víðari. Serliga er tað Bogdan Florea, sum vestmenningar fáa tamarhald á. Hann spældi ein góðan dyst fyri H71. Men hann og hinir á H71 liðnum fáa einki mál seinastu fimm minuttirnar. - Tað er Bogdan Florea [...] var ilt at fáa eyga á akkurát hvat hendi. - Tað var ein spælari, sum helt at hann skuldi inn og traðkar inn á vøllin, greiður Petur Mittún, venjari hjá H71, frá. Hann er iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist [...] Joensen, VÍF) - Eg haldi eisini tað er vert at neva hvussu væl okkara altjóða dómarar eru komnir frá dystinum. (Birgir Hansen, landsliðsvenjari) - Hetta var ein góð lýsing fyri føroyskan hondbólt. Eitt
Ryggi í Havn, og tað er faktiskt tað, eg haldi vera tað hugnaligasta við ólavsøkuni. At vera saman við familjuni og eta saman. Tað er so sjáldan at øll møtast, og hetta er ein góð siðvenja. Har eru altíð [...] - Hvat hevur ólavsøkan at siga fyri teg? Eg haldi, at ólavsøkan er rættiliga nógv broytt tey seinastu árini, men tó so er tað enn ein heilt serligur dámur yvir henni. Sjálvt um eg eri úr Vestmanna, havi [...] nokkso stuttligt. - Hvat er tað ringasta við ólavsøkuni? Eg havi galoperandi sosialan ótta, og tað ringasta eg veit, er at vera í sovorðnum stórum mannamúgvum. So midnáttarsangurin er sjálvsagt nakað av
Hon er eisini fegin um at hava henda handilin í bygdini, tí tað er ofta eitt sindur trupult at sleppa av bygdini, tá ein ikki hevur bil. - Hetta er eisini eitt samlingspunkt í bygdini. Her fær ein ofta [...] vørur her. Ein av trúføstu kundunum í handlinum hjá Birgit er Jytte Davidsen, sum upprunaliga er úr Suðuroy, men sum hevur búð í Hósvík í mong ár. - Jú, eg eri sera fegin um at vit hava ein handil her [...] handils. Tað er altíð gott at fáa eitt prát í lag við Birgit ella onkran av kundunum í handlinum. Deiligt at fara til handils Jytta hevur ongan bil, og tí er ein natúrligur spurningur til hana, um hvat hon hevði
sigur Rikke. Nils er skrivari og Rike er næstforkvinna í Mandela Miðdeplinum (Mandela Center). - Fleiri góð fólk sita í stýrinum og fyrrverandi formaðurin í SID, hin kendi Hardy Hansen, er formaður. Harafturat [...] Rikke og Nils frá, og dylja ikki, at Tutu er ein, ið fyllir eitt rúm, tá hann kemur innar. Tey hava vitjað gøtuna, har Mandela og Tutu báðir hava búð og hetta er einasta gøta í heiminum, har tveir nobel [...] Humlebæk. Hetta er danskur háskúli, ið byggir á demokratiska siðvenju. Rikke Forchhammer er tónleikalærari á skúlanum og undirvísir m.a. í jazz- og rocksamspæli og í kórsangi. - Hetta er sera breiður skúli
Hvat ger man, um man ynskir at tryggja sær besta plássið til konsertina hjá sínum størsta idoli? Jú, so møtir man upp ein tíma áðrenn konsertbyrjan, óansæð hvussu veðrið er. - Tá eg hoyrdi, at Basim skuldi [...] og eg hava staðið her fremst við pallin nú í skjótt ein tíma fyri at tryggja okkum góð pláss, sigur Emma, ið skoytir uppí, at konsertin við Basim er tann, sum hon hevur glett seg allarmest til í ár. - [...] sanginum ”Cliche Love Song”. - Hann dugir væl at syngja, og hann er rættiliga kulur. Eg haldi eisini, at hann er nokk so fittur og sjarmerandi, sigur Emma, ið metir Basim at vera betri enn bæði Justin Bieber
