Oddabrakið í Vestmanna millum VÍF og H71 endaði við javnleiki 22-22. Dysturin hevði alt, sum ein kann vænta av einum oddabrakið í føroyskum hondbólti. Tað var nógv ferð á spælinum, men uttan teir nógvu teknisku feilirnar. Dysturin var javnur og liðini skiftust um at hava yvirtakið. Dómararnir løgdu eina greiða linju og tað skiltu spælararnir. Hóast nógvar útvísingar, so varð dysturin spældur í einum góðum ítróttaranda.
Fyri spenningin í Atlantic Airways deildini, so kom tað væl við, at Agnar Joensen javnaði tá fá sekund vóru eftir av dystinum. Nú er stórur spenningur millum um hvør av H71, VÍF og Kyndli fylgir KÍF í FM finaluna.
Talan var í allar mátar um ein góða lýsing fyri føroyskan hondbólt.
- Visti hvar eg skuldi skjóta
Agnar Joensen var ivaleysur hvar hann skuldi skjóta, tá hann bleiv sendur avstað í skjótálopið minni enn ein hálvan minutt fyri tíð.
- Eg visti hvar eg skuldi skjóta um eg fekk fatur á hasum bóltinum. Eg hyggi nógv eftir hvør er í mál, og hasin hevur tað við at seta seg, tá mann leggur seg, greiður Agnar Joensen frá.
Málið merkir, at munurin upp til H71 framvegis bara er eitt stig.
- Hatta stigið kann blíva týdningarmikið. Hetta kann verða stigið, sum er munurin, tá alt kemur til alt, sigur Agnar Joensen.
Vestmenningurin metir tó ikki, at FM vónin hevði brostið um skotið endaði á eitt nú tvørstongini.
- So leingi tú hevur møguleikan, so er vónin eisini har. Tað hevði hon eisini verið um vit taptu í dag. Teir hava eisini kollfirðingar eftir, og eg haldi eisini at H71 kann missa stig móti eitt nú Kyndil og strandingum, so einki er avgjørt, sigur strikuspælarin hjá VÍF.
Agnar heldur, at hoyvíkingar vóru eitt sindur hepnir at fáa annað stigið, sjálvt um VÍF var aftanfyri við trimum tá smáir fimm minuttir eru eftir.
- Teir hava marginalarnir við sær í dag. Teir fáa tvey mál, har returbólturin kemur beint út til teir. Teir skora tvey mál meðan hondin er uppi, umframt at vit raka stengurnar fleiri ferðir. So alt í alt, so haldi eg at teir vóru hepnir at fáa eitt stig, sigur Agnar við einum smíli, meðan ein H71 spælari gongur framvið.
- Vit kunnu verða nøgdir við eina stigi um tú hyggur eftir gongdini í dystinum. Teir hava marginalarnir á síni síðu, og vit eru aftanfyri við trimum málum tá smáir fimm minuttir eru eftir, sigur Agnar víðari.
Serliga er tað Bogdan Florea, sum vestmenningar fáa tamarhald á. Hann spældi ein góðan dyst fyri H71. Men hann og hinir á H71 liðnum fáa einki mál seinastu fimm minuttirnar.
- Tað er Bogdan Florea, sum traðkar til hjá teimum og honum megna vit at steðga seinastu fimm minuttirnar. Tað er hann, sum spælið gongur í gjøgnum, sigur Agnar.
Dysturin var ikki merktur av óndum spæli, men tað komu nógvar útvísingar. VÍF fekk ikki færri enn átta.
- Vit vóru til reiðar at fáa allar hasar útvísingarnar. Vit vóru noyddir at verða ágrýtnir í verjuspælinum og tað tú blívur eisini eyka klárur við at dekka hart, sigur Agnar Joensen, sum átti onkra av útvísinginum sjálvur.
Strikuspælarin er ikki í iva um, at tað var í júst verjuspælinum, at VÍF megnaði at vinna sær eitt stig í gjár.
- Tú sigur mangan í hondbólti, at tú vinnur dystirnar í verjuni. Eg haldi vit vinna stigið í dag í verjuni, sigur Agnar Joensen avgjørdur at enda.
Býtt útvísing kostar dýrt
Tá góðir tríggir minuttir eru eftir av dystinum fær bonkurin hjá H71 eina tveir minuttur útvísing. H71 var á veg í álop, tá útvísingin brádliga fellur. Tað var ilt at fáa eyga á akkurát hvat hendi.
- Tað var ein spælari, sum helt at hann skuldi inn og traðkar inn á vøllin, greiður Petur Mittún, venjari hjá H71, frá.
Hann er iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna.
H71 brendi eisini eitt brotskast stutt fyri tíð. Beint áðrenn Rúni Højgaard skuldi taka brotskastið fór Agnar Joensen yvir til hann og prikaði hann á ryggin.
- Eg segði við hann; Rúni, hetta skotið kemur at kosta tær eitt stig. Hann svarar; “Vit fáa at síggja”, greiður Agnar Joensen frá meðan hann flennur.
Hesa ferð fekk Agnar so rætt í síni speisku viðmerking, men stigatalvan sigur, at H71 kann avgera alt sjálvir um teir vinna sínar dystir. Men sum kappingarárið hevur verið higartil, so er einki so einfalt sum tað.
