Eldraálitið staðfestir, at landsmyndugleikarnir hava ábyrgdina av, at uppgávu- og ábyrgdarbýtið á eldraøkinum í dag er so ógreitt. Víst verður á, at landið ikki hevur megnað at loysa uppgávurnar á eldraøkinum [...] til hóskandi búpláss, ella tá talan er um at áseta eitt tænastustig. Tí hava kommunurnar verið noyddar at tikið um endan, serliga við at byggja eldrasambýli. Men at byggja sambýli nøktar ikki tørvin hjá fólki [...] gjørdar. Kommunurnar betri førar fyri at røkja økið Jógvan Krosslá metir, at kommunurnar eru betur førar fyri at røkja eldraøkið enn landsmyndugleikarnir. Hann vísir á, at tá kommunurnar hava yvirtikið økið
sigur, at tað, sum veruliga hevur fingið bikarið at flóta yvir, er, at dómaraparið hjá StÍF (Poli Hansen & Jústines Justinussen) nú hevur biðið seg undan at døma fleiri dystir. - Orsøkin til, at teir nú [...] er júst í slíkum støðum, at dómarar hava tørv á stuðli, og eg kann leggja afturat, at teir hava okkara fulla stuðul, nú teir hava trekt seg. At enda sigur Andrass, at hetta við at leggja eftir dómarum, als [...] annað vísti á, hvat HSF roynir at gera við spurningin. Har verður millum annað sagt, at HSF ger eitt stórt og miðvíst arbeiði við at loysa spurningin. Millum annað við at halda skeið úti í ymsu feløgunum
tað traditionelt hevur verið, og at tað verður neyðugt við miðvísari útbúgving fyri at fáa kvalifikatiónirnar. Og skal tað eydnast at fáa fólk at taka eina útbúgving fyri at arbeiða í fiski, so skal lønarlagið [...] Um einki annað er at takast við, so ber altíð til at arbeiða fisk. Um okkurt annað hevur staðið í boði, so hevur borið til at farið úr fiskaarbeiði at taka við avbjoðingini. Hevur tað ikki verið nóg gott [...] Í framtíðini skal tað verða soleiðis, at tað skal loysa seg eins væl at arbeiða fisk sum at vera í aðrari vinnu, og tað skal á allan annan hátt kennast eins gott at vera á flakavirkjunum sum aðra staðni
Oyggjaleikanevndini, at almennu Føroyar stuðla eini føroyskari fráboðan um at vit bjóða okkum fram at hýsa leikunum í 2019, sigur Petur Elias Petersen og tí væntar hann, at tað eisini vísir seg, at talan ikki bara [...] komnar so mikið langt longu tá, at vit skulu vera farin undir arbeiðið at gera hann næsta summar. Og tá ið Petur Elias Petersen tosar um at vit skulu vera farin undir arbeiðið at gera golfvøll, meinar hann [...] síggja við egnum eygum, at vit hava sett á at grava. - Samstundis er eisini greitt, at golfvøllurin skal vera liðugur í allarseinasta lagi á sumri í 2018, ella helst í 2017, tí eftir at hann er liðugur, skal
upp til, at tað skal verða loyvt at framleiða tað sama, sum tað er loyvt at selja í Føroyum, sigur Bjørt Samuelsen. Hon metir tí, at tað er einki í uppskotinum, ið talar fyri, at fólk fara at drekka meira [...] sum vit hava við at loyva sølu av sterkum løgum , meðan vit loyva ikki at framleiða teir, sigur Bjørt Samuelsen. Um vánirnar fyri, at uppskotið verður samtykt sigur hon, at hon vónar at eitt slag av kompromii [...] fram um at loyva at bryggja og innflyta sterkari øl enn 5,8%. Hon metti, at framsøgufólkini ikki vildu binda seg til eina niðurstøðu, og tað metti hon var áhugavert. - Samstundis haldi eg, at als eingin
arbeiða við. Vit hava ilt við at skilja, at landsstýrismaðurin soleiðis fer alment út og setur fram illgitingar uttan at hann yvirhøvur tykist at hava kannað hendan spurning um, hvussu limaskarðin er í teimum [...] til tað, sum landsstýrismaðurin er endurgivin fyri at siga í Sosialinum 11.11.09. Tá landsstýrismaðurin sigur, at hann fer at strekkja seg langt fyri at fáa eina semju í lag við føroysku sjúkrakassarnar [...] alvi roynir at fáa sannført føroya fólk um, at tað er landskassin sum eigur sjúkrakassarnar, tí um hetta var støðan, so var jú einki at samráðast um. Tá landsstýrismaðurin í blaðnum sigur, at tað eru limirnir
eiga vit at halda. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum staðfestir, at samgongan ætlar at halda lyftið um at verða almennu lønirnar hækkaðar, skulu pensjónirnar eisini hækka. Hon sigur, at á fíg [...] - Tað keðiliga er, at vit samstundis hava verið noydd at avmarka tey, sum hava minst frammanundan. - Men tað skerst heldur ikki burtur, at við nýggju skattaskipanini og við tað, at gjaldið úr Samhaldsfasta [...] Hon sigur, at samgongan hevur skrivliga váttað, at landsstýrið er samt um, at verða lænirnar hækkaðar, verða lønirnar hækkaðar tað sama. - Tað lyftið hava vit ikki gloymt og tað ætla vit at halda okkum
Svenning Borg helt, at krøvini um at skilja burturkastið, fara bara at herðast og tí slepst ikki undan at kommunurnar taka tað á seg. Hann stúrir ikki so illa fyri, at fólk fara bara at tveita frá sær, tí [...] annars varhugan av, at tey flestu taka undir við hugskotinum sum so. Men hann heldur samstundis, at kanska er tað so víttgangandi, at tað er neyðugt, at tað fær tíð at búnast og at bý- og bygdaráðslimirnir [...] ruskstøð er, at innsavningin verður rationellari og sostatt eisini bíligari upp á seg. Vansin er so hinvegin, at hjá nógvum fer tað at vera longri at koyra við burturkastinum og tað kann føra við sær, at meiri
sigur, at tað er alt annað enn einfalt at skipa ein samhaldsfastan náttúruvanlukkugrunn. Í veruleikanum eru so nógv ivamál, at hon sigur, at umsitingin í lógmálaráðnum hevur í prinsippinum mælt frá at ein [...] tað bera til at gera skadda lutin í betri stand aftur enn hann var frammanundan, fyri at forða fyri, at skaði hendir aftur. Helena Dam á Neystabø sigur, at tað má eisini byrgjast upp fyri, at kommunur fara [...] ið fer at kosta. Men hvalbingar, sum eisini heitti á Løgtingið um at hjálpa til við skaðanum í Hvalba, sum kostar sjey ella átta milliónir at umvæla, hoyrdu ikki eitt orð aftur. - Eg haldi, at tað er ómetaliga
Tjóðveldi heldur tí, at politiskar avgerðir skulu til, at tær eru EFTA og EBS-samstarv. Hinvegin halda samgongan og løgmaður, at tað er týdningarmikið, at arbeiðsbólkurin sleppur til verka at kanna, hvørjar [...] er Høgni Hoydal so óseriøsur, at hann heldur, at arbeiðssetningurin kundi gerast upp á fimm minuttir, so hevur hann í hvussu so er ikki givið sær tíð til at seta seg niður at gera hann. Vit síggja eisini [...] lásamálið tók okkum fimm minuttir at loysa, meðan Høgni Hoydal ikki er komin yvir tað enn, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann leggur tó afturat, at hann ikki heldur, at tað sømir seg at kasta við runubløkum, tí tað