VIDEO: Síggj góð mál og fríspælingar hjá Eliasi

(Video) Her sæst ein samandráttur av dystinum MT Melsungen-THW Kiel 23-23 (16-11)

Á útivølli móti Melsungen spældu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel javnleik 23-23. Tað gekk illa í hond hjá Kiel í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Melsungen á odda 16-11.

 

Elias gjørdist saman við Nikola Bylik toppskjútti hjá Kiel. Teir skutu fimm mál hvør. Elias var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál.

 

Talan var um seinasta dystin í bundesliguni hetta kappingarárið. 

 

Komandi leygardag klokkan 17 skal Kiel spæla hálvfinalu móti krútsterka Barcelona í hálvfinaluni í Final Four í Champions League í Lanxess høllini í Köln.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Á upptøkuni síggjast góð mál og fríspælingar hjá Eliasi: 

 

##med2##