hesi spurnartekini. Lívið er eitt val Peter Turtschaninoff er varin við at geva teimum, ið fyrireika ein føroyskan mentapolitikk, góð ráð. Bæði tí hann er útlendingur og tí hann er á veg út úr einum virknum [...] eru komnar longur. Ein av hesum er ætlanin um at gera ein filmklubba, har fólk tekna seg sum lim og fyri limagjaldið sleppa at síggja 8-10 filmir hvørt hálvár. - Ætlanin við hesum er at vísa norðurlendskan [...] Føroyum um árið og nú verða 35 givnar út. Partvís er tað takkað Prix Føroyum. Tey ungu hava fingið atgongd til ein máta at úttrykkja seg uppá, sum er teirra egni. Tey eru vorðin limir í føroyska samfelagnum
Spurdur, hvat gekk galið hjá Kyndli í dystinum mikukvøldið, segði Jakob Jónsson: - Eg haldi, at vit tapa dystin longu í fyrra hálvleiki. Rókur kemur á vøllin fyri meg, og hann fær tvey góð mál beinan vegin [...] eg var eitt mistak. - Teir fáa eina leiðslu upp á eini trý ella fýra mál í fyrra hálvleiki, og tað er ómetaliga tungt hjá okkum at koma upp á javnt aftur, og tað kostar nógvar kreftir. Í seinna hálvleiki [...] hálvleiki gera vit eitt hav av feilum, og vit skora als ikki. Sjálvandi spælir málverjin hjá teimum ein fantastiskan dyst, men vit eiga at fáa fleiri mál, segði Jakob Jónsson. Somuleiðis heldur íslendski veteranurin
Joan Anderson, og ein drongur við navn Robert Zimmerman varð til Bob Dylan. Fyri at vísa á, at henni ikki dámar hesa samanbering, svarar hon: - Bob er á ongan hátt ektaður. Hann er ein hermari, hansara [...] Singer-songwriter stjørna ger greitt, hvat hon heldur um Bob Dylan: Hann er ein hermikráka. Bæði eru Joni Mitchell og Bob Dylan vælumtókt í tónleikagrein sínari, men sambært Mitchell eru tað eisini tað [...] hansara navn og hansara rødd eru óektað. Alt við Bob er snýt og svik. Vit eru sum nátt og dagur, hann og eg. Kanadiska sangarinnan gav seinastu fløgu sína ?Shine? út í 2007 í plátufelagnum Hear Music. Fløgan
n ikki er óvildug, er løgmaður eins og aðrir áhugaður fyri, at alt kemur fram. -Tað er eisini avgerandi fyri, um vit kunu hava álit á kanningini. - Kemur kanningarnevndin til niðurstøðu, sum er okkum til [...] skrivaran og sambandið til Den Danske Bank, vóru hildnir aftur? - Tað er ikki Landsstýrið sum hevur ein trupulleik í løtuni. Bólturin er hjá løgmálaráðnum og donsku stjórini, sigur Eilif Samuelsen. Varaløgmaður [...] , sum landsstýrið og Løgting vóru samd um var best, bedýraðu danir, at kanningarnevndin var eins góð og ein dómarakanning. - Vit høvdu einki annað val, enn at trúgva teimumtá, sigur Eilif Samuelsen. Hann
yvirhøvur tíma at fáast við útróður. Hesum er Ebbe ikki samdur í. - At vera útróðrarmaður er sera spennandi lív. Tað er altíð spenningur í at vita, hvat ein fær av fiski. - Ja, tað finst ikki betri lív [...] siga tær. Støddin er hóskilig og báturin roynist sera væl í sjónum. - Hann er væl egnaður at fara langt út við, og eg havi verið heilt úti á Føroya Banka við honum. Tað er púra vist, hann er sera róligur í [...] Orsøkin er hin einfalda, at tað er ov lítið æti til, sigur hann, og vísir til eitt annað dømi á landi: Loysir tú eina kúgv og leiðir hana á eitt stað, har einki gras er, so rýmir hon. Tað sama er við fiskinum: