bara 50 ára gamal, og havi góða sjónátúr og góðan hug at arbeiða. Men tað er ótrúliga hart at noyðast at staðfesta
størsta hending hjá mær í 2020 hevur verið, er torført at siga, tí eg upplivi vanliga sera nógv gjøgnum eitt ár. Nakrar av teimum stóru hendingunum vóru at sigla ein seglbát úr Limfjørðinum til Føroyar og flyta [...] fleiri uppgávur á skránni, og eg vóni at sleppa at súkkla til arbeiðis av Strondum gjøgnum Eysturoyartunnilin til Havnar. Tað, sum Jens Mortan Rasmussen tó vónar mest, er, at hann og konan kunnu hátíðarhalda [...] kirkjuna við Sjógv. Okkurt bál verður tendrað. Vinfólk og familja í okkara “sosialu boblu” koma at vitja, og vit fara at njóta útsýnið úr stovuvindeyganum yvir Skálafjørðin, Nólsoyarfjørð og Tangafjørð. Tað sigur
midnáttarleitið var einki annað at gera enn at fara á Klaksvíkar Sjukrahús. - Eg varð so kannað, meðan Karl Jakob fór til hús at verða. Eg fekk okkurt at sova av, og eg skal siga tær, at eg svar sum ein steinur [...] á fyrsta sinni. Mikukvøldið byrjaði Kristina at merkja teir fyrstu verkirnar. Og nú visti hon, at um ikki so langa tíð fór føðingin at fara í gongd. - Eg sat og hugdi eftir sjónvarpinum, tá Liverpool og [...] nevniliga verkirnir, og so mátti eg bara upp at ganga, sigur Kristina. Hon royndir at fáa ta trý ára gomlu dóttrina til songar, samstundis sum verkirnir byrjaðu at gera alt meiri og meiri um seg, og samstundis
arbeiði, sum hevur verið gjørt við tí fyri eyga at knýta Fiskirannsóknarstovuna at altjóða granskingarumhvørvi í breiðari merking. Landsstýrismaðurin helt fyri, at í tíðum sum hesum, tá ið so nógv verður tosað [...] segði, at alment kenna vit Boga sum ein persón, ið hevur verið virkin at leggja skrivligt tilfar úr hondum tilfar, sum lýsir hansara virkisøkið. Landsstýrismaðurin vísti á dømir um hetta við at nevna greinar [...] Bókina um Havið havi eg lisið og mangan kagað í, og eg vil siga, at allir føroyingar, ið hava so tætt tilknýti til havið - og hjallin á sjónum, eiga at lesa hesa bók. Og Bjørn Kalsø helt fram: - Vit kenna Boga
ikki kann siga nei til. Málið er at liva lívsstílin í eitt ár, greiður Páll Oddur frá. Ein uppreistur móti matspillu Tað er eingin loyna, at vit í vesturheiminum hava nógvar vælferðarsjúkur at dragast við [...] og til tíðir fekk eg mær ein blund ella tveir. Eg var lesandi tá, og eg minnist, at eg umhugsaði at gevast, um eg bleiv við at verða linur, men aftaná nakrar vikur hvarv møðin, og eg fekk nýggja orku [...] lívsstíli, so heldur Páll Oddur, at hetta er ein góður máti at liva. -Eg vil avgjørt viðmæla øðrum, sum dáma eina góða avbjóðing at royna hetta. Tað eru aðrir hættir at tapa seg uppá, og hetta er kanska