THW Kiel vann í kvøld ein greiðan 40-32 sigur á Eisenach á útivølli í dysti í bundesliguni. Kiel var á odda 22-19 á steðginum.
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði tvey framúr vøkur mál fyri Kiel í dystinum.
Teir sum hava klipt saman samandráttin frá dystinum hava valt at hava bæði málini hjá Eliasi við í samandráttinum.
Málini hjá Eliasi síggjast við 1:18 minuttir og 2:42 minuttir á videobrotinum.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum millum Eisenach og THW Kiel:
##med2##