Mikukvøldið spældu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel næstseinasta dystin í týsku bundesliguni hetta kappingarárið. Dysturin var á heimavølli í Wonderino høllini í Kiel móti SC DHfK Leipzig [...] var Kiel greitt omaná, og heimaliðið vann at enda ein greiðan 37-28 sigur á Leipzig. Elias skoraði sjey mál og legði upp til fýra mál, og var saman við Eric Johanson næstbesti málskjúttin hjá Kiel. Toppskjútti [...] Toppskjútti hjá Kiel við heili 11 málum var Niclas Ekberg, ið spældi sín seinasta dyst fyri Kiel á heimavølli. Komandi kappingarár fer Niclas Ekberg at spæla við tapandi finalistunum í Svøríki, Ystad. HER
Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi veruliga vart við seg í heimadystinum hjá THW Kiel móti norðurmakedonska liðnum, Eurofarm Pelister í bólki A í Champions League. Elias skoraði átta mál og legði upp til [...] dystinum. Serliga í fyrra hálvleiki lá væl fyri hjá Eliasi í 29-23 sigrinum hjá Kiel. Í steðginum var Kiel á odda 19-10. Kiel er fremst í bólki A við 18 stigum. Aalborg er nummar tvey við 16 stigum. PSG hevur [...] klokkan 17.45 spælir Kiel á útivølli í Ungarn móti Szeged. HER ber til at síggja fleiri av málunum hjá Eliasi og upplegg frá Eliasi í samandráttinum hjá Eurohandball frá dystinum THW Kiel-Eurofarm Pelister
Melsungen spældu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel javnleik 23-23. Tað gekk illa í hond hjá Kiel í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Melsungen á odda 16-11. Elias gjørdist saman við [...] hjá Kiel. Teir skutu fimm mál hvør. Elias var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál. Talan var um seinasta dystin í bundesliguni hetta kappingarárið. Komandi leygardag klokkan 17 skal Kiel spæla
vann THW Kiel stórsigur 39-24 á Leipzig í heimadysti í bundesliguni í Wonderino-høllini. Heili 10.000 áskoðarar vóru til dystin. Í steðginum var Kiel frammanfyri við 10 málum, 21-11. Elias skoraði trý
l er hugtikin av avrikinum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í kvøld. Elias skoraði seks mál í 35-26 (17-14) útisigrinum hjá THW Kiel í bólki E í EHF European League. Eurohandball hevur valt at vísa fýra [...] YouTube. Øll málini eru vøkur, serliga tað fyrsta hjá Eliasi í samandráttinum, har Elias skorar við einum "bowlingskoti". Kiel er fremst í bólki E við seks stigum fyri tríggjar dystir. HER ber til at síggja
og seks skulu spæla áttandapartsfinalur. Kiel var á odda 16-14 í steðginum. Kiel er fremst í bólki A við 20 stigum. Elias gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Kiel við fimm málum, umframt at leggja upp til [...] liðnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel at vinna harðvunnan 28-27 sigur á Szeged á útivølli í bólki A í Champions League. Úrslitið merkir, at Kiel endar millum tvey ovastu liðini í bólki A, og [...] til mál hjá viðleikarunum. Eric Johansson sum skoraði sigursmálið 28-27 var toppskjútti hjá Kiel við átta málum. HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Í samandráttinum síggjast góð mál, góðar
dystinum, ið Kiel vann á PSG í París. Kiel vann 34-28. PSG var annars á odda 14-13 í steðginum. Elias gjørdist saman við Harald Reinkind toppskjútti hjá Kiel. Elias og Reinkind skutu sjey mál hvør. Elias legði [...] legði eisini hegnisliga upp til onnur mál hjá Kiel. EHF valdi Elias á liðið fyri 6. umfar í EHF Champions League, ið er ein mikil heiður. HER sæst ein samandráttur upp á 10 minuttir frá dystinum: ##med2##
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vóru sunnudagin fyri stórtapi í bundesliguni. Á útivølli móti Gummersbach tapti Kiel heili 29-40. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá Kiel. Gummersbach [...] odda 21-10 í steðginum. Í seinna hálvleiki megnaði Kiel at steðga bløðingini. Tað gekk tó persónliga væl hjá Eliasi. Hann gjørdist toppskjútti hjá Kiel við átta málum, og hann legði eisini upp til tvey [...] tvey mál. HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Elias hevur nummar 71 á rygginum, og hann sæst skora eitt vakurt mál í samandráttinum: ##med2##
Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdi aftur vart við seg ígjár. Hann og Bence Imre vóru við sjey málum hvør toppskjúttar hjá THW Kiel í dysti á útivølli í EHF European League móti Porto. Teir skutu sjey mál [...] mál hvør. Kiel vann 35-30 (17-15) á Porto og er fremst í millumbólki 3 við níggju stigum fyri fimm dystir. Komandi hóskvøld verður bólkafinala í Kiel móti Melsungen, ið hevur átta stig. HER ber til at síggja [...] síggja ein samandrátt frá dystinum. Elias sæst at skjóta tvey góð mál, umframt at vera við í uppspælinum til onnur mál: ##med2##
Nord-derby millum THW Kiel og Flensburg Handewitt var í Wonderino-høllini í Kiel tíðiliga seinnapartin í dag, og í triðja toppfundinum millum Elias og Jóhan var Jóhan enn einaferð sigursharrin. Flensburg [...] Flensburg vann 37-33 á Kiel. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17. Eitt skiftið var Kiel á odda 9-3, men so fekk Flensburg høvdið fyri seg aftur. Jóhan skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir. Jóhan skoraði [...] minuttirnar av dystinum. Elias slapp ikki veruliga framat fyrrenn ta seinastu løtuna, men tá tók hann eisini av. Innanfyri sjey minuttir - millum 50. og 57. minutt - skoraði Elias fimm mál, og var næstbesti