Elias Ellefsen á Skipagøtu var sera eyðsýndur og var valdur til at vera besti leikarin hjá THW Kiel, tá Kiel á heimavølli vann 35-31 (15-16) á pólska stórliðnum, Industria Kielce í bólki A í Champions League bólkaspælinum.
Elias gjørdist saman við Eric Johansson toppskjútti hjá Kiel. Elias og Eric Johansson skutu sjey mál hvør. Elias legði eisini upp til fitt av málum hjá viðleikarunum.
Kiel er oddalið í bólki A við átta stigum fyri fýra dystir. Kiel er einasta ósigraða liðið í bólkinum.
HER ber til at njóta ein frálíkan samandrátt frá Eurohandball frá dystinum THW Kiel-Industria Kielce 35-31 (15-16). Á brotinum síggjast tvey flott mál og fýra framúr góðar fríspælingar hjá Eliasi til viðleikarar. Hondbóltur av allarovastu hill:
##med2##