Tølini tala:
VÍF - H71:
Tekniskir feilir: 9 - 16
Skot á mál: 47 – 41
Sagt um dómaraavrikið:
(Andrias F. Hansen og Eyðun Samuelsen)
- Teir eru óalmindiliga góðir dómarar og løgdu eina linju beinanvegin. Í fyrsta time-out’inum koma vit ásamt um, at vit mugu bara taka tær útvísingar, ið fylgja við.(Agnar Joensen, VÍF)
- Eg haldi eisini tað er vert at neva hvussu væl okkara altjóða dómarar eru komnir frá dystinum. (Birgir Hansen, landsliðsvenjari)
- Hetta var ein góð lýsing fyri føroyskan hondbólt. Eitt oddabrak við tveimum góðum dómarum, sum leggja eina greiða linju sum teir skulu. (Henrik Gerster, venjari hjá VÍF)
Kyndil er við enn
Kyndil vann grannauppgerðina móti Neistanum, sum ikki megnaði at spæla eins væl og teir hava gjørt seinastu tíðina.
- Eg havi onga forkláring upp á hví vit spæla so illa. Um onkur annar hevur hana, so skal viðkomandi verða vælkomin við henni, segði ein vónbrotin Teitur Magnusson, sum hevur verið ein av stinnastu álopsspælarunum hjá Neistanum í hesum kappingarárinum.
Fyri Kyndil merkir sigurin, at teir eru mitt í stríðnum um at vinna sær eitt pláss í FM finaluni. Tað hevði stóran týdning fyri Kyndil, at reisa seg eftir lemjandi ósigurin fyri VÍF í høllini á Hálsi.
Úrslitið gjørdist 29-22 til Kyndil.
KÍF vann 36-19 á Team Klaksvík fríggjakvøldið. KÍF gjørdi skjótt av og var á odda 8-1 aftaná eitt korter, og 14-5 aftaná 23 minuttir. Team Klaksvík arbeiddi seg inn í aftur dystin, men munurin bleiv ongantíð minni enn fimm mál. Seinasta korterið var KÍF einráðandi og trumlaði Team Klaksvík um koll.
- Vit spæla bara okkara spæl. Vit spæla skjótan hondbólt og tað gera vit aftur í dag, sigur Andrias Nielsen, sum spældi tað mesta av dystinum á høgra bakki hjá KÍF.
Team Klaksvík hevur annars spælt nakrar góðar dystir í seinnu hálvu, men í dag riggaði ikki.
- Hetta var ikki gott nokk. Einki riggar hjá okkum í dag, staðfestur Beinur Heðinsson hjá Team Klaksvík, sum gjørdist toppskjútti við átta málum.
Nicklas Selvig hevur verið týdningarmikil fyri KÍF í ár. Tí kom tað illa við, tá hann mátti berast av vøllinum stutt fyri tíð. Hann beklaði illa, men sum skilst, so vóna tey úr KÍF, at hann verður tøkur um eina góða viku, tá KÍF spælir móti VÍF.
trondur@sosialurin.fo
VÍF – H71 22-22 (11-9)
VÍF: Filip Jojic 9, Agnar Joensen 5, Sámal Joensen 2, Joen Pauli Høgnesen 2, Magnus Müller 1, Jákup Suni Andreasen 1, Høgni W. Høgnesen 1, Sámal Jákup Djurhuus 1
H71: Bogdan Florea 7, Hallur Biskopstø 3, Rúni Højgaard 3, Ári J. Olsen 3, Rógvi Sørensen 2, Sigmundur Dahl 1, Hans Kára Hansen 1, Tróndur Arge 1, Bogi G. Davidsen 1
Neistin – Kyndil 22-29 (7-11)
Neistin: Teitur Magnusson 7, Rógvi Nolsøe 3, Ári Rouch 3, Jugoslav Djumic 3, Andras Joensen 2, Torstein Balle 2, Beinur Davidsen 1, Herbjørn Lava 1
Kyndil: Ludvík Súnason 6, Birgir Poulsen 4, Thorvald Abrahamsen 4, Høgni Klein 3, Høgni Klein Olsen 3, Frank Askildsen 3, Hans Áki Dal Christiansen 2, Josef Abrahamsen 2, Rógvi Dal Christiansen 1, Finnur Hansson 1
Team Klaksvík – KÍF 19-36 (11-18)
Team Klaksvík: Beinur Heðinsson 8, Zarko Pejovic 3, Sámal T. Olsen 2, Dánjal Kjærbo 2, Vilhelm Vilhelmsen 2, Heri Johnson 1, Andrias Ellingsgaard 1
KÍF: Rógvi Weyhe 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Nicklas Selvig 5, Teitur Joensen 4, Andrias Nielsen 3, Rúni Joensen 3, Poul Finnur Egholm 2, Tony Weyhe 2, Jákup Trygvason 2, Regin Petersen 1, Búgvi Johannesen 1, Fríði Weyhe 1
Støðan:
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 18 538 405 133 29
2 H71 18 491 443 48 23
3 VÍF 18 515 451 64 22
4 Kyndil 18 471 459 12 21
5 StÍF 18 438 421 17 17
6 Neistin 18 428 460 -32 14
7 Team Klaksvík 18 349 591 -242 0